Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 94 - 20. mai 2008 21 Hevur tú hug at koma í goymslu- og handilslæru á Tórshavnar Skipasmiðju? Vit ynskja, at tú hevur miðnáms- útbúgving og at tú:  Ert opin og hevur lætt við at samskifta  Hevur góðan teldu- og talførleika  Ert framfýsin og ágrýtin Harumframt er tað neyðugt, at tú hevur áhuga fyri mekaniskum og el-lutum. Í lærutíðini fert tú at starvast á teimum ymisku goymslunum hjá fyritøkuni. Goymslu- og handils- lærlingur á Skipasmiðjuni Góður møguleiki er fyri føstum starvi eftir loknað útbúgving. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum o.ø. skal sendast til: Tórshavnar Skipasmiðju P/F Postboks 65 FO-110 Tórshavn Att.: Hans Jacob Poulsen í seinasta lagi 16. juni 2008. Hevur tú okkurt at spyrja um í sambandi við starvið, kanst tú venda tær til Boga Kirke á telefon 30 11 11 ella 79 11 11 ella við telduposti til bogi.kirke@faroeyard.fo. Tórshavnar Skipasmiðja J.C. Svabosgøta 31 P.O. Box 65 FO-110 Tórshavn Tel +298 30 11 00 Fax +298 30 11 01 info@faroeyard.fo www.faroeyard.fo verkstað við seymiútgerð, so sum seymimaskinu, over­ lockara og bindimaskinu. ­ Vit fara eisini at tekna og mála, og satsa upp á at fáa eitt skeið við listakvinn­ uni Aggi Asgeirsdóttir, sum hevur Skapandi Spírar í Vági. Men tað, sum upptekur tey ungu allarmest er tón­ leikur. Tí hava tey eisini keypt byrjunarútgerð til eitt orkestur, og hetta er sjálv­ andi sera vælumtókt. Tvær freistandi hæddir Ungdómshúsið er innrættað í tveimum hæddum, við tveimum stórum hølum. Í neðra ber til at venja tón­ leik, spæla fótbóltsspæl og pool ella at liggja og sleingj­ ast í sofuni og hyggja í sjón­ varp. Har er eisini ætlanin at hava eina lítla kafé hvønn dag, við onkrum løttum til matna. Hóast øll drekka sodavatn hendan serliga dagin, vit eru á vitjan, so ætla tey at hava ein tilvit­ aðan kostpolitikk, har til ber at keypa sær okkurt gott aftaná skúlatíð. Til dømis smooties, bollar ella sand­ wich. ­ Men vit fara ikki at bjóða góðgæti ella sodavatn, sigur Anna. Samstarv við hini Fýra ungdómshús eru í land­ inum, og fleiri eru á veg. Í Klaksvík, Vestmanna, í Havn og nú eisini á Tvør­ oyri. ­ Vit hava longu prátað nógv saman, og meiningin er, at vit leiðarar skulu hittast av og á og samstarva um ymiskt. Eisini kunnu tey ungu vitja hvønn annan, læra at kennast og skapa okkurt saman, sigur Anna Mortensen. Í ungdómshúsinum á Tvøroyri hava tey sjálvandi eisini nakrar reglur, sum øll skulu halda seg til. ­ Vit hava fingið íblástur til reglugerðina úr Klaksvík. Bæði um atburð og um nýtsluna av ymsu tilboðun­ um, sigur Anna Mortensen. Í ringasta føri kunnu fólk verða burturvíst, um tey ikki halda reglugerðina. ­ Men tað skal heldur ikki vera ein sunnudagsskúli, sigur hon at enda. Skíggjar hava stóran týdning fyri nútímans ungdómsmentan. Ungdómshúsið hevur eina góða multimedia teldu, tvær vanligar teldur og Play Station 3 Í neðra eru pool borð og fótbóltsspæl. Eisini er orkesturútgerð og sjónvarp við nógvum rásum. Reglugerð fyri Pakkhús 4 Vit hava virðing fyri hvør øðrum Vit eru góð við hvønn annan Vit hjálpa hvør øðrum Vit siga okkara meining Vit lata ting hjá øðrum fáa frið Vit rudda upp eftir okkum Vit roykja ikki Vit nýta ikki rúsevni