Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 19 tíðindi Seinasta leygarkvøld kl. 20 var konsert í Atlantis í Klaksvík, sum kommunan skipaði fyri í sambandi við 100 ára dagin. Á skránni var danski bólkurin The Kissaway Trail frá vinar­ býnum Odense, og fitt av fólki møtti upp. Hóast ein upphitingarbólkur nokk skuldi verið lagdur afturat skránni, so fingu áhoyrar­ arnir valuta fyri pengan, metir ummælarin Torfinnur Jákupsson, ið tók túrin til Klaksvíkar hetta kvøldið Konsertummæli Torfinnur Jákupsson The Kissaway Trail er heitið, ið fimm ungir mans úr Odense, hava valt til tónleikabólkin, ið seinasta leygarkvøld stóð fyri tónleikaundirhaldi í biografsal­ inum í Atlantis í Klaksvík. Handan leiktjøldini Tað fyrsta, ið undirritaði beit merki í, var júst navnið. Hvat tað merkir, er óvist, og spurnartekin kann setast við, um tað klingar serliga væl. Men tað setur seg í minnið, og tað er kanska eisini meiningin. Fyrsta navnið til bólkin, ið nú eitur The Kissaway Trail, var Isles. Hetta navnið tykist somu­ leiðis nakað onkisigandi, og tað gongur nokkso nógv aftur í tekst­ unum, ið bólkurin hevur, at orðini eru ikki tann sterkasta síðan. Har er ivaleyst av »la la« í, bæði metaforiskt sæð og bókstav­ liga, men tað hoyrir til og riggar til stílin. Teksturin er møguliga í so tunnur, men spæligleðin er um somu tíð har, og hon smittaði áhoyrararnar í Atlantis. Á vári í fjør kom debutfløgan hjá bólkinum (við sama heiti) út í Stóra Bretlandi, og síðani hevur gingið skjótt framá. Handan seg hevur bólkurin fingið trý plátu­ feløg; Playground Music í Norðurlondum, virda Bella Union í Stóra Bretlandi (stovnað av legendarisku Cocteau Twins), Evropa og Japan, eins og Speak n Spell í Avstralia, sum setti seg í samband við bólkin beinanvegin um útgávusáttmála eftir at hava hoyrt bert tvey av løgunum á Myspace­síðu teirra. Fløgan snýr seg í stuttum um kærleika, vón og miss, sigur bólkurin sjálvur. Hon er fram­ leidd av bólkinum saman við Niels Høg, einum einans tjúgu ára gomlum framleiðara, eins og Mandy Parnell, ið m.a. hevur arbeitt við navnframu Sigur Rós, Depeche Mode og Fat Boy Slim. Visuellu síðuni hevur Tracy Maurice, ið m.a. hevur arbeitt saman við Arcade Fire, staðið fyri, og henda stuðlar tí tónlistar­ liga úttrykkinum væl. Størstu bretsku bløðini saman við tónleikabløðum og heima­ síðum tóku sera væl ímóti fløguni, tá ið henda kom út, og live framførslurnar hjá bólkinum, sum í fjør taldu fleiri enn 120, hava veruliga blást vind í seglini. Eitt nú nevndi stóra bretska popptónleikablaðið, NME, The Kissaway Trail sum ein av fimm teim bestu bólkunum á størstu tónleikaráðstevnuni í heiminum, SXSW, í fjør. Eisini hava ungu dreingirnir úr Odense verið upp­ hitingarbólkur fyri navnframu Editors á evropeiskari konsert­ ferð, og ein kundi hildið á. Líkt er til, at The Kissaway Trail hevur eina ljósa framtíð, og tað var tí spennandi at fáa høvi at hoyra teir í Atlantis leygarkvøld­ ið. Konsertin bar boð um ein bólk, ið siglir eina greiða, stílreina kós. Luftin fór ikki úr ballónini Sjangran er indie popprokkur, og ljóðmyndin er løgd til rættis við strúkarum, tangentum, banjo’um og mandolinum á fløguni. Live er talan tó um ein meir tradisjónellan rokkbólk við trummara, bassisti og trimum gittaristum. Allir limirnir syngja somuleiðis, uttan trummarin. Tveir høvuðssangarar eru, og teir skriva løgini, ið sum heild eru væl gjøgnumhugsað og