Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008 byggilist Jóannes Dalsgaard Vit spyrja formannin, hvar føroysk byggilist stendur í dag og um tað er nakað serstakt, sum eyðkennir føroyska byggilist? Til hetta sigur Mayfinn, at vit hava ein sereyðkendan før­ oyskan byggisið, men tað hevur ikki eydnast okkum at halda fast í hesum og menna hann til nakað, sum kann nýtast aftur í okkara tíð. Hetta heldur hann vera stórt spell, tí nógvar dygdir eru í hesum byggisiði, ið kunnu gagnnýtast tann dag ídag. Vit spyrja so, í hvønn mun er føroysk sethúsa­ og íbúðar­ bygging myndað av føroyskum arkitekturi? Vit nevna, at byggi­ virksemið hevur nú leingi verið stórt og spyrja Mayfinn: hvussu vil tú meta hetta virk­ semi frá einum arkitektasjónar­ miðið? Ella við øðrum orðum: í hvønn mun eru føroyskir arkitektar við í tí stóru sethúsa­ og íbúðarbygging, sum fer fram í Føroyum? Mayfinn svarar, at tað henda broytingar í vinnuni. Landstýrið hevur rikið ein ekspansivan fíggjarligan politikk og hevur hetta merkst í vinnuni. Hetta hevur eisini loyvt peningastovn­ um at føra ein ekspansivan politikk, eitt nú við, at verandi sethúsalán við rentufrádrátti verða umløgd við frívirði til nýtslu fyri eyga. Nýggj lán við upp í 40 ára afturgjaldingartíð síggja dagsins ljós. Hetta er ikki bara til fyrimuns. Mayfinn heldur, at einasti vinnarin í síðsta enda eru peningastovn­ arnir, meðan lántakarin verður stavnsbundin at sínum lánum restina av lívinum. Vit eru farin frá ávaring um lágkonjuktur til nærum ovurupphiting, serliga innan byggivinnuna, sama mynstur er at síggja í granna­ londum okkara. Kostnaður fyri tilfar og arbeiðstøku eru í stóran mun hækkandi – virði á fastognum í høvuðstaðnum eru hækkað upp í tað dupulta. Tað liggja enn stórar almennar byggiuppgávur fyri framman. Landsstýrið má tó í hesum døgum halda aftur orsakað av hækkandi prísum og inflatión, men tó eru skúlabyggingar fyri framman fyri tilsamans 500 mio. Hetta er eisini galdandi fyri kommunurnar, ið somu­ leiðis eru noyddar at útbyggja tænastur sínar sambært eftirspurninginum. Tað vísur seg at vera torført at planleggja útbyggingarnar hjá tí almenna samsvarandi byggingina hjá tí privata. Orsøkin er fyrst og fremst fíggjarskipanin, at almenn bygging skal fremjast í inniverandi fíggjarári. – Ein kundi yskt, at landið og kommunur aftur arbeiða við at seta miðlar til bygging í grunnar, soleiðis at byggingin kundi verið framd við betri skili Byggilist sum Fáa umhvørvis­ kunning Í Danmark hava fleiri handverkarafeløg stovnað eina skipan við nøkrum bussum, sum koyra út til tey ymsu byggiplássini at kunna tey um ymisk umhvørvisviðurskifti. Málið við skipanini er at elva til meiri kjak millum arbeiðsgevarar og løntakarar um trygd og heilsu á arbeiðsplássinum, og hvussu partarnir best kunnu skipa trygdina. Skipanin við bussunum fer í gongd 1. septembur, og tá fara átta bussar at virja arbeiðspláss kring landið. Hondverkarin í 2016 Hvat skal ein hondverkari duga í 2016, og hvussu mongum hondverkarum verður tørvur á tá? Teir báðar spurningarnar hevur danska hondverksvinnan sett sær fyri at kanna. Sum er eru 180.000 fólk í donsku hondverksvinnuni, trot er á arbeiðsmegi, og metingarnar siga, at tað verður eisini trot á hondverkarum í 2016. Eitt mál er at fáa hondverkarar at arbeiða meiri. Tøl vísa, at helmingurin gevast, áðrenn tey hava fylt hálvthundrað. Trygdin á arbeiðsplássinum hevur stóran týdning (Mynd: Polfoto) Nú skal kannast, hvat hondverkarar skulu duga í 2016 (Mynd: Erhvervsbladet) Vit hava hitt Mayfinn Norðoy, formann fyri Arkitekta­ felag Føroya, fyri at seta honum nakrar spurningar um føroyskan arkitektur og um støðuna sum heild innan føroyska bygging­ og byggilist