Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 13 Hvussu ber tað til? Gongur ikki strúkandi við búskap­ inum? Tað verður bygt, sum ongantíð fyrr. Er tað ikki nóg attraktivt at búgva í Føroyum? Men, rætt er tað, at fólkatalið stendur í stað. Tað sær út, sum vil fólkatalið ikki uppá 50.000. Men tey, sum undr­ andi spyrja, hví búskaparliga boomið hesi seinni árini ikki fáa fólk at støðast, seta helst ein skeivan ella ómøguligan spurning. Burturflyting er einki nýtt Summatíðir ljóðar, sum polit­ ikkarar halda, at flyting er nakað nýtt; at kreppan ella katastrofan í 90­unum var fyrsta ferðin at fólk flýggjaðu av landinum. So er ikki. Fólk hava so langt aftur tøl eru til flutt aftur og fram. Sum oftast hevur ein nettoflyting verðið av landinum. Tí kann sigast, at árini í 70­unum og 80­ unum vóru positiv undan­ taksár. Ella heldur, at fram­ gongdin í hesum tíðarskeiði bygdi á kyksendi. Men tó eitt kyksendi, ið var gjørt av føroyskum politikarum og teirra skeivu ella manglandi avgerðum. Vælstandurin bygdi á kyksendi Gongdin í fólkatalinum sær (á kurvumyndini) jøvn og stabil út frá 1970 og fram til 1989. Men so brast ballónin. Men hví bleiv hon so hart pumpað, at hon brast? Henda tíðin var annars – á skræðuni – ein góð tíð við vælstandi, so samfelag­ ið uppá mangar mátar gjørdist attraktivt og lokkandi. Kreppur næstan 10. hvørt ár Hóast burturflytingin í 90­ unum var serliga ring, hava periodur verið fyrr við stórari flyting. Í 1930­unum var kreppa, ið kanska rakti Suður­ oynna harðast. Hon er ongan­ tíð rættiliga komin fyri seg aftur. Í 1950­unum hendi tað aftur. Gullash­tíð aftaná kríggið. Villar íleggingar, Sjóvinnubankin fór fallit. Fiskimenn fóru við norskum, týskum og íslendskum trolar­ um. Kvinnur arbeiddu í sild í íslandi. Ein hópur av fólki fekk sær arbeiði í Danmark. Í 1960­ unum var eisini ein minni kreppa, hóast fiskiflotin tá var endurnýggjaður við línubátum og trolarum. Ikki bert hava kreppur verið 10. hvørt ár at kalla, men líka so ofta hevur verið neyðugt at fáa peningaliga hjálp uttanífrá til at stabilisera tað føroyska samfelagið. Kvinnumangul er einki nýtt Tað ljóðar aftur frá politikar­ um og í bløðum, at talið av kvinnum er nógv lægri enn talið av monnum, og satt er tað. Men tað er einki nýtt í tí. Soleiðis hevur tað verið kon­ stant síðan seinna Heim­ skríggj. Talið av kvinnum minkaði frá 1945­50 skjótt úr 98 niður á 93 pr. 100 mennn, og hevur verið næstan konstant síðani. Kreppan í 90­unum fekk lutfalsliga kvinnutalið at vaksa. Var tað gott? Nei, forkláringin er helst tann rættiliga einfalda, at tá rýmdu menn eisini í hópatali. Arbeiðsloysi í Føroyum. Hvussu skal talið skiljast? Seinnu árini hevur arbeiðsloys­ ið verið lágt í Føroyum. Spurn­ ingurin er, hvussu reelt hetta talið er, og hvussu tað skal forstandast. Tað hevur leingi verið ein traditión, at sigla úti, at lesa ella fáa arbeiði uttan­ landa. Fyri 40­50 árum sigldu nógvir fiskimenn við fremm­ andum fiskiskipum. So, hvar fólk hava haft registreraðan bústað kann til tíðir hava verið eitt flótandi hugtak. Eitt lágt arbeiðsloysistal í Føroyum sigur kanska líka nógv, at arbeiðsloysið í Dan­ mark er lágt, og at tað sýgur