Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-07-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 7. juli 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 128 - 7. juli 2001 Nr. 128 - 7. juli 2001 7 gult6 cyan6 magenta6 svart6 gult7 cyan7 magenta7 svart7 Í november sleppa tingfólk at flyta inn í nýggjan glæsiligan og rúmligan tingsal. Men arbeiðið at gera telefonverksbygningi n til part av tinghús- inum er seinkað og verður ikki liðugt fyrr enn komandi ár LØGTINGIÐ John Johannessen Tingsalurin er nú tómur. Ikki bert fyri tingmenn, sum eru í summarfrí, men eisini fyri innbúgv. Orsøkin er, at handverk- arar eru farnir undir annað stig í ætlanini um at gera nýtt føroyskt tinghús. Um jóltíðir í fjør vóru hand- verkarar lidnir at umbyggja gamla tinghúsið uttan, og nú er arbeiðið at umbyggja tað innan byrjað, eins og ar- beiðið at knýta verandi tinghús og telefonverks- bygningin saman til eina nýggja eind, ið skal hýsa løgtinginum. Stóru salur Sjálvur tingsalurin hevur higartil verið heldur lítl. Hann hevur ikki verið nógv størri enn ein av frægu skúlastovunum í landinum. Men hetta verður nú broytt. Øll rúmdin í gamla tinghúsinum skal nú gerast til tingsal. Gangurin út móti tinghúsvegnum, sum hevur tikið nógv burtur av sjálv- um tingsalinum, skal burtur og salurin skal vendast, so formaðurin situr við rygg- inum oman móti vaglinum og tingfólk venda sær móti formanninum og vaglinum. Eisini skal tinghúsloftið burtur, so opið verður upp í tróðrið. Tó verður ein rók undir vaðingini, har tíð- indafólk kunnu sita og fylgja við tingfundum omanífrá. Alt hetta skal vera liðugt í november. Almenna inngongdin til tingsalin verður í einum glasbygningi, sum verður bygdur millum gamla ting- húsið og telefonverksbygn- ingin. Basalt og kopar Telefonverksbygningurin skal eisini vera løgtingshús. Men hendan ætlan er eitt sindur seinkað, og tí sleppur løgtingið helst ikki inn í telefonverksbygningin fyrr enn einaferð á vári komandi ár. Í fyrstu atløgu skal løgtingið bert hava ovastu hæddina í telefonverks- bygninginum, men ætlanin er, at Føroya Tele so líðandi skal flyta út, til telefon- verksbygningurin í 2005 bert er tinghús, eins og gamla tinghúsið. Arbeiðið at gera telefon- verksbygningin til tinghús er byrjað. Sett er á at taka tornið niður í bitum, og innan ein mánað, skulu vit rokna við, at einki torn er at síggja. Síðani skal nýggjur byg- ningur byggjast, har tornið stóð. Hann skal vera úr bas- alti, glasi og kopar. Haraft- urat skal tað, ið eftir er av telefonverksbygninginum klæðast við viði ovast og øðrum tilfari longur niðri. Meiningin er, at umsiting tingsins skal húsast í tele- fonverksbygninginum, eins og fundarhøli og skrivstov- ur til tingfólk skulu vera har. Tað er Heidi Poulsen, arkitektur, ið hevur teknað nýggja tinghúsið. Nýggjur tingsalur í november Soleiðis skal nýggja føroyska tinghúsheildin síggja út komandi vár Til vinstru í myndini síggja vit nýggja tingsalin, sum skal venda oman móti Vaglinum. Høgrumegin síggja vit ovastu hæddina í telefonverksbygninginum, sum verður umsiting tingsins. Bygningarnir eru knýttir saman av nýggjum bygningi, sum er gjørdur úr glasi og kopar Farið er undir arbeiðið at umbyggja tinghúsið innan Kanning av prístals- grundarlagnum vísir, at prísirnir í Føroyum eru hækkaðir eitt hálvt prosent í apríl ársfjórðingi. Tað er lítið, siga búskapar- frøðingar PRÍSTAL Edvard Joensen Føroysku brúkaraprísirnir hava at kalla staðið í stað seinasta ársfjórðingin. 