Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 94 - 20. mai 2008 Kaupþing kærir blað Íslendska felagið Kaupþing hevur sent norska blaðmannafelagnum kæru um eina grein, sum stóð í blaðnum Dagens Næringsliv fyri fjúrtan døgum síðani. Har skrivaði blaðið millum annað, at viðskiftafólk rýmdu frá íslendska bankanum. Jónas Sigurgeirsson, kunningarstjóri hjá Kaupþing, sigur við Vísir, at Dagens Næringsliv gjørdi ov nógv av og fór lætt um sannleikan. Kaupþing hevur fyrr kært DN, og ta ferðina fekk fyritøkan viðhald. Mærsk illa umtókt Herfyri vísti ein kanning hjá Børsen, at danska stórfyritøkan A.P. Møller-Mærsk er ikki so væl umtókt millum manna, sum hon var. Orsøkin er, at felagið hevur sagt umleið 3.000 fólk hjá deildini Maersk Line úr starvi, og aðalstjórin, Nils Smedegaard Andersen, ásannar, at tað hevur ávirkað umdømi felagsins. Sambært kanningini hjá Børsen er Mærsk ikki longur millum tey bestu arbeiðsplássini, og leiðslan er heldur ikki tann besta longur. Jónas Sigurgeirsson er kunningarstjóri hjá Kaupþing Mynd: Vísir Bátastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mynd: Jens Kr. Vang Vestmenningar bjóða nú aftur til árligu bátastevnuna, sum verður í Vestmanna leygardagin komandi. Hetta er sjeynda árið á rað, at skipað verður fyri hesi stevnu, og vestmenn- ingar dylja ikki, at teir helst vilja, at stevnan í fyrsta lagi verður verandi ein báta- stevna – merkt av bátum og bátsfólkið. Leygarkvøldið verður almennur dansur í Ítróttar- høllini í Vestmanna, og tá er vanligt, at nógv fólk koma úr øðrum bygdum at hugna sær saman við báts- fólkið og vestmenningum annars. Lokalu bólkarnir úr Vestmanna, Thunderbirds og Bridge, fara at undirhalda við tónleiki og sangi, og bussur koyrir úr Havn – um bygdirnar norðureftir og koyrir síðan suðuraftur eftir dansin. Vanliga plagar Ítróttar- høllin at verða fullsett hesa náttina – við glaðum og lívligum stevnugestum. Góðar veðurvánir Ein treyt fyri eini góðari bátastevnu er veðrið, sum ikki altíð hevur hepast so væl stevnudagin í Vest- manna. Í fjør vóru líkindini held- ur vánalig og bátar, sum vóru á veg norður gjøgnum Hestfjørð og Vestmanna- sund leygardagin, høvdu ringan túr. Seinastu tíðina hevur ver- ið verið gott, lýtt og blýtt, og líkt er til, at hetta veðrið eisini fer at halda sær á bátastevnuni hesaferð. Skulu vit trúgva DMI (Danmarks Meteorologiske Institut), verður hampiliga gott og støðugt verður teir næstu dagarnar – og eisini leygardagin. Veðurvánirnar fyri miku- dagin, hósdagin, fríggjadag- in og leygardagin, sum er stevnudagurin, siga, at hann verður eystligur ella land- synningur í ættini. Hetta er góð ætt í Vestmannasundi og Vestmanna, og sambært streymtalvuni, verður strey- murin eingin trupulleiki. Hann sigur bert eitt lot og frískt lot allar hesar dagar- nar, 5-10 m/sek. Vit kunnu vænta bæði skýggjað veður, men stundum eisini sól. Hitin um dagin fer at liggja millum 9 og 12 stig – og um náttina niður í 5-8 stig. Í Vestmanna siga tey, at eysturættin og lágættin eru góðar, og at sólin saktans kann fara at síggja, hóast veðrið kanska er tyngri syðri og eystari á landinum. Góðar umstøður Vanligt hevur verið hini árini, at fleiri bátar fara út í Hest longu fríggjakvøldið at leggja seg til dagin eftir. Hetta er kanska meira ein túrur fyri menninar, sum onkur hevur tikið til. Og tó eru kvinnur ofta eisini umborð á onkrum av hesum bátum. Í Hesti plagar báts- fólkið at hugna sær og kanska gera sær ein góðan bita umborð á bátunum, áðr- enn farið verður til hvíldar, og kósin morgunin eftir verður sett norður í Vest- mannasund. Bátarnir, sum taka lut á bátafestivalinum í Vest- manna, plaga at hittast við Fútaklett undir Vágalandin- um tíðliga seinnapartin leygardagin, og tá ið stevnt verður inn á Vestmanna, er tað við snotuliga sluppung- anum Ólavi hjá Alfredi Olsen á odda. Tað er VÍF, sum stendur aftanfyri bátastevnuna, og eftir stevnuna í fjør setti fel- agið eina nevnd, sum burtur av tekur sær av at fyriskipa og avgreiða øll viðurskifti rundan um stevnuna. Forkvinna í VÍF er Jón- gerð Nielsen, og hon leggur dent á, at tey royna at halda fast um, at bátastevnan ikki verður ein bygdastevna, soleiðis sum vit kenna hesar úr øðrum bygdum. - Vit vilja, at hetta fram- haldandi verður ein báta- stevna við tí, sum hoyrir til eina slíka stevnu, har dentur verður lagdur á bátar og bátsfólk – sjálvandi saman við øðrum aktivitetum, eis- ini fyri børn og ung. Jóngerð sigur, at tað, sum liggur eftir stevnuna, eisini í ár fer til kappróðarneystið, sum felagið, ið hevur hond- bólt, kappróður og badmin- Vestmenningar bjóða aftur til bátastevnu - Tað er ein heilt serligur dámur yvir Vestmanna og serliga yvir bryggju- økinum eitt slíkt kvøld. Fólk vitja umboð á bátunum hjá hvørjum øðrum, og onkur steikir búffar, kókar fugl ella bjóðar føroyskan viðskera. Kanska hevur onkur eina harmoniku, sum plagar at fella væl inn í stemningin eitt slíkt kvøld, sum má upplivast, sigur Jóngerð Nielsen, forkvinna í VÍF Í fjør viðraði illa, og tað var ikki, fyrr enn bátarnir komu inn á Vestmanna, at líkindini at sigla batnaðu. Teir bátar, sum komu úr Hesti, høvdu baldrutan túr norður í Vestmannasund. Nú sigur hann blíðari veður Bátastevnan í Vestmanna er nakað heilt serligt hjá mongum bátaeigarum, sum hava verið við síðan byrjan - fyri sjey árum síðan. Umstøðurnar í Vestmanna eru eisini nógv betri nú, enn tær vóru í byrjanini