føroyska arbeiðskraft til Dan­ markar. Kanska er tað just tað, sum hendir í hesum árum, har tað reella arbeiðsloysi í Dan­ mark er søguliga lágt og lægri enn í nøkrum øðrum landi í Europa. Helst er tað so, at tann danski arbeiðsmarkn­ aðurin dregur, tí tilboðini eru meira varierað og broytilig enn í Føroyum. Tá arbeiðs­ loysið var høgt í Danmark í 1980­unum, fluttu nógv til Føroyar. Fleiri flytingar til útlandið enn innanoyggja Føroyar eru uppá mangar mátar so smáar, so mikro, at hvørki lærubøkur í økonomi ella demografi kunnu brúkast uppá Føroyar sum ”land.” Eitt nú eru flytingar millum Føroy­ ar og útlandið fleiri í tali enn flytingar innanoyggja. Tá vit her siga ”útland”, so er veru­ leikin, at 80­90 % av øllum flytingum fara til Danmarkar. Soleiðis hevur tað eisini verið í 50 ár, og helst nógv longri. Og tað er einki løgið ella skeivt í tí. Uppá hendan mátan líkist pinkulandið meira eini meðal danskari (ella aðrari) kommunu. Sama er við arbeiðsmarknaðinum, arbeiðs­ loysistalinum og búskapinum sum heild. Flytingarnar eru eitt fínt barometur Hvør flyting er ein privat av­ gerð. Fólk hava ymsan tørv, ymisk ynskir til útbúgving, arbeiði, karrierumøguleikar, bústað. Men eisini umhvørvið/miljø í breiðari merking. Her loyvi eg mær at blaka eitt fínt orð inn: urbanitet. Ynskja fólk at liva í einum stórbýi, Keyp­ mannahavn, London ella á bygd í Hattarvík ella í Funn­ ingi? Ymisk krøv, ymiskir møguleikar. Javnvágin í flytingini er heldur einki stabilt ella kon­ stant fyribrigdi. Tíðir broytast. Globalisering er ikki bara møguleikin at keypa bílig kinesisk amboð ella T­shirts. Globalisering er eisini sam­ skifti, informatión. Møgu­ leikin at kunna arbeiða frá einari teldu við hot­spot hvar sum helst í verðini. Úr Turkalandi, New York ella Azorunum. Soleiðis er flytingin eitt fínt barometur, sum vísir hvussu fólk meta møguleikar heima og úti. Hvussu attraktivt tað er at búgva her ella har. Man kann eisini siga, at flytingin er ein atkvøða ”við kufferti­ num”. Tey fara ella koma. Nakrar niðurstøður: Tað er lítið ella einki beinleið­ is samband millum búskap­ arligan vøkst í Føroyum og framgongd í fólkatalinum. Kreppur, sum koma við mill­ umbilum, kroysta fólk av land­ inum í stórum tali. Hinvegin er tilflytingin meira jøvn Tað er einki nýtt, at færri kvinnur enn menn eru í Føroy­ um, soleiðis hevur tað verið í meira enn 50 ár. Tað at fáa fólkatalið at vaksa er ikki eitt mál í sjálv­ um sær. Uppgávan átti at verið at gera tað liviligt og attraktivt hjá teimum, sum hava valt at búseta seg í landinum. Fólkatal 1970-2007 37000 39000 41000 43000 45000 47000 49000 1970 1975 1980 1985 1990 1995 2000 2005 Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2008? Send eina grein til dorit@sosialurin.fo Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli Hví stendur fólkatalið í stað? Næstu ferð: Hósdagin skrivar Kristianna Winter Poulsen um føroyska luttøku í ES gransking Tíðargreinin tíðargreinin Rolf Guttesen, geografur Sosialurin fer komandi dagarnar at hava samrøður við fólk, sum av ymsum orsøkum hava valt sær bústað í Danmark. Hvørjar tankar hava tey havt um hetta, og um møguleikan at flyta til Føroyar aftur?