týsdagur 20. mai 2008síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
[ Nr. 94 - 20. mai 2008 ]
Hóast vónbrotið var
stórt, tá føroysku
flogbóltskvinnurnar
taptu móti Likten
stein leygardagin, so
staðfesti venjarin eftir
kappingina, at hann
kundi ikki kravt meira
frá spælarunum
Flogbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt mest sum fullfíggjað
ættarliðsskifti,
har
bara
Margit G. Joensen og Helen
á Lakjuni kunnu roknast
millum veteranarnar, hevur
sjálvandi sín prís.
Hesin kom partvíst til
sjóndar, tá føroysku kvinn
urnar leygardagin kundu
spælt seg víðari í EM
undankappingini, um tær
vunnu dystin móti Likten
stein. Í stórum pørtum av
dystinum vóru okkara tá
omaná, men mistøk vórðu
framd júst í teimum løtum,
har liðið ikki hevði ráð til
hesi, og tað kostaði dýrt í 3
0 tapinum.
Men hóast hetta, so var
tað ein framúr væl nøgdur
landsliðsvenjari, sum eftir
seinasta dystin kundi taka
saman um kappingina.
Fyrst og fremst, so kanst
tú ikki samanbera oyggja
leikirnar við kappingina,
sum vit nú hava havt. Tað er
púrasta hvør sítt, og ikki ein
dystur á oyggjaleikunum er
á tí støði, sum vit hava sæð
hesa kappingina.
Liðið, sum vit hava nú,
haldi eg vera eitt tað
sterkasta, sum vit nakrantíð
hava havt, og fyri framtíðina
sær tað øgiliga gott út. Men
sjálvandi er talan um eitt
rættiliga ungt lið. Fleiri av
spælarunum vóru stuðuls
spælarar á U19landsliðnum
í fjør, men alt í alt trúgvi eg
ikki, at vit á nakran hátt
kundu stilla við einum liði,
ið hevði megnað tað, sum
genturnar hava gjørt hetta
vikuskiftið.
Men tekur tú spælarar
sum Margit og Helen frá, so
hevur tú ein miðalaldur, sum
er beint niðanfyri 22 ár?
Ja. Og sjálvandi spælir
rutinan eitt sindur inn í
avgerandi dystunum. Men
eg haldi framvegis, at liðið
hevur staðið seg ótrúliga
væl, og sum venjari kundi
eg ikki ynskt meira enn tað,
sum spælararnir góvu.
Hinvegin gjørdist tað at
enda avgerandi, at spælar
arnir ov sjáldan hava spælt
dystir av hesum slagnum.
Tann stóri munurin er, at øll
mistøk verða revsað í slík
um dystum. Vit síggja í dag
móti Luksemburg, har tær
at kalla spæla sum ein mask
ina, og tí eru okkara alla
somlu tíðina undir trýsti.
Tí er tað avgerandi, at vit
støðugt kunnu bjóða spæl
arunum slíkar avbjóðingar,
tí tað er jú bert ein máti at
økja um royndirnar. Og tað
er við at spæla fleiri dystir,
sigur Niclas Joensen.
Kundi ikki
kravt meira
Niclas Joensen sæst her saman við teimum báðum royndastu spælarunum á føroyska liðnum.
Margit Joensen og Helen á Lakjuni
Mynd: Jens Kr. Vang
Sosialurin mannar Formula-liðið við teimum spælarum, sum stóðu seg best
í 7. umfarinum av Formula-deildini
liðið
Tróndur Vatnhamar (HB)
Ovi Nysted (KÍ)
Jann Ingi Petersen (B68)
Bárður Olsen (EB/Str.)
Høgni Madsen (ÍF)
Klæmint Matras (B68)
Áki Petersen (ÍF)
Leif Niclasen (EB/Str.)
Christian Høgni Jacobsen (HB)
Andreas L. Olsen (Víkingur)
Rodrigo (KÍ)
Sundalagið úr botninum
Teir næstbestu hjá EB/Streymi vunnu í gjárkvøldið 21 á
teimum næstbestu hjá Víkingi
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
EB/Streymur er ikki longur niðast í næstbestu deildini.
Í gjárkvøldið vitjaði næstbesta liðið hjá EB/Streymi Víking í Leirvík,
og tað eydnaðist gestunum at fara til hús við 21 sigri, sum ber við sær,
at EB/Streymur tvífaldaði um sítt stigatal.
Gestirnir skoraðu tvær ferðir í 1. hálvleiki, og í báðum førum var tað
framrættaði miðvallarin Halldórur Joensen, sum var málskjútti. Í fyrra
førinum eftir verjukiks, og í seinna førinum eftir stikkbólt frá Marcel.
Í 2. hálvleiki trýsti heimaliðið fyri at svara aftur, men tað eydnaðist
teimum bara at skjóta eitt mál, sum unglingaspælarin Finnur Justinussen
setti í netið eftir verjudrál inni í málteiginum.
Víkingur-EB/Streymur 1-2 (0-2)
01: Halldórur Joensen 16.
02: Halldórur Joensen 19.
12: Finnur Justinussen 57.
Føroyski hópurin
Spælari
aldur
Margit Joensen
34
Helen á Lakjuni
30
Annika á Stongum
29
Anna M. Kruse
27
Sólgerð Henriksen
26
Birita Joensen
22
Karin Mikkelsen
22
Helga Guttesen
19
Kate Kalsø
19
Ruth Thomassen
19
Sólvá Dimon
19
Birgit Guttesen
17
Miðalaldur
23,58
Áttu besta libero
Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti fekk ein
seinasta heiður EMundankappingini, tá galla
kvøld stóð á skránni sunnukvøldið. Her var eitt
sonevnt Allstar lið tikið út, og føroyska liðið átti
eitt umboð á hesum. Margit G. Joensen úr
Mjølnir varð nevnliga kosin sum besti libero í
kappingini, og fekk hon serstakt steyp fyri hetta.
Nýggj svimjinevnd í Havn
Havnar Svimjifelag hevði um vikuskiftið aðalfund. Nevndin
skipaði seg eftir fundin við Sigurd L. Lamhauge sum
formanni. Svend Åge Seloy er næstformaður, Sámal Olsen
er kassameistari, Marjun Eystberg er skrivari, og
nevndarlimir eru Bjartur Mortensen og Susanne Eliasen.