fríggjadagur 6. juli 2001síða 15
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 127 - 6. juli 2001
Nr. 127 - 6. juli 2001
29
gult28 cyan28 magenta28 svart28
gult29 cyan29 magenta29 svart29
Í heyst bjóðar deildin undirvísing í hesum skeiðum:
Føroyskur politikkur
Lærari: Jógvan Mørkøre,cand.mag
Tíð og stað: hósdagar kl.10.35-12.15 á Sjómansskúlanum
Endamálið við skeiðnum er at lýsa føroyskan politikk í sam-
anbering við politikk í grannalondum. Dentur verður lagd-
ur á eina stjórnmálafrøðiliga lýsing av politisku stovnunum
og flokkunum seinastu øldina, og hvussu hesir eru broyttir,
sum umstøðurnar eru broyttar. Í hesum sambandi verður
somuleiðis greinað, hvussu politisk mentan og áhugabólk-
ar ávirka gongdina.
Nationalisma og etnisitetur
Lærari: Firouz Gaini,cand.scient.anth
Tíð og stað: mikudagar kl.12.45-14.25 á Sjómansskúlanum
Endamálið við hesum skeiðnum er at viðgera nationalismu
og etnisitet í breiðum ástøðiligum og samfelagsligum sam-
anhangi. Høvuðsdenturin verður tó lagdur á eini antropol-
ogiskari lýsing av nationalismu: til dømis sum politiska
rørslu, sosiala rørslu, samfelagsskipan og ideologi – við
samanberandi "cases" úr Føroyum, Evropa og restina av
heiminum. Skeiðið roynir at geva teimum lesandi innlit í
teimum mest týðandi nationalismu- og etnisitetsteoriun-
um í samfelagsfrøðini.
Demokrati sum hugtak og hugsjón
Lærari: Jóanes N. Dalsgaard, BA (í samstarvi við Jógvan
Mørkøre)
Tíð og stað: hósdagar kl.12.45-14.25 á Sjómansskúlanum
Endamálið við skeiðnum er at varpa ljós á spurningin um
demokratiið í gerandisdegnum.Skeiðið lýsir munin ímillum
demokrati sum funktionelt valdsbýti, sum tað er kent úr
gamla Grikkalandi, og humanistiskt nútíðardemokrati, sum
tað er kent m.a. í Norðurlondum. Viðgerðin vil samanbera
Føroyar og Norðurlond og tær avbjóðingar, ið liggja fyri
framman í sambandi við ætlanina at samtykkja eina grund-
lóg fyri Føroyar.
Løgtingssøgan
Lærari: Hans Andrias Sølvará,cand.mag
Tíð og stað: týsdagar kl.10.35-12.15 á Sjómansskúlanum
Endamálið við skeiðnum er at lýsa søgu føroyska løgtings-
ins í einum breiðum søguligum og samfelagsligum saman-
hangi. Serligur dentur verður lagdur á tíðina aftaná 1852.
Støðið verður tikið í bókmentum,sum lýsa innanhýsis skip-
anir og arbeiðið í Løgtinginum, umframt størri samfelags-
ligar samanhangir, sum hesi viðurskifti eru tengd at.
Oljuvinnan - samfelagsligu árinini
Lærari: Suni á Dalbø,cand.scient.soc
Tíð og stað: mikudagar kl.12.45-14.30 á Sjómansskúlanum
Endamálið við skeiðnum er at viðgera nøkur samfelagslig
lyklaviðurskifti,tá ið talan er um eina nýggja og stóra vinnu,
ið ger innrás í einum lítlum samfelag sum tí føroyska.Serligt
atlit verður til samanhangin millum val av oljuvinnustrat-
egium og samfelagsligar avleiðingar; herundir eisini, hvørj-
ar broytingar eru sannlíkar við atliti til føroyska mentan og
samleika.
Undirvísingin byggir partvís á bókmentir, sum lýsa dømi
um tílíkar samfelagsbroytingar í øðrum smásamfeløgum.
