Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 94 - 20. mai 2008 Løgreglan brúkti bæði GPS mátitól og fekk Akstovuna í sving fyri at fáa ein ungan drong dømdan fyri at hava koyrt ov skjótt, men tað gekk ikki eftir vild Ferðmátingar Áki Bertholdsen aki@osialurin.fo Tað loysti seg væl hjá einum ungum manni, tá ið hann ikki vildi góðtaka eina frágreiðing frá løgregluni. Fútin ætlaði at hann skuldi dømast at taka koyri­ kortið av nýggjum, tí hann skuldi havt koyrt alt ov skjótt. Hann vildi góðtaka, at hann hevði koyrt ov skjótt, men hann hevði ikki koyrt so skjótt, at hann skuldi taka koyrikortið av nýggjum. Og hóast fútin hevði bæði løgreluna, Akstovuna og enntá GPS­mátitól til hjálpar, hjálpti onki. Men hóast alt stríðið hjá løgregluni, helt dómarin nevniliga ikki, at ferð­ mátingin hjá løgregluni var nóg álítandi til, at maðurin kundi dømast so strangt, sum fútin vildi. Hetta er eitt mál, sum hevur sín uppruna í Gøtu eitt myrkt vetrarkvøld í november. Tveir bilar eru á veg norðureftir, men brádliga kemur ein bilur og yvirhálar teir báðar. Tann aftari bilurin er ein løgreglubilur og løgreglu­ maðúrin undrast á, at nakar kundi fáa seg til at yvirhála ein løgreglubil og halda fram beint fyri nøsini á løgregluni inn í bygd øki við eini ferð, sum er væl høgri enn loyvt er. Løgreglumaðurin fór tí aftaná og máldi ferðina hjá bilinum til beint yvir 100 kilometrar um tíman í bygdum øki við Gøtugjógv, har mest loyvda ferð er 50. Ferðin varð máld við, at løgreglubilurin koyrdi aftaná bilinum í einar 250 metrar, so at náðir bilarnir koyrdu í akkurát somu ferð og mátaði ferðina við at hyggja eftir kilometurvís­ aranum á løgreglubilinum. Men fyri at tryggja seg, vórðu boð send eftir Akstovuni dagin eftir og útgjørd við fGPS mátitóli, vórðu nýggjar mátingar gjørdar. Tær mátingarnar vístu, at kilometurvísarin í løgreglu­ bilinum vísti 5,5 kilometrar ov nógv og tað varð so drigið frá hjá unga bilføraranum. Samstundis var óvissan í GPS­tólinum 1,850 kilo­ metrar um tíman. Men fyri at rudda allan iva burtur, vóru tveir kilometrar afturat drignir frá. Sostatt varð bilførarin ákærdur fyri at koyrt minst 94 kilometrar um tíman í bygdum øki, har tað einans er loyvt at koyra 50. Ferð ferin meiri enn 30 kilometrar upp um loyvdu ferðina, er kravið at bil­ førarin missur koyrikortið treytað og má upp til nýggja koyriroynd. Av tí sama vildi ákærin hava hann at betala 1500 krónur í bót og at missa koyrikortið treytað. Tað merkir, at hann skal upp til nýggja koyriroynd. Maðurin játtaði, at hann hevði koyrt meiri enn 50, men hann hevði ikki koyrt yvir 80. Og tað eydnaðist eisini verjanum hjá honum at sáa so stóran iva um mátingina hjá løgregluni, at dómarin tók tað til eftirtektar. Fyri tað fyrsta vísti hann á, at tað er ikki serliga álitisvekjandi, at elta ein annan bil og meta ferðina eftir tí. Hann slóð eisini upp í eini lærubók og har stóð, at verður hesin mátihátturin brúktur, skal løgreglubilurin koyra seinni, enn bilurin, sum ferðin skal mátast á, men so var ikki í hesum føri. Hann vísti eisini á, at teir høvdu koyrt framvið fleiri skeltum og høvdu yvirhálað tvey prutl og tí kundi so stórur ivi sáðast um, yvir hvussu langt strekkið, ferðin varð mátað og um hvussu nógv ferðin varð. Ákærin helt, at hóast allur ivi varð sáddur, var so stórt lop niður á 80 kilo­ metrar um tíman, at kravið um treytaða frádøming átti at verða tikið til eftirtektar. Og tað helt dómarin eisini, men av tí, at maðurin sjálvur hevði viðurkent, at hann hevði koyrt skjótari enn loyvt er, fekk hann 750 krónur í bót, men hann varðveitti koyrikortið. Hevði ikki álit á løgregluni Hjá Miðflokkinum verður tað eitt krav, at undirsjóvartunlarnir ikki forða fyri neyð­ ugum útbyggingum í skúlar, sjúkrahús og almannaverk UndirsjóvartUnlar Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Vit taka fult undir við, at undirsjóvartunlar verða gjørdir í Eysturoynna og í Sandoy. Men vit góðtaka ikki, at íløgurnar í tunlarnar fara at forða fyri neyðugum útbyggingum í heilsuverk, skúlaverk og almannaverk. Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokk­ inum, nú uppundir alt av­ gerðandi viðgerðina í sam­ gonguni um, hvussu og nær teir báðir umstríddu undir­ sjóvartunlarnir skulu gerast. Hann sigur, at tí fer Miðflokkurin at krevja tøl á borðið, sum vísa, at íløgurnar í undirsjóvartunl­ arnir ikki fara at seinka øðrum útbyggingum. Tórfør kabal Hann heldur, at tað kann verða ringt hjá samgonguni at fáa kabalina at ganga soleiðis upp, at allir partar kunnu liva við tí. Hann dugir at síggja fyri sær, at tað verður ómetaliga tórført at fáa semju í sam­ gonguni um, at gera Eystur­ oyartunnilin fyrst og at brúka rakstraravlopið av honum til at fíggja Sand­ oyartunnilin, tí tað fer at merkja at tunnilin í Sandoy skal útsetast í nøkur ár og tað vilja tingmenninir úr Sandoy ikki hoyra talan um. Hinvegin dugir hann eisini at síggja, at tað verður at kalla ómøguligt hjá tí almenna at gera báðar tunlarnar ísenn. ­ Tað er púra vist, at fer eitt samfelag upp á neyðars 48000 fólk undir tveir av heimsins longstu undir­ sjóvartunlum ísenn, verða heimskend. Tann loysnin, sum Mið­ flokkurin heldur vera tann frægasta, er, at privata initiativið varðveitir Eystur­ oyartunnilin, tí so kann tað almenna fara undir Sand­ oyartunnilin. ­ Hetta er frægasti máti at fáa báðar tunlarnar ísenn, heldur Miðflokkurin. Hann sigur, at tunlar krevja ikki so nógv fólk og tí er saktans rúm fyri at gera báðar tunlarnar ísenn, uttan at kollrenna samfelags­ búskapin. Allir vegir upp í Men undir øllum umstøðum er Jenis av Rana rættiliga av­ gjørdur um, at allir vegir til og frá Eysturoyartunlunum, skulu við í kostnaðin. ­ Skal privata felagið gera tunlarnar, skal tað eisini gera vegirnar, tí tað kann ikki koma upp á tal, at tað almenna skal brúka eina trýsiffraða milliónaupp­ hædd upp á vegirnar, tí eisini tað fer at binda landskassan ov nógv og fer at stjala ov nógvan íløgu­ kapital frá øðrum útbyggingum. ­ Og ger tað almenna tunnilin, skal kostnaðurin við vegirnar upp í byggi­ ætlanina av somu orsøk Undir øllum umstøðum verður tað eitt krav frá Miðflokkinum, at tunnils­ loysnirnar verða snikkaðar soleiðis saman, at tær ikki drena landskassan fyri allan íløgukapital tey næstu árini, tí fyri teir er tað avgerðandi, at vit eisini fáa ráð til aðrar útbyggingar hesi næstu árini, tí nógv liggur á láni í heilsuverkinum, skúlaverk­ inum og almannaverkinum. Tað verður fremst atlitið hjá Miðflokkinum, men annars hongir flokkurin seg ikki í, um, hvussu ella nær tunlarnir verða gjørdir. ­ Hjá okkum í Miðflokk­ inum er ongin trupulleiki. Tað eru Tjóðveldið og Javnaðarflokkurin, sum hava trupulleikarnar, stað­ festir Jenis av Rana. Men formaðurin í Mið­ flokkinum er bjartskygdur, tí hann heldur, at saman­ umtikið stendur væl til í samgonguni og hann er eis­ ini sannførdur um, at hon ríður hendan stormin av. Krevur tøl á borðið um undirsjóvartunlar - Vit taka undir við at gera undirsjóvartunlar, men teir skulu ikki drena landskassan fyri ein so stóran part av íløgukarminum, at aðrar útbyggingar verða seinkaðar. Tað verður kravið frá Miðflokkinum fyri at góðtaka eina tunnilssemju, staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins Maður skjeyt til máls í Havn Um 17­tíðina í gjár fekk løgreglan í Havn fráboðan um ein ávirkaðan mann, sum gekk við løddum luftrevolvara uttarlaga við Landavegin í Havn. Sambært løgregluni hótti hann kortini hvørki fólk ella bilar, men hevur helst siktað meiri ímóti skeltum og tílíkum. Løgreglan var skjót á staðið, og verður ávirkaði maðurin nú skuldsettur fyri brot á politiviðtøkuna. Frá sær sjálvum heima við hús Í gjárkvøldið varð løgreglan boðsend at koma til eini hús í eysturbýnum í Havn. Her var ein ungur maðurin vorðin púrasta frá sær sjálvum, og tí varð neyðugt at senda boð eftir løgregluni at koma eftir mannin­ um. Hann hevur sovið á Politistøðini í nátt. Dómarin hevði ikki álit á ferðmátingini hjá einum løgreglumanni og tí sleppur ein ungur drongur undan at taka koyrikortið av nýggjum