leygardagur 7. juli 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 128 - 7. juli 2001
Nr. 128 - 7. juli 2001
3
gult2 cyan2 magenta2 svart2
gult3 cyan3 magenta3 svart3
NØVN Í VIKUNI
Karl Johan Mikkelsen
80 ár
Í dag verður Karl Johan
Mikkelsen í Tórshavn 80
ár.
Karl Johan, sum er sonur
Mikkjal í Grønlandi, er
havnarmaður
burturav.
Føddur og uppvaksin i
Havn og hevur búð í Havn
alla sína tíð. Tey eru fimm
systkin, sum øll eru á lívi.
Tað elsta er 84 ár.
Karl Johan byrjaði í 1951
at arbeiða á heilsøluni hjá
Poul Hansen, og gjørdist
tað lívvstarv hansara. Hann
varð hjá Poul Hansen í
meira enn 40 ár.
Karl
Johan
giftist
Katrinu, sum eisini er úr
Havn, tann 2. oktober
1951. So um heilsan verð-
ur, fara tey bæði at hava
gullbrúdleyp í heyst. Tey
fingu fimm børn, fýra
synir og eina dóttur.
Karl Johan hevur stóran
áhuga fyri ítrótti. Fótbólts-
áhugaður er hann, og eing-
in ivi hevur nakrantíð verið
í sálini um, at tað er HB,
sum er rætta felagið.
Men seinnu árini er
onnur ítróttargrein komin
uppí, sum hann rættiliga er
bitin av. Hann er nevniliga
abbi
tann
heimskenda
Regin Vágadal. Og har er
einki at gera. Hann er helst
trúgvasti viðhaldmaðurin
hjá
Regini
yvirhøvur.
Gongur við lív og sál upp í
tað, abbasonurin tekst við.
Og hevði hann orkað, siga
tey, sum næst eru, var
eingin ivi um, at hann var
til hvørja einastu kapping
hjá Regini, líka mikið hvar
í heiminum tað var.
Í seinastuni hevur heilsan
spælt honum okkurt puss.
Hann misti annað beini
orsakað av sjúku fyrr í ár.
Tað var sjálvandi ein dygg-
ur smeitur, men nú, hann
hevur fingið protesu, tykist
einki óført aftur.
Karl Johan er sera íðin
síla- og laksafiskari, og ein
beinprotesa fer ikki at
steðga honum at røkja hetta
frítíðarítrivið. Hann hevur
longu í summar verið
onkran túr við tráðuni. Og
tað ber væl til. Han hevur
stól at sita á, og so er bara
at halda seg til.
Fyri fyrstu ferð
kunnu vit nú vísa
almenninginum eina
mynd av nýggja
Smyrli, sum
Landsstýrið hevur
samtykt at byggja til
suðuroyarsiglingina
SUÐUROYAR-
SIGLINGIN
Áki Bertholdsen
Her er hann so. Tann nýggi
Smyril, sum Landsstýrið
hevur samtykt at byggja til
suðuroyarsiglingina. Fyri
fyrstu ferð kunnu vit nú
vísa almenninginum eina
mynd av, hvussu nýggi
Smyril fer at síggja út.
Hetta er ein nýggj teldu-
mynd, ið vit hava fingið
fatur á. Á sama hátt sum
ein fotmynd, vísir hon,
hvussu skipið sær út.
Nýggi Smyril verður 135
metrar langur og 22,7
metrar breiður og hann
stingur 5,6 metrar. Skipið
hevur 20.900 hestakreftir,
sum geva honum eina
vanliga siglingarferð upp á
21 míl. Um summarið
tekur hann 975 ferðafólk og
um veturin 800. Og hann
hevur sitipláss til øll. Tað
hevur Smyril sum er, verri
enn so.
Smyril, sum er, er 92
metrar langur, 16,5 metrar
breiður og siglur 16,5 míl
og hevur 10.080 hestar.
Nýggi Smyril tekur einar
30
trailarar,
ella
200
persónbilar, tað er tvær
ferðir so nógv sum Smyril,
ið nú er. Ikki minst á
biladekkinum
verður
nýggja skipið einn sonn
kollvelting
afturímóti
Smyrli, sum er. Tað verður
gongubreyt í biladekkinum,
so at tað verður óneyðugt
hjá fólki at ganga og trokast
ímillum bilarnar.
