týsdagur 20. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 94 - 20. mai 2008
Borgarstjórin í Havn,
Heðin Mortensen,
heldur, at tað er
tørvur á einari
nýggjari ítrótta- og
samkomuhøll í
høvuðsstaðnum
ÍTRÓTTUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tórshavnar Býráð hevði í
síðstu viku fund um hallar
viðurskiftini í kommununi.
Tað hevur leingi verið
greitt, at Ítrótta og sam
komuhøllin á Hálsi hevur
ábøtur fyri neyðini, men í
øllum tí tosinum kom spurn
ingurin fram, um tað ikki
hevði verið líka snilt at bygt
eina nýggja høll í staðin
fyri.
Fyri at fáa greiði á tí spurn
inginum kallaði Heðin Mort
ensen, borgarstjóri, inn til
fundar, har bæði politikarar
og embætisfólk vóru við.
Heðin Mortensen sigur,
at fundurin gav greiðar
ábendingar um, at tørvur er
á einari nýggjari høll.
Men tað skal ikki verða
antin ella. Tørvurin á einari
nýggjari høll er eyðsýndur,
men høllin á Hálsi skal eisini
hava neyðugu umvælingina,
sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at tað hevði
verið upplagt at bygt eina
nýggja ítrótta og sam
komuhøll í Marknagili, nú
landið hevur gjørt av at
byggja ein stóran skúladepil
har.
Tað hevði verið upplagt,
at landið saman við Tórs
havnar Kommunu bygdi
eina slíka høll í Marknagili.
Tað fara at ganga einir 1200
ungdómar har úti, og teir
kundu so nýtt høllina um
dagin, meðan kommunan
yvirtók hana eftir skúlatíð,
sigur Heðin Mortensen.
Stórsentur í
Stórutjørn
Tað hevur verið spurnartekin
sett við, hví Tórshavnar
Kommuna ikki byggir eitt
stórsentur líknandi Clicki
min sentrinum í Lerwick,
men tað heldur Heðin Mort
ensen ikki er aktuelt longur.
Tað er við í Stórutjørn
verkætlanini, so tað hevði
ikki verið skilagott av
kommununi eisini at gjørt
eitt. Vit skulu nú taka støðu
til, í hvønn mun vit skulu
verða við í sentrinum við
Stórutjørn, um tað bara
verður í svimjihøllini ella í
øðrum eisini, sigur Heðin
Mortensen.
Men hann er sannførdur
um, at tað verður neyðugt
hjá kommununi at skapa
karmarnar fyri, at vit kunnu
skipa fyri altjóða kapping
um, og tað er komið fram,
at verandi hallir lúka ikki
altjóða krøvini til eitt nú
flogbólt.
Sum nevnt hevði tað
verið ynskiligt, at landið sam
an við okkum bygdi eina høll
í Marknagili, men eitt er vist,
vil landið ikki verða við,
mugu vit gera tað sjálvi,
sigur Heðin Mortensen.
Hann heldur, at tað ræður
um at hyggja stórt upp á ting
ini, og í løtuni arbeiðir umsit
ingin við at finna út av, hvat
ein slík nýggj ítrótta og
samkomuhøll kostar. Tí at
hon kemur, tað liggur í kort
unum.
Tørvur á nýggjari høll
Fekk hval í gørnini
Norski útróðrarmaðurin Roar Andersen fekk ein hvøkk
nú um dagarnar, tá hann fór at draga gørnini, sum hann
hevði sett á einum firði í Troms. Roar Andersen hevði
sett gørn eftir rognkelsum, men hendan dagin hevði ein
sildreki vavt seg upp í gørnini. Roar bað myndugleikarnar
um hjálp, og tá tað vísti seg at vera vónleyst at bjarga
hvalinum, bleiv hann skotin. Sambært bløðunum var
sildrekin minst 13 metrar langur og vigaði fleiri tons.
Keypa ikki kópaskinn
Tað gongur so illa hjá grønlendingum at selja
kópaskinn, at av teimum 7.000 skinnunum, sum
vórðu boðin til sølu á marknaði í Danmark herfyri,
bleiv ikki eitt einasta selt. Høvuðsorsøkin er altjóða
mótstøða ímóti kanadisku kópaveiðini, og prísurin á
kanadisku skinnunum er eisini farin í botn. Finn
Karlsen, landsstýrismaður, sigur, at hann ætlar sær at
taka málið upp á norðuratlantiska fiskimálaráðharraf
undinum á Malta.
Nógv fólk stimaðu út á fjørðin at hyggja at hvalinum
Mynd: Aftenposten
Í nøkur ár hevur verið
arbeitt við at fáa eitt
krígssavn í Vágoy.
Orsøkin er tann
sjálvsagda, at undir
seinna heimabardaga
vóru einir 10000
hermenn í oynni, tá ið
teir vóru mest
KRÍGSSAVN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Nú hevur Vága Kunningar
stova sent vinnuráðharran
um Bjørt Samuelsen eina
áheitan og umbøn viðvíkj
andi ”Operation Room”
sum er Grøna húsið við
Flogvøllin.
Vága Kunningarstova vís
ur á, at Fornminnissavnið
hevur havt vitjan av einum
breta sum var her undir
seinna heimsbardaga og
hevur bretin givið lyfti um
at hjálpa við at finna gomlu
tekningarnar av bygningin
um, so hann verður settur í
uppruna stand.
Ætlanin við húsinum er,
at tað skal verða ”operation
al Room” fyri ferðavinnuna
í Vágoy. Vága Kunningar
stova kemur kanska at
liggja har, sigur Vága Kunn
ingarstova.
Vága Kunningarstova við
mælir eisini, at allar ognir
nar Grøna húsið, Tornið
og økið rundanum verður
latið einum felagi ella
stovni í Vágoy, skrivar vága
portalurin.
Grøna húsið sum
krígssavn
Heðin Mortensen, borgarstjóri, heldur, at
tað er tørvur á einari nýggjari høll, sum
lýkur altjóða krøv