Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. mai 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 94 - 20. mai 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Selja ikki Ronaldo Stjórin í Manch­ ester Inited, David Gill, sigur, at teir hava ongar sum helst ætlanir um at selja mega­stjørn­ una til Real Madrid Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað hevur í vikuni ljóð­ að, at Real Madrid er til reiðar at bjóða Man­ chester United um £100 milliónir fyri at fáa hend­ ur á Cristiano Ronaldo. Sjálvur segði spælarin herfyri, at hann væl kundi hugsað sær at roynt seg í sponskum fót­ bólti fyrr ella seinni, men stendur tað til leiðsl­ una í felagnu, so verður tað altso seinni. ­ Hann hevur fýra ár eftir av verandi sáttmál­ anum, so vit ivast ikki í, at hann verður verandi nógv ár afturat. Hann er ein av bestu spælarunum í heiminum, og hann spælir við einum felag, har hann vinnur, so hví skuldi hann havt hug at fara nakran veg, sigur David Gill við miðlarnar, nú Manchester United og Ronaldo leggja sein­ astu hond á fyrireikingar­ nar til størsta dystin á árinum. Sambært somu miðl­ um, so er ein orsøk til, at felagið kann taka av boðnum frá Real Madrid, stóra skuldin, sum Man­ chester United hevur. Ein skuldi, sum tátt í átta milliardir krónur. Men heldur ikki hetta er nak­ að, sum ræðir stjóran í felagnum. ­ Fyri at halda okkara gjaldsskyldur hava vit tørv á einum góðum liði, sum vinnur nógv. Og tí málinum røkka vit ikki við at selja Cristiano Ronaldo, sigur hann. Bøkkarnir á Luzhniki Stadion í Moskva hava bert ligið á vøllinum í 15 dagar, og tað gevur høvuðbrýggj í UEFA Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tá tað av fyrsta tíð varð kunn­ gjørt, at Champions League­ finalan í 2008 skuldi spælast í Moskva, bendi alt á, at talan skuldi verða um søguligan dyst. Heldur enn at stríðast við at hampa um vøllin, sum stóran part av árinum í veru­ leikanum er grúsvøllur, hevði leiðslan fyri vøllin valt at leggja graslíki á. Og við altjóða góðkenningini, sum graslíki hevur fingið, kundi talan gerast um fyrstu europ­ isku finaluna á øðrum undir­ lagi enn grasi. Gras í 16 dagar Hildu moskvittarnir fast, so var einki til hindurs fyri, at dysturin varð spældur á graslíki, men eftir umbøn frá UEFA varð tó játtað, at gras skuldi leggjast á vøllin undan sjálvari finaluni. Nýggjur vøllur varð lagdur oman yvir graslíkið fyri fleiri mánaðum síðani, men í russiska vetrinum hevði hesin sera vánalig gróðrarlíkindi. Sjálvir ætlaðu russar ikki at gera nakað við hetta, men UEFA­umboðsmaður­ in, sum hevði eftirlit við vøllinum, segði, at tað var ikki spælandi á hesum. Og fyri 15 døgum síðani varð nýtt gras lagt á vøllin. ­ 15 dagar eru ikki nóg mikið hjá grasinum til veru­ liga at festa seg, og á sjón­ varpsskíggjanum fer grasið ikki at tykjast heilt so grønt. Tekniskt er vøllurin tó í góðum standi, og tí rokni eg ikki við, at hetta fer at tarna dystinum tað allarminsta, sigur Matt Frost, sum hevur eftirlit við vøllinum, við enskar miðlar. Kostnaðurin av at leggja seinna grasvøllin yvir gras­ líkið, var á leið 1,8 milliónir krónur. Hóast italskir miðlar hava gitt dúgliga, so slær umboðsmaðurin hjá Frank Lampard fast, at spælarin ikki er til reiðar at skriva sáttmála við italsku meistararnar Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Meðan spælararnir hjá Man­ chester United og Chelsea fyrireika seg til stóru final­ una í morgin, tykjast miðlar­ nir vera meira áhugaðir í at gita, hvørjar broytingar verða í hópunum hjá feløg­ unum til komandi kapping­ arár. Í Manchester hava tey úr at gera við at greiða frá, at Ronaldo verður verandi í fel­ agnum, og í Chelsea er tað Frank Lampard, sum er offur fyri flestu gitingunum. Italskir miðlar hava skriv­ að, at miðvallarin fer at skriva undir sáttmála við Inter, sum um vikuskiftið endurvann italska meistara­ heitið, men hetta sigur umboðsmaðurin hjá Lam­ pard, Steve Kutner, seg ikki kenna nakað til. ­ Tað er einki um hatta tosið. Eingin hevur tosað við meg. Eg fekk bæði Paul Ince og Patrick Vieira til Inter, so eg rokni við, at eg hevði vitað av, um felagið skuldi keypt Lampard, sigur hann. ­ Veruleikin er, at Frank hevur ein stóran dyst í morg­ in. Og eftir hendan fer hann til Ongland at vera saman við familju síni. Tað hevur hann ikki havt nakran veru­ ligan møguleika til, síðani mamma hansara doyði, og hetta hevur størri týdning enn nakað tos um sáttmála, sigur Kutner. Frank Lampard hevur sáttmála við Chelsea fram til 2009. Stóran part av hes­ um árinum hava partarnir samráðst um nýggjan sátt­ mála, men enn er eingin semja fingin um hendan. Lampard fer ongan veg UEFA óttast vøllin Nýggju bøkkarnir hava bert verið á vøllinum í góðar tvær vikur, men UEFA eftirlitsmaðurin sigur, at hóast liturin ikki er heilt so grønur, er vøllurin góður at spæla á Mynd: Polfoto/AP