týsdagur 20. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 94 - 20. mai 2008
Fjallafípan fingið
heimasíðu
Enn ein ansingarstovnur í Klaksvíkar kommunu hevur
fingið heimasíðu. Hesaferð er tað Fjallafípan, ið hevur
leitað sær út á netið. Heimasíðan kann røkkast á www.
fjallafipan.fo. Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri
tendraði fyri heimasíðuni. Fjallafípan er ein kommunalur
stovnur, sum læt upp tann 1. september í 2002.
Fjallafípan hevur dagliga 35 børn í aldrinum 4 til 7 ár.
Ósemja um hvalaveiði
Íslendska fiskimálaráðið kunngjørdi í gjár, at tað hevur
gjørt av at loyva hvalabátunum at skjóta 40 sildrekar í ár.
Avgerðin hevur sambært fiskimálaráðnum støði í
samtyktini frá 2006 um at taka vinnuliga hvalaveiði
uppaftur. Í fjør veiddu íslendingar seks sildrekar til
vinnuligt endamál. Men stjórnin er ikki samd um
avgerðina, tí seinnapartin í gjár kunngjørdi annar
stjórnarflokkurin, Samfylkingin, at hann tekur ikki undir
við avgerðini.
Íslendska stjórnin er ósamd um at taka hvalaveiðina
uppaftur
Mynd: Morgunblaðið
nú
ton, hevur bygt.
- Neystið er uppkomið og
er innlokað. Niðara hæddin
er liðug við wc, brúsum,
venjingarhøli og plássi til
bátarnar, so hesir kunnu
standa inni. Enn er ovara
hæddin eftir, og nú stremba
vit eftir at fáa hesa lidna.
Hon sigur, at tíverri er
10-mannafarið Vestmenn-
ingur ikki mannaður í ár, og
tí er onkur av teimum, sum
hevur róð við Vestmenningi,
farin umborð á Kvívíking.
Hinir báðir bátarnir, 5-
mannafarið Havfrúgvin og
6-mannafarið Fortuna eru
mannaðir.
Stór undirtøka
Jóngerð fegnast um, at báta-
stevnan í Vestmanna hevur
havt stóra undirtøku undan-
farin ár.
- Í fjør, tá vit vóru so
óheppin við veðrinum, vóru
bátarnir einir 60-80 í tali,
men
nú
veðurlíkindini
tekna seg nógv betur, vænta
– og vóna – vit, at bátatalið
verður munandi størri.
Hon sigur, at eingin til-
melding er til bátastevnuna,
men øll, sum eiga bátar og
hava hug at verða við, eru
meira enn vælkomin.
- Umstøðurnar í Vest-
manna hjá bátum og báta-
eigarum er betri nú, enn tá
vit byrjaðu. Nú hava vit
brúgvar, og bátarnir fáa
bæði landstreym og vatn.
Trygdin verður eisini í
hásæti, tí vaktir verða við
bátabrúgvarnar alla náttina,
leggur Jóngerð aftrat.
Hon sigur, at bátarnir
skulu møta við Fútaklett
leygardagin klokkan 14.30,
og síðan verður stevnt inn á
Vestmanna, har bátarnir
verða skrásettir, og alt báts-
fólkið verður bjóðað heita
suppu og okkurt leskandi í
hølunum hjá gomlu Brand-
støðini.
Umstøðurnar hjá stevnu-
gestum eru eisini góðar í
aðrar mátar, tí á økinum við
skipasmiðjuna er pláss lagt
av til húsvognar, har fólk,
sum eiga slíkar, kunnu seta
sínar vognar.
- Tað er ein heilt serligur
dámur yvir Vestmanna og
serliga yvir bryggjuøkinum
eitt slíkt kvøld. Fólk vitja
umboð á bátunum hjá hvørj-
um øðrum, og onkur steikir
búffar, kókar fugl ella bjóð-
ar
føroyskan
viðskera.
Kanska hevur onkur eisini
eina harmoniku, sum plagar
at fella væl inn í stemn-
ingin.
Hon sigur, at leygarkvøld-
ið fer stevnunevndin eisini
at grilla stevnubúffar á
bryggjuni, eins og Sámal
Ravnsfjall og Jóan J. Gutte-
sen fara at syngja og spæla
– og á midnátt verður fýr-
verk sent á bryggjuøkinum.
- Jú, hetta er ein serligur
dámur, sum má upplivast,
leggur Jóngerð aftrat.
Nógv á skránni
Leygardagin verður eisini
bjargingarroynd
á Vest-
manna við bjargingarbátum
og tyrlu.
Stubbin í Kvívík fer at
hava framsýning av bátum
og húsvognum Inni á Fjørð,
og ungdómshúsið Staðið
fer at hava listaframsýning
við ungum og evnaríkum
listafólkum. Í ungdómshús-
inum fer Ása Wraae eisini
at syngja.
Jóngerð sigur, at Fjøru-
krógvin verður opin í sam-
bandi við stevnuna, og tað
verða klædnahandilin Vest-
móti
og
gávuhandilin
Romantique eisini.
- Í Ítróttarhøllini verður
ymiskt til børnini, eitt nú
tombola, hoppiborg, fiski-
brunnur, andlitsmáling – og
har verður eisini bóltkast,
sum eitt nú vestmenningum,
sum spæla nógv hondbólt,
plagar at dáma sera væl. Í
Ítróttarhøllini verður eisini
kaffisøla og søla av luta-
seðlum.
Agnar Joensen fer eisini
at leiga út sonevndar atv-
motorsúklur til koyring Inni
á Fjørð, har breyt er til
endamálið.
Jóngerð
Nielsen,
for-
kvinna í VÍF, vísir annars til
heimasíðuna hjá felagnum,
www.vif.fo, har meira fæst
at vita um bátastevnuna í
Vestmenna og tey mongu
tiltøk, sum fyriskipað verða
í hesum sambandi.
Bátarnir, sum luttaka á
bátastevnuni í Vestmanna,
skulu møta við Fútaklett
leygardagin klokkan
14.30. Tað verður snotuligi
sluppungin Ólavur, sum siglir
fremstur inn á Vestmanna við
fylginum