mikudagur 21. mai 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 95 - 21. mai 2008
SAMBAND
kári MikkelSeN
kAriM@SoSiAluriN.fo
tlf. 341800
tíðindi
Landsverk, Tinghúsvegur 5,
Postsmoga 78, Tórshavn,
Tel 340 800, Faks 340 801,
lv@lv.fo, www.landsverk.fo
Arbeiðsuppgávur
Saman við einum vælvirkandi liði
ert tú við til at halda vegamerking
ina á landsvegunum. Hetta merkir,
at tú fært eitt fjølbroytt arbeiði, ið
til tíðir er kring alt landið. Arbeitt
verður av og á um náttina.
Vetrarhálvuna fert tú at luttaka í
vetrarhaldinum, ið hevur til
uppgávu at grava kava og at boða
frá um hálku. Aftur at hesum fert tú
til tíðir at arbeiða á einum nýggjum
tunnilsliði, ið skal gera ymsar upp
gávur inni í tunlunum.
Førleikakrøv
Tú mást hava vanligt koyrikort og
helst eisini koyrikort til lastbil, men
hetta er ikki ein treyt. Vit leggja
stóran dent á góðar persónligar
eginleikar, og at tú ert raskur og
arbeiðssamur. Tú fert at arbeiða á
einum liði, og vit vænta tí, at tú
hevur góð samstarvsevnir og ert
nærlagdur og fyrikomandi.
Setanarviðurskifti
Løn og setanartreytir annars verða
sambært sáttmála við avvarðandi
yrkisfelag. Starvið verður sett
skjótast gjørligt.
Umsóknir
Umsóknir við lívsgongdarlýsing
(CV) og møguligum ummælum
skulu sendast til:
Landsverk,
Postmoga 78,
FO110 Tórshavn,
ella við telduposti til lv@lv.fo,
merktar „Arbeiðsfólk til
vegamerkingina“.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi
í seinasta lagi 23. mai 2008. Allar
umsóknir verða viðgjørdar í
trúnaði. Fleiri upplýsingar um
starvið kunnu fáast frá Hans
Madsen, formanni á málingalið
num, á tlf. 540 948, ella frá Fríðriki
Heinesen, verkfrøðingi á vega
deildini, á tlf. 540 888 ella
fridrik@lv.fo.
Landsverk er stovnur undir Vinnumálaráðnum og hevur um hendi vega-, byggi- og havna-
myndugleikauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir,
havnir, bygningar og tyrlupallar.
STARVSLÝSING
Sóknast verður eftir einum røskum persóni (m/k) til eitt spennandi
starv á málingaliðnum hjá Landsverki.
Arbeiðsfólk til vegamerkingina
Tá Sosialurin mána
dagin skrivaði, at
onkur var handtikin
í neyðtøkumálinum,
so er hetta ikki so.
– Eingin er handtikin
í málinum, sigur
Hans Djurhuus,
sýslumaður
NEYÐTØKUMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Løgreglan í Klaksvík kannar
framvegis málið um neyð
tøku í Klaksvík tíðliga leyg
armorgunin í síðstu viku.
Løgreglan er í løtuni í
holt við at skapa sær yvirlit
yvir hvat tað var, sum fór
fram hendan leygarmorgun
in.
Vit hava fingið ábending
ar um, hvat hendi, men tað
ber illa til at siga nakað, fyrr
enn vit hava fingið fullu
myndina, sigur Hans Djur
huus, sýslumaður í Klaks
vík.
Tað
eru
nøkur
vitni
avhoyrd í málinum, og løg
reglan hevur sínar mistank
ar.
Tá eitt slíkt mál tekur
seg upp, er onkur sjálvandi
undir illgruna. Men eingin
er handtikin í málinum enn,
leggur sýslumaðurin dent á.
Hans Djurhuus torir einki
at siga um, hvussu drúgva
tíð kanningin fer at taka.