Harafturat verða evni viðgjørd,sum verða mett at hava ser-
ligan týdning fyri føroyska samfelagið.Undirvísingin verður
ein blandingur av fyrilestrum, skeiðsluttakara framløgum
og bólkaarbeiði.
Økismenning
Lærari: Gestur Hovgaard,Ph.D. og Richard Apostle,professari
í sosiologi/antropologi
Tíð og stað: mikudagar kl.10.35-12.15 á Sjómansskúlanum
Hetta skeðið hevur til endamáls at viðgera økismenning í
mun til tær broytingar, sum seinastu árini hevur ávirkað og
broytt økishugtakið.Perspektivið er føroyskt,europeiskt og
framkomni heimurin annars.
Fyrsti triðingurin av skeiðnum er ein gjøgnumgongd av
almennum evnum av týdningi fyri vaksandi týdningin,sum
økishugtakið hevur fingið. Eitt nú, í hvønn mun vaksandi
týdningurin av økishugtakinum hongur saman við einum
minkandi týdningi av nationalstatinum. Næsti parturin
leggur dent á økispolitikkin í einum Norðureuropeiskum
og Norðurlendskum samanhangi.Í seinasta partinum verð-
ur dentur lagdur á føroysk viðurskifti, m.a. við støði í nýggj-
ari gransking á økinum. Í hesum partinum verður eisini
dentur lagdur á at samantvinna praktisk dømi úr føroyska
samfelagnum við teir meiri teoretisku trupulleikar sum
fyrsti parturin hevur sett.
Málið er stundum føroyskt, stundum enskt.
Búskaparfrøði II
Lærari: Ólavur Christiansen,cand.polit & scient.soc
Tíð og stað: týsdagar kl.12.45-15.15 á Sjómansskúlanum
Skeiðið endar við munnligari próvtøku við fyrireikingartíð.
Møguleiki verður tá eisini at fara upp til próvtøku í búskap-
arfrøði I svarandi til 7,5 ECTS við einum givnum pensum.
Luttøka í skeiðinum hevur sum fortreyt eitt ávíst grund-
leggjandi kunnleikastøði í búskaparfrøði. Hinvegin verður
eisini farið ígjøgnum tey mest grundleggjandi ástøðini.
Í mikro búskaparfrøði verður høvuðsdentur lagdur á at lýsa
fortreytirnar fyri tí neoklassiska ástøðinum, at viðgera í
hvønn mun hesar forteytir eru veruleikakendar,og at lýsa ta
marknaðarbúskaparligu skipanina í verki.
Í makro búskaparfrøði verður høvuðsdentur lagdur á meg-
inhugtøk og samanhangir í tjóðarroknskapinum,at lýsa tað
nýggja neoklassiska (herundir monetaristiska) ástøðis-
grundarlagið og tess fortreytir, tað keynesianska ástøðis-
grundarlagið og tess fortreytir,og onnur ástøðisgrundarløg
við øðrum fortreytum. Harumframt evni sum altjóða bú-
skapur, vísitalsástøði, tilfeingisástøði og búskaparvøkstur,
o.a.
Galdandi fyri øll skeið:
Tey eru fyrst og fremst ætlaði lesandi, ið eru komin nakað
áleiðis í lesnaði við lærdum háskúla,og lidnum kandidatum
við áhuga fyri at leggja aftrat vitan síni. Undirvísing og
próvtøka er treytað av at nóg nógv tekna seg til skeiðið.
Tey eru uppá 15 dupulttímar tilsamans, ið svarar til 1/4
lestrarár ella 15 ECTS (undantikið "Búskaparfrøði II", ið telur
7,5 ECTS)
Pensum er 1.500 síður (undantikið "Búskaparfrøði II", ið
hevur minni pensum) og undirvísingin verður ein bland-
ingur av fyrilestrum og kollokvium. Øll undirvísing verður í
alisfrøðisstovuni á Sjómansskúlanum í Havn.
Uppgáva og munnlig framløga í sambandi við undirvísing-
ina telja 1/3 av próvtøkukarakterinum. Skeiðini enda við
munnligari próvtøku,ið telur 2/3 av endaliga karakterinum.
