Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 94 - 20. mai 2008 tíðindi Konsertummæli Sunneva H. Eysturstein sunneva@sosialurin.fo - Eg eri ein hopleysur nostalgik- ari. Havi ongantíð skammast av tí, men havi hinvegin altíð hildið tað verið áhugavert at hugsa um, at tann einasti munurin á løtuni, tá eg skrivaði hendan sangin, og nú, er nakað so tilvildarligt sum tíð. Hetta var bert ein av teimum mongu, áhugaverdu hugleiðing- unum hjá Martin Joensen hetta kvøldið, sum hann í hesum førinum kom fram til, tá hann prátaði um lagið »Í gjár«. Eg fór oman bara fyri hugnan og fyri at vita, hvussu tað sá út og fór fram har, men kvøldið hevði onkursvegna so nógv áhugavert at bjóða uppá, at eg kendi beinanvegin á mær, at tað mátti endurgevast. Haldi, at tað var júst nostalgi, sum gjørdi, at eg hevði tað soleiðis. Smíl, rura og murra - Hetta eru menninir, ið gera løgini hjá mær til tónleik, segði Martin, tá hann presenteraði bólkin hjá sær. Eg var eitt sindur sein til konsertina, so eg gekk beint inn í væl koyrandi tónar, hugna, fjølbroytt smíl og hugna- ligu røddina hjá Martini. - Pauli her við síðun av mær spælir á bass, Eyðun her aftan- fyri uppá gittara og Jákup á stál og dobro, segði hann og peikaði runt á teir so hvørt. (Pauli Magnussen, Eyðun M. Hansen og Jákup Zachariassen, blaðkv.) Eitt tað fyrsta, sum eg beit merki í, var, hvussu reint og pent tað var í Tórskjallaranum. Onkursvegna hevði eg ímyndað mær, at tað fór at vera meira myrkt, rátt og slummut, men tað er so við hugfloginum; tað vísir ofta myndir, ið ikki ordiliga samsvara við veruleikan. Harafturat var eitt lekkurt huglag har inni, ein sovorin deilig sjarma yvir tí heila, sum bara fær teg at smílast, rura og murra afturvið samanspælinum og »Í náttardreymum ert tú nærri enn nakrantíð. Tín andadráttur gevur mær lív. Í náttardreymum ert tú vakrari enn nakrantíð. Men tá eg vakni, ert tú har tá?« frá tí eina lagnum hjá Martini, sum kallast »Í tínum eygum«. Søgurnar fáa meining Martin borðreiddi við einum rættiliga breiðum úrvali av rúgvusmikla sang-lagrinum hjá sær, sum í dag telur gott og væl 100 løg í alt. M.a uber slagaran »Leygarkvøld í Havn«, sum Ólavur Højgaard hevur skrivað tekstin til, í steel/blues/funk útgávu; »Morgun«, ið Martin skrivaði til ein av synunum hjá sær í 1985; »60'ini« við feita steelgittaranum hjá Jákupi; vakra, hjartanemandi lagið »Róð«; og ikki minst »Svarti Ravnur«, sum Martin tengdi fleiri áhugaverd minnir at. Hann nevndi fleiri ferðir, tá hann royndi at greiða frá, hvat eitt lag handlaði um, at tað ber so illa til at greina tekstirnar, tí hann veit ofta ikki sjálvur, hvat teir eru um, fyrr enn nógv ár aftaná. Og hann er nú so við og við farin at skilja betri, hvat myndamálið og søgurnar í botn og grund meinast við. »Svarti Ravnur« er eitt av teimum løgunum. Og her er ein av søgunum, ið við árunum eru komnar fram í hesum lagnum: Tá Martin var smádrongur, høvdu hann og systkini hjá honum øgiliga keðiligt eksem. Tað var einki krem ella heili- vágur av nøkrum slag fyri eksem tá, so tað einasta, tey fingu gjørt, var at skriða. Og tey skriðaðu húðina, inntil hon datt av. So kom skrúva á, og húðin gjørdist ruflut og myrk. Tey blivu