leygardagur 7. juli 2001síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 128 - 7. juli 2001
Nr. 128 - 7. juli 2001
5
gult4 cyan4 magenta4 svart4
gult5 cyan5 magenta5 svart5
JAZZFESTIVALUR
Rúnar Reistrup
– Shh tig! Ikki tosa!
– Flyt teg. Ikki standa fyri!
Tað var ikki lætt at vera
selskabligur á Platform
hóskvøldið. Fólk flest vóru
ikki á Platform fyri at práta
við onnur, drekka øl, ella
hyggja at hvørjum øðrum
og hvat man annars kann
fáa tíðina at ganga við eitt
hóskvøld í Havn.
Tey vóru komin fyri at
lurta.
Fólk møttu stundisliga,
sum fólk vanliga gera til
konsertir, og tey trý korter-
ini, sum gingu frá at hurð-
urarnar vórðu lætnar upp til
nakað hendi á pallinum
kendust drúgv fyri tey, hó-
ast barrin var opin, og tón-
leikur var í hátalarunum, og
alt annars minti um eitt
vanligt hóskvøld í býnum.
Pussað og brýnt
Hvat var hetta? Ein konsert
á Jazzfestivalinum ella eitt
kvøld á Platform við einum
tónleikaligum innslagi? Tað
var ógreitt.
Men so ikki kortini.
Tí so skjótt Clickhaze
trein á pallin segði tað click,
og við eitt bleiv barrin hálv-
tóm, fólk tagnaðu og nógv
settu seg heilt fram undir
pallin at lurta.
Hvar man sat kundi fyri
so vítt gera tað sama, tí
ljóðið í rúminum var einki at
rópa hurrá fyri, men tað var
Clickhaze hinvegin. Bólk-
urin er við tíðini og roynd-
unum blivin pussaður og
brýndur og hevur soleiðis
ment seg frá at ganga undir
heitinum »spennandi øðr-
vísi bólkur« til at osa av
góðari dygd og spæligleði.
Tað kundu dómararnir á
Prix Føroyum staðfesta, og
tað kundu áhoyrarnir hós-
kvøldið skriva undir uppá.
Onkur vil kalla tað, at
Clickhaze hevur mist nakað
av sínum sereyðkenni og er
farið at líkjast meira út-
lendskum
fyrimyndum.
Men hin møguleikin er, at
bólkurin nú hevur funnið ta
hárfínu balansuna millum
originalitet og popularitet,
sum ger ein góðan bólk.
Á skránni fyri kvøldið
vóru bæði Marygold og
Clickhaze, men vegna for-
fall bar tíverri ikki til hjá
Marygold at koma á pallin.
Fyri at pallurin ikki skuldi
standa tómur, lat Clickhaze
ljóðførini sita í forsterkar-
unum longri enn ætlað, og
tað hóvaði áhoyrunum.
Tað segði click
Ein deiliga tung útgáva av Clickhaze rokkaði á Platform hóskvøldið í
einari øðrvísi útgávu av einum hóskvøldi á Jazzfestivalinum.
KONSERT
Rúnar Reistrup
Ólavsøkukonsertin er aftur
blivin eitt hitt
Á tíðindafundi á nýggja
in-staðnum í Havnini, Plat-
form, royndu umboð fyri
Føroya Undirhaldstónleik-
arafelag (FUT) at lansera
komandi útgávu av árliga
afturvendandi
ólavsøku-
konsertini sum eina væl-
umtókta og »in« konsert.
Og tað var ikki heilt av leið,
tí sum áhoyraratølini frá í
fjør tíðiliga avdúka, so er
talan um einki minni enn
størstu konsert á árinum.
Nøvnini, sum spæla á
konsertini á ólavsøku í ár
eru eisini bólkar, sum hvør
sær draga nógv fólk. Talan
er um nakrar av allarbestu
tónleikabólkunum í Føroy-
um, allir savnaðir á einum
palli. Hesir eru Frændur,
MC-Hár, I Am, Týr, Click-
haze, Flux, Faroe Teens, All
That Rain og Tangz.
– Hetta er candyfloss til
oyruni, segði Jón Tyril,
nevndarlimur í Tutl, á tíð-
indafundinum og sipaði her
ólavsøkukonsertina
sum
eitt ljómandi alternativ til
alt tað tvætlið av helium-
ballónum, blinkandi tarva-
hornum og candyflossi,
sum verður keypt á ólav-
søku.
Gongur væl hjá FUT
Prísurin á atgongumerkjum
til
Ólavsøkukonsertina
liggur um hálvtannaðhundr-
að krónur, og tá ikki færri
enn 3500 atgongumerki
vórðu seld á ólavsøku-
konsertini farna ár er einki
at taka seg aftur í, at tað
klingaði væl í kassanum hjá
FUT í fjør.
