týsdagur 20. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 94 - 20. mai 2008
Stutt Sagt
Mugabe
fekk vápnini
Tað
eydnaðist
kortini
zimbabwisku
myndug
leikunum at fáa fatur á
teimum vápnunum, sum
teir høvdu bílagt úr Kina,
men sum suðurafrikonsku
myndugleikarnir
sýttu
fyri at flyta um markið.
Vápnini komu við einum
kinesiskum farmaskipi til
havnarbýin Durban í Suð
urafrika, men myndug
leikarnir sýttu skipinum
at leggja farmin upp.
Skipið
fór
síðani
til
Kongo, og har bleiv farm
urin lossaður og síðani
fluttur við flogførum til
Zimbabwe. Sambært Reut
ers var talan um 77 tons
av lóðuri, granatum og
rakettum. Fleiri lond hava
funnist at zimbabwiska
stýrinum, tí tað keypir
vápn, samstundis sum er
trot er á mati, vatni, brenni
evni og øðrum neyð
synjarvørum í landinum.
Banna
tyssibumbum
Umboð fyri meiri enn
hundrað lond fundast í
hesum døgum í írska
høvuðsstaðnum
Dublin,
har
tey
umrøða
eitt
uppskot um at banna
teimum sokallaðu tyssi
bumbunum.
Benedikt
pávi hevur heitt á londini
um at finna eina semju,
men eygleiðarar vísa á, at
USA, Kina, Russland og
Ísrael, sum keypa tær
flestu
tyssibumburnar,
eru ikki við í Dublin.
Aðalstjórin í altjóða
Reyða
Krossi,
Jakob
Kellenberger, sigur við
BBC, at tyssibumbur eru
eitt
sera
andstyggiligt
vápn. Í teimum eru fleiri
smáar
spreingiløðingar,
sum verða spjaddar um
eitt stórt økið, og sum
bresta, tá onkur kemur at
teimum. Tað ger, at løð
ingarnar
kunnu
liggja
leingi og ofta langt eftir,
at eitt kríggj er liðugt.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
- Fritzl-málið er ein vanlukka fyri Eysturríki. Eg vóni,
at EM í fótbólti kann bjarga umdømi okkara
Alfred Gusenbauer, kanslari
útlond
Vinnur Barrack
Obama valið í
Oregon í nátt, kann
hann tryggja sær
uppstillingina hjá
demokratunum
Teir flestu eygleiðararnir
halda, at Barrack Obama er
sannførdur um, at hann fer
at tryggja sær teir seinastu
neyðugu
valmenninar
á
uppstillingarvalunum
í
statunum Oregon og Ken
tucky í nátt, men at hann
torir ikki at siga tað
alment.
Sum er tørvar Barrack
Obama bara 17 valmenn
afturat fyri at tryggja sær
tann neyðuga meirilutan av
valmonnunum. Meininga
kanningarnar undan valun
um í nátt vísa, at Obama fer
at vinna í Oregon, meðan
Hillary Clinton fer at vinna
í Kentucky.
20. mai kunngera vit,
hvør hevur vunnið upp
stillingina, segði ein tals
maður hjá Barrack Obama
herfyri, men tað er ikki vist,
at Obama fer at lýsa seg
sum vinnara, hóast hann
fær nóg mikið av valmonn
um í nátt. Eygleiðarar siga,
at ger hann tað, kann tað
fáa veljarar hjá Hillary
Clinton at venda honum
bakið.
Nógvir
Clinton
veljarar hava sagt, at teir
fara heldur at sita við hús
valdagin ella at atkvøða fyri
John McCain heldur enn at
atkvøða fyri Obama.
Hjá Barrack Obama
ræður um at stíga varisliga
nú, tí nú ræður um at savna
demokratiska flokkin til
dystin við republikanarar
nar í heyst, sigur Brian
Vargus, professari á Indiana
University við NTB.
Avgerðin kann fella í dag
Vinnur Barrack Obama annað valið í nátt, hevur hann
vunnið meirilutan av valmonnunum
Mynd: Polfoto
Fremmandahatur í
Suðurafrika hevur
elvt til viðurskifti,
sum minna um
apartheid-dagarnar
Ein byglja av harðskapi
herjar fleiri suðurafrikan
skar býir í hesum døgum,
har eirindaleys harkalið jag
stra fólk, sum eru komin úr
øðrum londum. Tey fremm
andu, sum serliga eru úr
Zimbabwe, Malawi og Mo
sambik, fáa skyldina av tí
stóra arbeiðsloysinum, sum
Suðurafrika stríðist við.
Tey fremmandu verða
álopin og bukað, og altjóða
tíðindastovurnar vita eisini
at siga frá tilburðum, har
álopsmenninir hava sett eld
á fremmandafólk mitt á
gøtuni.
Myndugleikarnir
siga, at 22 fólk hava latið
lív í áganginum, og felags
skapurin
Læknar
uttan
Landamark metir, at umleið
6.000 fólk eru flýdd undan
harðskapinum.
Tað er serliga í Johannes
burg, at tey fremmandu eru
fyri ágangi. Løgreglan har
sigur við BBC, at umleið
200 fólk eru tikin og
skuldsett
fyri
harðskap.
Løgreglan
hevur
fleiri
ferðir skotið við gummi
kúlum eftir álopsmonnum.
Sum apartheid
Nógvir suðurafrikanar siga,
at tilburðirnir minna ikki
sørt um tað, sum hendi
undir tí harðrenda og rasist
iska
apartheidstýrinum,
sum endaði fyri 14 árum
síðani. Ágangurin ímóti
teimum fremmandu kemur
eisini
stjórnarflokkinum
ANC sera illa við, tí fleiri
av leiðarunum í flokkinum
flýddu til júst Zimbabwe,
Malawi
og
Mosambik
undan apratheidstýrinum.
Formaðurin í ANC, Jacob
Zuma, hevur roynt at sissa
fólk. Hann sigur við BBC,
at Suðurafrika skal ikki vera
kent fyri fremmandahatur.
Suðurafrika sum í apartheid-tíðini
Álopsmenn settu eld á hendan mannin á
gøtuni í Johannesburg, men tað eydnaðist
løgregluni at sløkkja eldin
Mynd: Polfoto
Jakob Kellenberger er
aðalstjóri í altjóða Reyða
Krossi
Mynd: Polfoto