Hann verður bygdur sum
eitt havgangandi skip. Tað
merkir m.a. at hann hevur
spíska gron og sker seg
ígjøgnum alduna ístaðin
fyri at trampa, sum hesin
Smyrilin ger. Hann er eisini
útgjørdur við stabilisator-
um.
– Sostatt verður hetta eitt
munandi róligari skip at
sigla við, enn Smyril, sum
nú er, siga stjórin og tekn-
iski leiðarin á Strandferðsl-
uni.
– Nýggi Smyril hongur
eisini við tungolju og tí er
hann enntá bíligari í rakstri
enn Smyril, sum nú er.
Nýggi Smyril hevur 100
koyggjur. Hann hevur eisini
tyrlupall, tí tað skulu øll so
stór skip nú hava. Men tað
gevur honum eisini ein
einastandandi møguleika at
vera til hjálpar, um ein
vanlukka, t.d. skuldi hent á
einum boripalli. Annars
hevur hann sjúkrarúm og
lyftir, so at tað ikki longur
verður neyðugt hjá sjúk-
lingum at liggja í sjúkra-
bilinum á dekkinum á allari
ferðini. Harumframt hevur
hann fundarhøli og aðrar
nýmótans hentleikar.
Annars er ætlanin er at
leggja projektið fram fyri
almenninginum á fundi í
Suðuroynni, sum væntandi
verður í august mánaða.
Her er nýggi Smyril
Soleiðis sær tað nýggja Suðuroyarskipið út. Hetta er eitt framtíðarskip og verður størsta einstaka byggimálið hjá tí almenna
nakrantíð.Strandferðslustjórin heldur, at tað hevur skund at fáa tað bygt, tí sum er, eru dagligir trupulleikar av, at Smyril, sum
nú er, er ov lítil
Føroya Fólka-
tónleikarafelag
Tíðindaskriv
Nú sunnudagin 8. juli kl.
17.00 verður ein tón-
leikaframførsla í Pæt-
ursarstovu í Havn. Tað
eru Angelika Nielsen og
Kári
Sverrisson,
ið
spæla fiól, og Justin
Philbrow,
ið
spælir
kassagittar, ið framføra
dansiløg úr nótabókini
hjá Jens Christiani Sva-
bo (1746-1824). Hond-
skrivaða nótabókin, sum
í dag er í varðveitslu á
Landsbókasavninum,
varð funnin á loftinum í
Pætursarstovu í 1928.
Svabo búði í hesum
húsunum frá 1800 til
1824, tá ið hann doyði.
Umframt løg úr bókini
hjá Svabo spæla Ange-
lika, Kári og Justin løg
hjá Ívari Bærentsen.
Spælimanstónleikur
í Pæsastovu
SERFLUTNINGUR
Hósdagin fluttu Farma-
leiðir eitt stórt flutningskar
frá Nomatech í Havn suður
tilVágs.
Tað er nýggja laksavirkið
hjá Hera Hjelm í Vági, sum
eigur karið, sum skal
pumpa fiskin úr ringunum
og køla fiskin, áðrenn hann
kemur á flekiborðið inni á
virkinum.
Stórur flutningur til Vágs
Farmaleiðir á veg frá
NomaTech í Havn. Nyggja
flutningskarið skal brúkast á
nýggja virkinum hjá Hera
Hjelm í Vági
Um tríggjar vikur
verður farið til
arbeiðis á einum
nýggjum laksavirki í
Vági, sum Heri Hjelm
ger í gamla flakavirk-
inum, Polarfrost
ØKISMENNING
Áki Bertholdsen
Um tríggjar vikur sleppa
eini 100 fólk afturat til
arbeiðis í Vági.
Samstundis er tað greitt,
at vágbingar loksins fáa
gamla ynski sítt uppfylt
um, at tað stóra flakavirkið
í býnum, Polarfrost, skuldi
lata upp aftur.
Tað her Heri Hjelm, sum
nú hevur leigað Polarfrost
frá Føroya Fiskavirking.
Heri Hjelm hevur tikið
samstarv upp um alingina
við norsku stórfyritøkuna
Pan Fish, og tað eru eisini
tey bæði, sum standa aftan
fyri nýggja virki í Vági.
– Við Pan Fish hava vit
fingið ein sera sterkan
samstarvsfelaga, sum bæði
hjálpir okkum fíggjarliga
og við søluarbeiðnum.
Beint
ímóti
nógvum
øðrum, er Heri Hjelm ikki
bangin fyri útlendskum
kapitali.