Tað kávaðu nevndarlimir-
nir í FUT heldur ikki út
yvir á tíðindafundinum, har
teir eisini boðaðu frá hvat
teir ætla at brúka betraðu
fíggjarstøðuna til.
– Í heyst og í vetur fara
vit at taka tiltakið »Futti á
ferð« uppaftur, og ætlanin
er, at tað skal gerast ein
fastur táttur annaðhvørt ár,
tá Prix Føroyar ikki er.
»Futti á ferð« inniber at
FUT skipar fyri konsertum
kring landið har eitt rímiliga
kent navn er á palli. Teir
minni kendu bólkarnir í øk-
inum fáa so eisini høvi at
fara á pallin og vísa hvat
teir kunnu.
Eisini spæla tey í FUT
sær við tankanum um at fáa
okkurt kent útlendskt navn
við á ólavsøkukonsertina
komandi ár.
Ólavsøkukonsertin verður
sum vanligt hildin 27. juli.
Farnu árini hevur tað gingið
væl at hava konsertina í
Kommunuskúlagarðinum
og har verður hon eisini í ár.
Soleiðis sær tað nú út til, at
ólavsøkukonsertin endiliga
hevur funnið eitt fast pláss
eftir at hava reikað runt um
so at siga allan Havnar bý
frá ári til ár.
Candyfloss til oyruni
Frá at hava verið heilt niðri á bara 700 áhoyrarum er árliga uttandura konsertin á ólavsøku
komin fyri seg aftur. Í fjør setti hon met við 3500 áhoyrarum, og nakað tað sama er væntandi í
ár. Hetta gevur pen tøl á botnlinjuni hjá FUT.
Tónleikurin hjá
Clickhaze er
blivin deiliga
tungur
Nevndarlimirnir í Føroya
Undirhaldstónleikarafelag
Jón Tyril, Torbjørn Lisberg og
Kaj Johannesen, formaður,
løgdu fram skránna til
Ólavsøkukonsertina
Fyri tveimum árum
síðani ognartók
landsstýrið Føroya
Lívstrygging. Felagið
varð tá umskipað til
alment partafelag.
Fakfeløg, ið hava
sínar eftirlønar-
skipanir í LÍV, meta,
at LÍV er sjálvsongar-
stovnur, og at lands-
stýrið tí hevur borið
seg skeivt at. Málið
endar í rættinum
ALMENN
PARTAFELØG
Stefan í Skorini
Ikki øll viðkomandi skjøl
vórðu løgd fyri Vinnunevnd
Løgtingsins, tá støða skuldi
takast til, um LÍV skuldi
skipast sum alment parta-
felag. Hetta vil ein samráð-
ingarbólkur vera við. Bólk-
in hava fakfeløgini, ið hava
sínar eftirlønarskipanir í
LÍV, valt.
Løgfrøðingurin hjá lands-
stýrinum kom til ta niður-
støðu, at Føroya Lívstrygg-
ing var ein almennur stovn-
ur, og tí kundi Landsstýrið
umskipað hann til alment
partafelag. Samráðingar-
bólkurin vil hinvegin vera
við, at ein annar løgfrøð-
ingur kom til eina aðra
niðurstøðu í einum øðrum
skjali, sum sigur, at Føroya
Lívstrygging er sjálvsogn-
arstovnur. Hetta skjalið varð
ikki lagt fyri Løgtingið,
vísir bólkurin á, og tí varð
viðgerðin ikki var nøktandi.
Løgtingssamtyktin er tískil
gjørd á skeivum grundar-
lagi.
Tí hevur bólkurin fyri-
reikað eina stevning um
ólógliga ognartøku og biðið
Landsstýrismálanevndina
kanna málið. Um hetta ikki
gevur úrslit, so fara fak-
feløgini at seta á stovn sína
egnu eftirlønarskipan.
Vilja hava ávirkan
Í
samráðingarbólkinum,
sum fakfeløgini hava valt,
sita Jógvan Mørkøre, for-
maður, Andreas Ziska, Leif
Ellingsgaard og Gunnleivur
Dalsgarð. Ingi Højgaard,
advokatur, er samskipari og
ráðgevi hjá bólkinum.
Føroya Lívstrygging varð
sett á stovn fyri at tryggja
eftirlønaruppsparingar, og
uttan eftirlønartryggingar
hjá fakfeløgum, so var
eingin Lívstrygging. Hóast
fakfeløgini siga seg eiga
80% av LÍV, hava tey ongan
nevndarlim og harvið onga
ávirkan. Ynskið hjá teimum
er, at tryggingartakarin fær
ávirkan í nevndini og slepp-
ur at velja sær nevndar-
limir. Tey fílast eisini á, at
teir roknskapir, ið verða
fyrilagdir, ikki eru nóg
nágreiniligir, og at tey ikki
fáa innlit í tølini.