fangandi. Tað er ikki ofta, at slík uppseting av einum rokkbólki riggar, men tað eydnast væl hjá The Kissaway Trail. Báðir sangarar eru dugnaligir og rigga væl sum frontfigurar – ein er hægri og róligari á pallinum, hin lægri og villari. Hóast ein kundi trúð, at ljóðmyndin gjørdist í so kaotisk við so nógvum streingja­ ljóðførum, so duga teir væl at avmarka seg, og tað er serliga sterki gittarljóðmúrurin, tá ið bólkurin leikar á full­volume, og trummuspælið sum heild, ið skarar framúr. Gittaristarnir skifta somuleiðis um at spæla ávikavist tema­ og rútmugittar, og tað riggar væl og er við til at gera framførsluna organiska og dynamiska. Sama við løgunum, ið eru bæði vill og stillari, tó okkurt nakað monotont. Á pallinum síggja hesir donsku dreingirnir nógv meir út sum bretar, meti eg, og at teir hava eitt reiðiliga bretskt úttrykk hongur aftur saman við tí, at tónleikurin minnir nógv um bólkar sum Arcade Fire, Editors, Interpol, Flaming Lips, The Strokes, men eisini onnur sum Beach Boys og donsku Mew; ja, okkurt tykist beinleiðis kopierað. Eitt var, ið tó argaði undir­ ritaða nakað við konsertini, og tað var nevniliga, at fleiri ballónir vóru tilstaðar á pallinum. Hesar vórðu nýttar til at bresta í takt við trummurnar, men um tað skuldi virkað kul, so virkaði tað í praksis heldur øvugt. Fleiri ferðir brustu tær ikki, men flugu undan, og tað sá í so fitt og føðingardagsligt út. At tað var sitikonsert gjørdi somuleiðis, at fjøldin virkaði minni við uppá tað, enn tey flestu veruliga vóru. At enda, so var ljóðmyndin í hátalarunum úteftir eisini nakað ójøvn, har serliga vokalurin tyktist ov spaku­ ligur og javnvágurin ímillum gittararnar í so skiftandi; alt kundi harumframt verið nakað harðari frá. The Kissaway Trail byrjaðu nakað aftaná ásettu tíð, men tað bilaði ikki, tí konsertin tóktist í roynd ov stutt. Konsertin kundi gott fevnt um eitt navn afturat, men hon var góð, og luftin fór ikki úr ballónini, ei heldur The Kissaway Trail, sum vóru uppsettir og spældu væl, hóast troyttir frá túrinum til Føroya og eini eyka bátsferð fyrr um dagin. Konsertin teknaði eina ljósa framtíð fyri unga bólkin, ið longu hevur nógv hitt­tilfar í skjáttu síni. Ymiskt ljóðaði í roynd munandi betur live, enn hetta ger á fløguni. Løg sum »Smother + Evil = Hurt«, »Sometimes I’m Always Black«, »La La Song« og »61« eru frálík poppløg og verd at kanna, um tú ikki vart til staðar á konsertini – hesi finnur tú øll á ávikavist Myspace­síðu og offisiellu heimasíðu teirra, sí: thekissawaytrail.com og myspace.com/thekissawaytrail The Kissaway Trail sigldu greiða kós The Kissaway Trail hava havt nógvan vind í seglunum seinasta árið. Í fjør spældu teir ikki minni enn 120 konsertir í Onglandi og hava m.a eisini hitað upp fyri Editors á konsertferð í Europa. Bretska popptónleikablaðið, NME, nevndi teir harumframt sum ein av fimm teimum bestu bólkunum á størstu tónleikaráðstevnuni í heiminum, SXSW, í fjør Mynd: Astrid Mohr Konsertin hetta kvøldið í Atlantis teknaði eina ljósa framtíð fyri unga bólkin, ið longu hevur nógv hitt-tilfar í skjáttu síni. Ymiskt ljóðaði í roynd munandi betur live, enn tað ger á fløguni Hóast ein kundi trúð, at ljóðmyndin gjørdist í so kaotisk við so nógvum streingjaljóðførum, so duga teir væl at avmarka seg, og tað er serliga sterki gittarljóðmúrurin, tá ið bólkurin leikar á full- volume, og trummuspælið sum heild, ið skarar framúr