– Um tað eru føroyingar
ella
norðmenn,
sum
skumpa undir vinnulívið í
Føroyum, dugi eg ikki at
síggja nakran mun á.
– Í fyrstu syftu hava vit
leigað virki, men vit hava
ikki slept ætlanunum um at
keypa tað. Vit samráðast
við Fiskavirking um at
keypa, men enn eru vit ikki
komin ásamt um treytirnar.
So vil tíðin vísa, hvat
kemur burturúr sigur Heri
Hjelm.
Men tað verður ikki sum
flakvirki, at Polarfrost nú
letur uppaftur. Tað er
nevniliga eitt laksavirki,
sum Pan Fish og Heri
Hjelm nú gera á Polarfrost.
Hesa seinastu tíðina hava
fólk havt úr at gera við at
taka alt innan úr polarfrost
og at innrættað tað av
nýggjum og at seta mask-
inur og tól upp.
Annars sigur Heri Hjelm,
at virkið er vælegnað til
endamálið, tí tað er bara
onkur
hendinga
skila-
veggur, sum er fluttur.
Framkomið laksavirki
Laksavirkið,
sum
Heri
Hjelm nú letur upp í Vági
er av tí framkomna slag-
num.
Á virkinum er ætlanin at
slakta laks, at skera hann til
flak, at pakka hann í smá-
pakkar og at frysta hann.
Hann sigur, at ætlanin at
byrja á nýggja virkinum
síðst í hesum mánaðinum,
tá ið farið verður at slátra
laks har.
Í løtuni arbeiða 120 fólk í
fyritøkuni hjá Hera Hjelm
og Pan Fish.
Tá ið nýggja virkið letur
upp, væntar hann, at brúk
verður fyri 100 fólkum
afturat.
Fá pláss hava verið so
hart rakt av kreppuni, sum
Suðuroyar Syðra helvt,
men seinastu árini hevur
tað gingið støðugt framá.
Og nú er viðhvørt so
nógv arbeiðið, at tað hevur
verið ført fram, at tað
stendur á at fáa arbeiðsfólk
í Vági, tá ið tað fellur so, at
nógvir bátar eru inni í senn
og frystigoymslan eisini
tekur ímóti ella avskipar og
alt kemur ísenn.
Men Heri Hjelm væntar
ikki, at tað verður trupult at
fáa arbeiðsmegi til nýggja
virkið.
– Um vit fáa fólk ella
ikki, veldst í stóran mun
um, hvussu støðugt ar-
beiðið verður. Støðugari
tøkan og framleiðslan verð-
ur, lættari verður at fáa
arbeiðsfólk, tí tað, sum sum
fólk mangan leiðist við, er,
tá ið arbeiðið er so óstøð-
ugt, at tað bara eru einstakir
dagar upp ímillum.
Heri Hjelm sigur, at teir
vænta rættiliga støðugt
arbeiði á nýggja virkinum.
– Vit hava nógvan fisk at
taka og ætlanin er at virka
hann so nógv, vit kunnu.
Hetta er tí eitt virksemi,
sum krevur nógv arbeiði og
orkan verður til at virka
nógvan laks.
Heri Hjelm sigur, at
nýggja laksavirki er ein
íløga upp á ímillum 50 og
60 milliónir. Á virkinum er
orka til at arbeiða 24 tons á
hvørjari vakt.
Hann sigur, at føroyingar
hava verið forðaðir í at
virka laks, tí er útflutning-
urin til ES farin upp um eitt
vist, skal tollur gjaldast.
Tann forðingin er síðani
burtur so nú kunnu vit
virka sum vit vilja.
Nýtt virki í Vági til 100 arbeiðspláss
Seinastu tíðina er alt skrætt innanúr stóra flaakvirkinum, Polarfrost í Vági. Men nú verður tað fylt aftur við nýggju maskinum
og um tríggjar vikur letur nýtt laksavirki fyri 50-60 milliónir upp í bygninginum. Arbeiði verður til eini 100 fólk og talan verður
um rættiliga støðugt arbeiði
Tað hevur pínt vágbingar í fleiri ár, at tað stóra flakavirkið í bygdini hevur staðið óbrúkt. Men
nú letur tað uppaftur. Heri Hjelm og Pan Fish hava leigað tað og gera tað nú til eitt framkomið
laksavirki
C
M
Y
K
3
2