Tey vilja hava gjøgnum-
skygni og ávirkan, tí tey
meta seg eiga stovnin. Av-
lopið er eisini alt ov lítið.
Um tryggingartakararnir
fingu síni umboð í nevnd-
ina, hevði LÍV verið betri
rikið.
Samráðingarbólkurin
hevur seinasta árið verið í
samráðingum við Føroya
Landsstýri um at finna eina
loysn. Ætlanin var býta
LÍV upp í tvey feløg. Eitt
eftirlønarfelag
og
eitt
lívstryggingarfelag.
Samráðingarbólkurin sigur,
at landsstýrið nú dregur í
land aftur og ikki vil geva
teimum tær sømdir, sum
komið varð ásamt um. Hetta
vilja tey ikki lata sær lynda
og
fara
tí
víðari
við
málinum.
Jógvan Mørkøre sigur, at
hetta snýr seg um rættin hjá
einum fakfelag at hava ein
pensjónskassa. Kravið er, at
tryggingartakarin
velur
nevndina og ikki Føroya
Landsstýri.
Boðið, sum Sjálvs-
ognarstovnurin Sam-
býlir hevur givið upp-
á eini hús í Smæru-
gøtu í Havn, er góð-
tikið, og stovnurin
hevur fingið at vita, at
tey kunnu keypa
húsini
SAMBÝLI
Stefan í Skorini
Í sambandi við grein í Sosi-
alinum í gjár um sambýli til
menningartarnað í Smæru-
gøtu kunnu vit upplýsa, at
eigarin av húsunum hevur
játtað at selja húsini til
sjálvsognarstovnin. Hetta
upplýsir Marita Weihe, for-
maður í nevdini hjá stovn-
inum. Enn er tað formella í
sambandi við søluna tó ikki
undirskrivað.
Fólk í Smærugøtu mót-
mæla, at enn eitt sambýli
verður lagt í grannalagnum,
tí tey hava tvey framman-
undan. Líkt er ikki til, at
teirra mótmæli verða hoyrd.
Marita Weihe váttar, at
ætlanin er at leiga húsini til
Serstovnadeildina,
sum
skal nýta húsini at hýsa
brekaðum menniskjum.
Bundna uppgávu
Sjálvsognarstovnurin hevur
eina bundna uppgávu. Tað
er at fáa hús til vega ætlað
menningartarnaðum fólki.
Marita Weihe sigur, at
nevndin hevur roynt at
keypa fleiri hús seinasta
árið, men ongantíð er tað
eydnast, tí onkur hevur havt
hægri boð.
Stovnurin kann ikki sam-
bært viðtøkunum fara undir
bygging av húsum, men
skal keypa liðug hús. Stovn-
urin roynir eftir førimuni at
nøkta tørvin, sum annars er
ógvuliga stórur, og hetta
keypið loysir ikki trupul-
leikan til fulnar.
Annars heldur Marita
Weihe, at tað hevði verið
rættast, um landið bygdi bú-
staðir til tey brekaðu, ístað-
infyri, at ein stovnur ar-
beiðir við at keypa hús til
endamálið.
Annars sigur nevndin, at
tey ikki skilja atfinningar-
nar
hjá
grannunum
í
Smærugøtu, tí øll skulu
hava ein bústað, eisini tey
við breki.
Annars hevur Javni –
landsfelagið teimum evna-
veiku at bata – sent eitt
hvassorðað skriv, har tey
vísa á teirra sjónarmið í
sambandi við mótmælini
hjá fólki í Smærugøtu.
Skrivið er prentað á síðu 8 í
dagsins blaði.
Nýggj sól í Vestmanna
Við fløguspælara
og voice-gudie
Sólin hjá Kristgunn
Tlf. 424662
Kom og royn tað nýggjasta
innan sólir í Føroyum
Hvønn dag 07.00-23.00
Letur upp
mánadagin
kl. 17.00
Menningartarnað
flyta inn í Smærugøtu
Fakfeløgini gera bart:
Tryggingartakarin skal eiga Føroya Lívstrygging
Samráðingarbólkurin hjá fakfeløgunum fyrireikar nú eina stevning móti Føroya Landsstýri fyri ólógliga ognartøku. Tey vilja
hava gjøgnumskygni og ávirkan á Føroya Lívstrygging,sum tryggingartakarin eigur, meta tey
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4