Higartil hava teir handfarið
málið sjálvir á løgreglustøð
ini í Klaksvík, men sýslu
maðurin sigur, at vísir mál
ið seg at gerast ov tíðarkrevj
andi, hava teir altíð møgu
leika fyri at biðja um hjálp
frá kriminaldeildini í Havn.
Higartil hava vit so gjørt
kanningararbeiðið
sjálvir
her norðuri, sigur Hans
Djurhuus.
Sýslumaðurin sigur, at
hann fær ikki úttala seg
stórt meiri fyrr enn kanning
arnar eru lidnar.
Og nær tað verður, ber
ikki til at siga í løtuni, sigur
Hans Djurhuus, sýslumaður,
við Sosialin.
Eingin handtikin í
neyðtøkumálinum
Komandi leygarkvøld,
24. mai, eru tað Brynj
olvur á Heygum og
Sunneva H. Eystur
stein, sum ávikavist
kalla seg B.A.B.Y og
Mrs. Duplo, ið skulu
skapa stemningin til
Undirbeat
TÓNLEIKUR
Tíðindaskriv
undirbeat.com
Hvat ger man, tá man vil
hava ekstremar DJ snildir og
lekrar, rótfestar tekno rútmur
til Undirbeat? Mann ringir til
Brynjolv á Heygum og keyp
ir honum ein ferðaseðil til
Føroyar!
DJ’ar á flatlondum
Brynjolvur, aka Bryn, aka
B.A.B.Y, kom fram sum DJ
á Ground Zero á G! Festi
valinum í fjør. Hann er ein
av hugskotsgevarunum til
Undirbeat átakið og hevur,
síðani tað byrjaði, verið trú
fastur tilhangari av og DJ
til Undirbeat.
Seinasta hálva árið hevur
hann búð í Danmark. Undir
DJ heitinum B.A.B.Y hevur
hann tikið seg heilt fitt fram í
Keypmannahavnska tónleika
umhvørvinum. Hann hevur
framført nakrar ferðir á feita,
vælumtókta undirgrundstað
num Steengade 30, og herfyri
DJ’aði hann á spælistaðnum
Rust, sama kvøld sum eingin
minni enn svenski tekno/ele
ktropopp bólkurin Familjen
við feita hittinum »Det Snurr
ar I Min Skalle« og donsku
As in Rebekka Maria fram
førdu har.
Av tí at Brynjolvur hevur
búðleikast í Danmark, hava
vit ikki havt tað privilegiið at
uppliva hansara lekru, rót
festu tekno rútmur í longri
tíð nú. Men tað eru altíð ráð
fyri slíkum! Mann skal bara
at lyfta telefonhornið og
trýsta á knøttarnar. Tí Bryn
jolvur er peppaður maður
við ultra positivari spæligleði,
sum beinanvegin
segði ja til at
koma upp at und
irhalda fólki til
Undirbeat kom
andi
leygardag.
Hann lovar við
egnum orðum eitt
mega ball, sum
hann ætlar at borð
reiða við saman
við Mrs. Duplo.
Seksutir tónar
Mrs. Duplo var sein
ast á Undirbeat pall
inum í februar, og er
sostatt uberfrísk til
at koyra við nýggjari
orku eins væl og
nýggjum tilfari.
Hon er komandi
tíðina bókað til fleiri
gigg, bæði stór sum
smá, og skal m.a
leggja tónar til ein stóran
part av Sex and the City
ballinum í høllini á Hálsi
um
góðar
tvær
vikur.
Kanska ikki tað allarkulasta,
men seksut og raffinerað er
tað í hvussu
er. Júst sum hon sjálv og
tónar hennara.
Við sínum orkumikla
rútmukokkteylið fer hon
uttan himpr at fáa stemningin
í loft og lovar at gera sítt til,
at øll á staðnum leygarkvøld
ið sleppa at sveitta minst 500
gramm av vætu í part!
Undirbeat: B.A.B.Y og Mrs. Duplo
Løgreglan í Klaksvík kannar enn hendingina í einum sethúsum
í Klaksvík síðsta leygarmorgun, sum førdi til, at ein kvinna
boðaði frá, at hon varð neyðtikin