1. apríl varð prístalið sett til 100, og 1. juli er tað komið upp á 100,5. Tað vil siga, at prísirnir eru hækkaðir eitt hálvt prosent hendan árs- fjórðingin, og tað er lítið, siga búskaparfrøðingar. Hagstovan legði fyrra- partin í gjár fram eina nýggja útrokning av prís- talsgrundarlagnum. Hend- an er tann fyrsta útrokning- in, sum gjørd er í 26 ár og var tí tiltrongd. Framløgan varð gjørd á tíðindafundi í Fíggjarmálastýrinum. Á sama fundi varð eisini ein edv-skrá til ger av tjóðar- roknskapi løgd fram. Prístalsútrokningin er gjørd við grundarlagi í hagtølum, sum Hagstovan hevur skrásett. Samstundis eru sammetingar gjørdar við húsarhaldsnýtsluna hjá einum meðalhúski í Føroy- um í 1972, eins og saman- borið er við nýtsluna hjá meðalhúskinum í Íslandi og í Danmark. Okkurt frávik er, segði Hermann Oskarsson, stjóri á Hagstovuni, í og við, at føroyska kanningin bygdi á faktuell hagtøl, meðan hinar vóru sonevndar hús- arhaldskanningar. Tað vil siga, at ringt verður til ymsu húsarhaldini og spurt um nýtsluna av hesum og hasum. Tað kann geva ávís frávik, segði hann. Men tað kann avgjørt hava sínar fyrimunir at brúka hagtøl- ini heldur enn telfonsam- røðurnar, tá eitt nú verður roknað út, hvat brúkið at tubbaki og rúsdrekka er. Tá fara hagtølini helst at geva eina rættari mynd av nýtsl- uni, enn metingin, sum húsarhaldið sjálvt hevur helt stjórin á Hagstovuni. Hann segði í tí sam- bandinum frá eini stutt- ligari søgu í samband við útrokningina í 1972. Ein teirra, sum tá var við at gera útrokningina segði fyri vist, at ta ferðina var bara ein einasta fløska av brennivíni drukkin í Føroyum sambætrt teimum upplýsingum, fólk góvu. Tá varð sjálvsagt húsarhalds- kanning og ikki rein hagtøl brúkt sum grundarlag. Ymiskar áhugaverdar samanberingar eru at finna í nýggju prístalsútrokn- ingini. Til dømis verður ofta hildið, at íslendingar brúka nógvar pengar upp á at klæða seg. Tað gera teir kanska eisini. Men tað, sum ikki verður tikið so ofta fram er, at føroyingar fylgja væl við. Sambært hagtølun- um brúka føroyingar 5,4 prosent av ársinntøkuni til klæði og skógvar, meðan íslendingar brúka 5,3 pro- sent. Sig so tað. Tíðindafundurin lá so tætt upp at evstamarkinum, at ikki var gjørligt at fáa nakra gjøllari viðgerð av tí áhugaverda taltilfari, sum varð lagt fram, við í blaðið hesaferð. Tað verður at bíða til seinni útgávu. Prísirnir standa í stað Oyggjaleikanevndin Tíðindaskriv Hósdagin og fríggjadagin fóru 103 ítróttafólk við leiguflogfarið hjá Atlantic Airways til Isle of Man, har 9. Oyggjaleikirnir verða settir leygarkvøldið. Við í ferðalagnum eru eisini nógv hjálparfólk umframt hópin av ferða- fólkum, sum fara at fylgja við og stuðla føroysku ítróttafólkunum fram til vónandi nógv heiðurs- merkir. Fyrireikingarnar til slíkt stórt tiltak eru nógvar og drúgvar. Oyggjaleika- nevndin fór longu fyri tveimum árum síðani undir fyrireikingarnar, og serliga nú upp undir fráferðina hevur verið hópin av upp- gávum at fáa frá hondini, so ferðin skal vera so væl eydnað sum gjørligt. At senda 260 fólk av stað til Oyggjaleikirnar er sera stór og kostnaðarmikil upp- gáva. Fíggjarætlanin liggur oman fyri tvær milliónir, men ítróttafólkini hava fingið stóra vælvild frá bæði myndugleikum og sponsorum at útvega neyðugu fíggingina. Herfyri gjørdi Oyggja- leikanevndi sáttmála við Føroya Banka, sum er millum stóru stuðlunum til hesa stóru ítróttarhend- ingina. Føroya Banki hevur verið millum høvuðsstuðl- arnar til allar leikirnar, og hesu ferð er sum sagt heldur einki undantak. Oyggjaleikanevndin vil við hesum takka sponsorunum, og vóna vit, at føroysku ítróttafólkini verða landi okkara til stóran heiður. Yvir tvær mió krónur til Oyggjaleikir Frá tíðindafundini á Hagstovuni gjáramorgunin C M Y K 7 6