Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 94 - 20. mai 2008 Heldur ikki hesaferð vann uppskotið um nýggjan tunnil Norður um Fjall frama á tingi. – Hetta er einki minni enn ein katastrofa fyri okkum, sigur Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasundi Tunnil Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Hvannasund: - Tað sær ikki gott út fyri okkara øki! Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu hevur fylgt væl við orða- skiftinum um ætlaðu nýggju tunlarnar í Norðoyggjum. Hann dugir væl at síggja, hvussu stóran týdning gott vegasamband hevur at týða fyri økið norðanfyri á Borð- oynni og Viðoynni. Uttan gott vegasamband er einki lív norðanfyri, og tí má alt gerast fyri at tryggja fólki bestu umstøður at ferð- ast og at búseta seg. - Eg veit um fólk her í økinum, sum hótta við at flyta hiðani, um ikki ein nýggjur tunnil kemur rætti- liga skjótt, sigur borgarstjór- in álvarsamur á málinum. Uppskotið miðaði annars eftir at gera tveir tunlar – ein millum Klaksvík og Árnafjørð, og ein millum Árnafjørð og Depil. Eftir uppskotinum, sum varð gjørt eftir leistinum í stóru samferðsluætlanini, kundi arbeiðið verða liðugt í 2012. Tað skuldi í mesta lag kosta 292 mió krónur at gera hesar báðar tunlarnar. Allir atkvøddu ikki Fólkið norðanfyri tunlarnar á Borðoynni vóru fegin, tá uppskotið um hesa nýggju tunnilsætlanina varð lagt fyri tingi í mars mánaði. Tríggir av teirra egnu løg- tingsmonnum løgdu fram uppskotið um nýggjan tunn- il við tilhoyrandi vegasam- bandi millum Klaksvík, Árnafjørð og Depil. Tey høvdu vónað, at hini tingfólkini fóru at taka undir við tí, men óttaðust í sama viðfangi fyri, at tað fór at verða raðfest aftarlaga ella als ikki í útbyggingini av samferðslukervinum í Norðoyggjum. Tá málið kom til 2. við- gerð fyrr í hesum mánaðin- um, og skuldi til atkvøðu- greiðslu, fall tað við einum braki: 8 vóru fyri og 17 ímóti, meðan 1 atkvøddi blankt. - Hetta vóru vit sera vón- brotin av. Vit høvdu um ikki annað væntað, at allir tingmenninir her úr økinum fóru at atkvøða fyri tí. - Men úrslitið gjørdist kortini eitt annað. Og tað er sterkt páklagiligt, slær Júst Poulsen fast. Trupul tíð Fyri økið norðanfyri Klaks- vík hevur tað stóran týdning at hava gott samband. Hetta vita tey í Hvanna- sundi og tey á Viðareiði, men tað gongur helst eitt sindur truplari at fáa lands- ins politikkarar at skilja hetta. Tá tunlarnir á Borðoynni komu fyri 40 árum síðani, var hetta einki minni enn ein stórhending fyri alt økið. Umvegis byrgingina um Hvannasund fekst nú vegasamband við megin- økið, og var hetta við til at skapa grundarlag fyri livi- líkindum og umstøðum hjá teimum. Tíðin er kortini farin frá hesum einsporaðu tunlun- um, og ein bati á hesum økinum hevur eisini verið at hoyrt, higartil bert í val- skráum og politiskum fund- um fjórða hvørt ár. Fyri fólkið norðanfyri er hetta ein spurningur um menning ella í ringasta føri avtofting: - Í løtuni sær tað ikki so bjart út hjá okkum, sigur Júst Poulsen. Uttan tunnil verður økið avtoftað - Vit høvdu væntað og vónað, at uppskotið um tann nýggja tunnilin varð samtykt hesaferð. Men so varð ikki, staðfestir Júst Poulsen, borgarstjóri í Hvannasundi ” Eg veit um fólk her í økinum, sum hótta við at flyta hiðani, um ikki ein nýggjur tunnil kemur Júst Poulsen, Hvannasund Øðrvísi kafé á Tvøroyri Frá hóskvøldinum og fram til vikuskiftið verður skipað fyri fleiri ymiskum andaligum tiltøkum á Tvøroyri. Hóskvøldið verður eitt serligt tiltak í kantinuni í skúlan- um í Trongisvági, har donsku hjúnini Susanne og Leif Madsen greiða frá trúboðaraarbeiði teirra í afrikanska landinum Kenya. Tiltakið er skipað sum eitt kafé-kvøld, har Randi Nolsøe somuleiðis fer at luttaka við sangi. Tiltakið er ókeypis. Norsk kollvelting á Tvøroyri Um vikuskiftið fær Suðuroyggin vitjan av »kollveltingar- sinnaðum« fólki úr Noregi. Talan er um fólk frá felags- skapinum “Jesus Revolution”, og sum hava ferðast kring um Europa við boðskapi og tónleiki sínum. Nú stendur Tvøroyri fyri framman, og verða tiltøk bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið við luttøku einum toymi frá felagsskap- inum. Fyrrapartin leygardagin er ætlanin at hava eina lítla framførslu í miðbýnum. Hetta tiltakið er eisini ókeypis. Uppskotið um tunnil Í uppskotinum til nýggjar tunlar varð eisini grundgivið fyri uppskotinum. Her verður millum annað sagt: Verandi farleið Norður um Fjall, frá Klaksvík og yvir til Árnafjarðar og víðari norður til Norðdepils varð tikin í nýt- slu, tá tunlarnir vórðu latnir upp í ávikavist 1967 og 1969. Tunlarnir hava bara eina koyribreyt og lúka sjálvsagt ikki nútíðar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð. Fríhæddin er 3,2 m og breiddin 3,5 m, størri akfør kunnu tí ikki koyra ígjøgnum tunlarnar, sum eru álvarsligir fløskuhálsar fyri bygdirnar norðanfyri. Vit skulu minnast til, at tá tunlarnir vórðu tiknir í nýtslu fyri 40 árum síðani, var størsta akfarið í Norðoyggjum lastbilur upp á 3,5 tons. Í báðum tunlunum er bara ein koyribreyt, og skal suðurgangandi ferðsla halda aftur fyri mótkoyrandi ferðslu. Hetta skapar ruðuleika, tá akfør, sum ganga í gjøgnum tunlarnar, men ikki sleppa inn á víkiplássini, møtast, ella tá fleiri bilar samanhangandi skulu víkja á sama víkiplássi fyri mótkoyrandi ferðslu. Tí er verandi støða ein deyðsfella, har eingi trygdarkrøv yvirhøvur eru ásett og enn minni uppfylt. (Uppskotsstillarar: Tingmenninir Anfinn Kallsberg, Jákup Mikkelsen og Bjørn Kalsø) FAKTA