happað av hesum, og hini børnini vildu ikki leiða tey í skúla, tí tey sóu soleiðis út. Síðsta reglan í lag- num er »Ljósir kroppar heilsa tær og undrast á búna tín«. Martin greiddi frá, at hann nú dugir at síggja, at teir ljósu kropparnir eru mynd av hinum børnunum. At svarti ravnurin er ein ímynd av honum sjálvum, og at eksemið onkursvegna er búr hansara. Onnur løg hetta kvøldið, vóru m.a alternativi, rapp-føroyasang- urin, ið eg ongantíð fangaði heitið á; frumframførslan av »Enn einaferð« hjá bólkinum 4; »Tað kundi verið so gott«, ið varð skrivaður í krepputíðini síðst í 80unum við lýsingarorð- unum »uppsagdur« og »veingja- brotin« at styrkja um gølu úttrykkið í tekstinum; »Hált í støðum«, og blueslagið »Í heygadali« har »Sólin sveittar og treingir til ein sodavatns ís«. Nostalgi kann hava stóran týdning Tekstirnir hjá Martini eru so erligir og beint fram, sum teir kunnu vera. Og harvið eisini knívskorið karismatiskir við einari rúgvu av dýbd. Í tí modernaða poppresinum, ein rokast í í gerandisdegnum, haldi eg, at tað bæði er týdningarmikið og ikki minst læruríkt at fáa eitt sindur av eldri kulturinnspræning innímillum. Eitt sindur av tí, sum legði lunnar; eitt sindur av upp- runa. Tí hetta er ein stórur partur av okkara tónleikamentan, og okkara nostalgi liggur í teimum tónleikarunum, sum herdu á før- oyska tónleikalandslagið í 70unum og 80unum. Vit eiga at geva okkum tíð at njóta tað eis- ini, tí uttan tað, var modernaða poppresið slett ikki so, sum tað er í dag. Tað var í botn og grund hetta, sum eg kom at hugsa um og ynskti at endurgeva síðsta hós- kvøld í Tórskjallaranum. Eg ætli mær avgjørt oman aftur at fáa enn fleiri inntrykk og svimja eitt sindur meira í nostalgiið. Tí hetta er hugnaligt og heitt og gott fyri okkum at gerast tilvitað um; hetta, at tónleikurin her í landi- num hevur eina fortíð. Og tað er ikki minst virðismikið fyri okk- um sum samfelag at viðurkenna og halda fast í. Um tú ikki tímir sovorit, so er bara at halda teg vekk. Men skilir tú eitt sindur, hvat eg meini, so er bara at leggja leiðina framvið Tórskjallaran hóskvøld og sunnu- kvøld, tá Havnar Jazzfelag loyvir fólkatónleiki og jazzi at sleppa framat eina løtu til okkum at uppliva og njóta. Í ovurmorgin, hós 22. mai, bjóðar skráin Guðrið Hansdóttir og seinni á kvøldinum folk- session. Tiltakið byrjar kl 20.00 og er sum sagt í Tórskjallaranum á Sverrisgøtu 22. Ein hopleysur nostalgikari Sum kunnugt er Havnar Jazzfelag byrjað at hava konsertkvøld aftur. Nú í Tórskjallaranum á Sverrisgøtu hvørt hóskvøld og sunnukvøld. Seinasta hóskvøld vóru tað Martin Joensen og teir, hann kallar Hinir, ið bóru tónar fram. Sunneva H. Eysturstein var har og sigur her frá sínari uppliving av kvøldinum Í tí modernaða poppresinum, ein rokast í í gerandisdegnum, haldi eg, at tað bæði er týdningarmikið og ikki minst læruríkt at fáa eitt sindur av eldri kulturinnspræning innímillum. Eitt sindur av tí, sum legði lunnar; eitt sindur av uppruna. Tí hetta er ein stórur partur av okkara tónleikamentan, og okkara nostalgi liggur í teimum tónleikarunum, sum herdu á føroyska tónleikalandslagið í 70unum og 80unum, heldur ummælarin Sunneva H. Eysturstein Mynd: Leivur Vitalis