Umsóknarfreistin er 15. august 2001
Umsóknarbløð fáast við at venda sær til
Søgu- & samfelagsdeildina,
J.C. Svabos gøtu 7,
100 Tórshavn,
tlf. 317009.
ssd@setur.fo
Serskeið á Søgu- og Samfelagsdeildini
Timburmenn
søkjast
til at arbeiða í Noreg, at byrja 1. august. Góð løn.
FK Smíð
Tlf. 210609 ella 318090
Søkt verður eftir
framleiðsluleiðara
Vit søkja eftir einum framleiðsluleiðara til mjøl-
deildina á Havsbrún. Vit kunnu bjóða eitt spenn-
andi arbeiði í einum dynamiskum umhvørvi, har
menningin gongur við rúkandi ferð.
Arbeiðsuppgávur:
Ábyrgd av framleiðsluni av fiskamjøl og lýsi, her-
undir ábyrgdina av:
• operatørum og framleiðslustarvsfólkum
• støðugt at optimera framleiðsluna
• at framleiðslutólini eru í góðum standi
• at góðskukrøvini verða hildin
• at menna framleiðslu og góðsku á lidnu vørunum
Vit rokna við at tú hevur
• eina holla, tekniska útbúgving
• kunnleika til maskinur og teldur
• góð samstarvsevni
Umsóknir skulu verða okkum í hendi innan 13.aug-
ust 2001. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at
ringja til okkum.
Pf. Havsbrún
FO-530 Fuglafjørður
Tlf. 414400 · Fax 414401
Mail: bep@havsbrun.fo
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
Søkt verður eftir
náttarvakti
at byrja skjótast gjørligt.
Skrivlig umsókn verður at senda til:
Hotel Føroyar
Oyggjavegur
Postboks 3303
110 Tórshavn
innan 16. juli.
Tlf. 317500
HEILSANIR
Gevið gætur
Bert heilsanir, skrivaðar á henda lepan og goldnar
frammanundan við 30,- kr. fáa innivist í blaðnum.
Til ber eisini at lata okkum lepan og gjald í avgreiðs-
luni á Argjavegi 26, millum kl. 8.00 og 16.00.
Myndaheilsanir skulu vera okkum í hendi á mið-
degi 2 dagar fyri útkomudag. Viðmerkið annars
niðanfyri, um heilsanin ynskist í blaðið ávísan dag.
Týsd. Mikud. Hósd. Fríggjad. Leygard.
Tekstur:......................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
...................................................................................
Myndina aftur: Minnist til at skriva navn og bústað
aftanfyri á myndina og at leggja við ein frankeraðan
brævbjálva við navni og bústaði.
Um neyðugt fyri arbeiðsgongdina, taka vit okkum
rætt til at fáa heilsanina í blaðið annan dag, enn tann
ynskta.
Sent hevur (skal fyllast út).
Navn: ........................................................................
Bústaður: ..................................................................
Bygd/býur: .................................... Tlf.: .................
Heilsanir
5 ferðir um vikuna
30,- kr.
Sendið lepan, mynd og gjald til:
Postsmoga 76 •110 Tórshavn
Merkið bjálvan: »Heilsanir«
Góða elskaða Katja
Hjartaliga tillukku á 2 ára føðngardegnum 6. juli. Vit
elska teg.
Ynskja mamma og babba
Góða Esther
Hjartaliga tillukku við teimum hálvt hundrað,
vælkomin í klubban (nú eru bara minnir).
Heilsan bindiklubburin
Eg eiti Tommy, og mín
lívrættur er piparbúffur við
piparsós!
Hesin
flotti
snikkarin
gongur nú móti teim 40
árunum. Aldurin sæst ikki
á honum. Still going very
strong!
Ein rættur
piparsveinur
lesur
mentaðan
lesnað!
»Jú, eg havi eisini verið ungur…«
Góði Tommy!
Tillukku við teimum 30 árunum. Vit hava samkenslu…
Heilsan »Pink Panter«
C
M
Y
K
29
28