týsdagur 20. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 94 - 20. mai 2008
tíðindi
Við nýggja ung
dómshúsinum fær
Tvøroyri endiliga eina
sjónliga ungdóms
mentan, sum vónandi
fær stóran týdning
fyri býin, sigur Anna
Mortensen, leiðari
fyri Pakkhús 4
Børn og ung
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Nú Tvøroyri hevur fingið
sítt egna fína ungdómshús
fer ein syndarlig býarmynd
vónandi eisini í søguna:
Myndin av passivum ung
dómum, sum vála aftur og
fram og trunka seg saman
uttan fyri Statoil uttan mál
ella mið. Hetta er í øllum
førum vónin hjá nýsetta
leiðaranum í ungdómshús
inum Pakkhús 4, Onnu
Mortensen.
Tey ungu eru á full av
orku, hugskotum og eld
huga. Við nýggja ungdóms
húsinum fáa tey nú møgu
leika fyri at gera dreymar
til veruleika, sigur hon við
Sosialin.
Vit
vitjaðu
ungdómshúsið í sambandi
við hátíðarhaldið um viku
skiftið, har Seglhúsloftið
og Pakkhús 4 hjá P/f T.F.
Thomsen
vórðu
tikin
alment í nýtslu.
Livandi virksemi
Tríggir ungir dreingir í
ítróttarbúna spæla pool.
Teir taka væl ímóti, og stilla
gjarna upp til myndatøku. Í
bakgrundini
spæla
ein
genta og ein drongur fót
bóltsspæl, meðan onnur
sita í djúpu sofunum og
hyggja
í
sjónvarp
við
beinunum uppi á borðinum.
Øll eru tey samd um, at
nýggja ungdómshúsið er
ordiliga gott, og at tey
avgjørt fara at brúka nógvar
tímar her.
Vit finna leiðaran Onna
Mortensen á aðru hædd, har
hon hjálpir nøkrum gentum
og dreingjum við at seyma
smartar húgvur í alskyns
litum. Hon er útbúgvin
hondarbeiðslærari, og greið
ir okkum frá, at nýggja ung
dómshúsið er opið tríggjar
dagar um vikuna: týsdag,
mikudag
og
fríggjadag
millum kl. 14 og 22. Tey
ungu í 4.7. flokk eru har
um dagin og tey eldru um
kvøldi. Í fyrsta umfari verða
tvey starvsfólk knýtt at
húsinum, Anna sjálv 30
tímar um vikuna, og Trygvi
Strøm,
musikkpedagogur
og gittarspælari, 25 tímar.
Eg rokni við, at tað fær
stóra ávirkan fyri býin, at
tey ungu nú verða meira
sjónlig, bæði við tiltøkum
og øðrum livandi og skap
andi virksemi, sum fer at
seta sín serliga dám, sigur
Anna Mortensen.
Hon vísir á, at hóast húsið
bara hevur verið opið í fýra
dagar, hava tey ungu tikið
væl undir við tí.
Serliga tey yngru hava
møtt væl upp. Tey eldru eru
kanska eitt sindur meira
varin. Men nú mugu øll líka
blíva trygg við húsið og við
okkum starvsfólk, so tey
kenna, at hetta er teirra
stað, sigur Anna. Hon vísir
á, at fólk skulu venja seg
við, at býurin nú hevur eitt
ungdómshús.
Hetta er ikki ein ans
ingarstovnur men eitt virkið
hús fyri børn og ung, sum
koma og fara, sum tey vilja.
Men vit hava ábyrgdina fyri
teimum, tá tey eru inni her,
sigur Anna Mortensen.
Fjølbroytt virksemi
Leikluturin hjá starvsfólk
unum í ungdómshúsinum
er at vera íbirtarar og at
eggja teimum ungu í virk
seminum, tey takast við.
Í fyrstani verða vit
meira aktiv, so tey ungu fáa
eina hóming av, hvørjir
møguleikar eru. Men so við
og við er ætlanin, at tey
sjálvi skulu seta dags
skránna, sigur Anna. Spurd,
hvørji hugskot tey hava um
ymisk tiltøk, ímyndar hon
sær størri og smærri verk
ætlanir, so sum jólamarknað
niðri við pakkhúsini við
vørum, bakstri, kafé og tón
leiki.
Vit hava eina lokala
útvarpsstøð her suðuri, so
tað hevði verið upplagt, at
vit gjørdu eina ungdóms
sending. Keypt er eitt fínt
videotól og ein góð multi
media telda, so til ber at
framleiða film, mynda og
tónleikatilfar, greiðir hon
frá.
Eisini er eitt søgurúm,
har tey kunnu taka støði í
einum hugtaki ella teksti,
sum upptekur tey ungu, og
gera eina framsýning ella
framførslu um tað. Ein
partur av ovaru hæddini er
innrættaður til kreativan
Kul at vera ung á Tvøroyri
Anna Mortensen, leiðari og útlærdur hondarbeiðslærari leggur einari gentu lag á. Bæði gentur og dreingir hava seymað sær kular húgvur síðstu dagarnar
Skráin komandi dagarnar