mikudagur 21. mai 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 95 - 21. mai 2008 ]
Taptu uppá
hornaspørk
ÍF Føroyar tapti, tá
teir fyri sættu ferð
í ár fóru á vøllin.
Liðið hevur sostatt
tapt tríggjar og
vunnið tríggjar
dystir
FÓTBÓLTUR
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
ÍF Føroyar spældi sín
sætta dyst leygardagin.
Hesaferð taptu føroysku
leikararnir fyri BK Fix.
Úrslitið gjørdist 3-1 til
gestirnar.
Merkisvert
var, at øll trý málini
fullu eftir hornaspark.
Tað fyrsta varð heil-
fluktað í kassan, meðan
tey tey bæði vórðu
stútað í netið. Hálv-
leiksstøðan var 1-0 til
BK Fix, og stutt eftir
hálvleik øktu teir. Men
tá slakur hálvur tími
restaði minkaði inn-
skifti Henry Petersen
um munin, og brádliga
hómaðu
leikararnir
møguleika at fáa stig úr
dystinum. Men henda
vón kveiktist skjótt, tí
fáar
minuttir
eftir
føroyska málið, hevði
BK Fix aftur økt um
leiðsluna. Dagsins leik-
ari hjá ÍF Føroyum var
annars Regin Petersen,
sum arbeiddi væl úti í
vinstra
borði
allan
dystin.
Í morgin, hósdagin
22. mai, fara føroysku
leikararnir aftur á vøll-
in. Mótstøðuliðið tá er
ØKF, sum eisini hevur
heimavøll á Kløver-
markini
á
Amager.
ØKF hevur spælt sjey
dystir, altso ein meir
enn ÍF Føroyar, hevur
12 stig og liggur í løtuni
á einum sætta plássi í
deildini. ÍF Føroyar
hevur níggju stig fyri
seks dystir, sum røkkur
til eitt 9. pláss. Fremstir
eru KFUM, BK Fix og
BK Victoria, sum øll
hava 16 stig.
Steypakappingin í
talvi varð telvað í
vikuskiftinum, og
eisini var ymiskt
annað á skránni, tá
talvgalla var seinni
um kvøldið
TaLv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Steypakappingin
í
talvi
varð fyri fyrstu ferð telvað í
fjør, tá Klaksvíkar Talvfelag
vann kappingina. Í ár varð
telvað eftir sama leisti, har
tíggju lið høvdu teknað seg
til kappingina. Telvað varð
á seks borðum í hvørjum
dysti, við 15 min. umhugs-
unartíð til hvønn telvara.
Havnin tók øll á bóli
Tað er eingin loyna, at
flestu høvdu rokna við, at
kappingin fór at standa
millum
Vestmanna
og
Klaksvíkina, av tí at Havnin
ongantíð kom heilt inn í
hitan í liðkappingini.
Munurin á Havnaliðinum
í steypakappingini og lið-
kappingini var, at Helgi D.
Ziska og Martin Poulsen
høvdu
býtt
um
pláss
soleiðis, at Helgi sat á fyrsta
borði, og Martin sat á øðr-
um borði. Helgi D. Ziska
fekk 8½ av 9 stigum, meðan
Martin Poulsen 9 av 9.
Bæði Havnin og Vest-
manna løgdu øgiliga hart út
við at vinna fleiri 6-0 sigrar.
Her drógu tey bæði liðini
veruliga frá klaksvíkingum,
sum høvdu eina heldur
slakari byrjan.
Vestmanna fekk eitt veru-
ligt skot fyri bógvin, tá teir
taptu 4-2 móti Sandavági í
sætta umfari. Klaksvíkingar
vunnu 6-0 á Sandavági í
sjeynda umfari, og gjørdi
hetta, at Klaksvíkingar lógu
eitt stig frammanfyri Havn-
ina áðrenn seinasta umfar.
Klaksvíkingar møttu tó
fyrsta liði hjá vestmenning-
um í seinasta umfari, har
Havnin møtti øðrum liði
hjá vestmenningum.
Klaksvíkingar megnaðu
at vinna vestmenningar 3½
- 2½, men Havnin vann sín
dyst 5 – 1 og fekk harvið
sníkt seg eitt ½ stig fram
um klaksvíkingar. Sostatt
gjørdist
Havnin
steypa-
vinnarar 2008.
Helgi aftur
ársins telvari
Seinni um kvøldið varð
talvárið endað við einum
gallakvøldi,
har
telvarir
skuldu heiðrast. Millum
annað skuldi veljast ársins
telvari. Her vóru tríggir
telvarir
frammanundan
valdir út, har møguligt var
at atkvøða, hvør av hesum
skuldi fáa heitið. Teir í vóru
í uppskoti vóru: Helgi D.
Ziska, Heini Olsen og Olaf
Berg, sum gjørdist Grand
Prix vinnari.
Heini hevur vunnið sær
ein IM norm, og hevur tí
givið Helga harða kapping,
men Helgi hevur eisini havt
eitt framúr kappingarár, og
var eisini favorittur hjá
fjøldini.
Herborg ársins
stjørnuskot
Ársins stjørnuskot var valt
eftir sama leisti, sum ársins
telvari, og her vóru trý í
uppskoti: Rógvi E. Nielsen,
Herborg Hansen og Sára T.
Olsen.
Rógvi hevur víst góðar
dygdir við at vinna 1. bólk í
FM
fyri
einstaklingar,
meðan Heroborg og Sára
vunnu báðar eitt bronsu-
merkið í NM fyri gentur.
Tað er óivað serliga tað, at
Herborg gjørdist tann fyrsti
kvinnuligi vinnarin av FM
fyri unglingar, ið hevur
givið henni flest atkvøður.
Gutti heiðurslimur
Tað er ikki ofta, at Talv-
sambandið velur at luta út
hendan heiður. Tað eru fáir,
ið hava fingið hendan
heiðurin áður, ið bert verður
givið fyri drúgva tænastu
fyri føroyska telving. Teir,
ið áður hava fingið hendan
heiður eru: Hans Petersen,
Jákup Thomsen, Niels O.
Durhuus, Heri Thomsen,
Justinus Hansen.
Gutti varð heiðrarur fyri
sín leiklut sum formaður í
Talvsambandi
Føroya,
Sandavágs Talvfelag og og
alt annað, hann hevur gjørt
fyri føroyska telving.
Vakrasta talv á
fjórða sinni
Ein dómsnevnd hevur mett
um talvini í FM fyri
einstaklingar, har veljast
skuldi vakrasta talvið, ið
telvað varð í FM. Hendan
heiður hava Rani Nolsøe og
Ólavur Simonsen vunnið
oftast, ið er tríggjar ferðir í
part. Ólavur megnaði í ár at
slíta seg leysan frá Rana
við talvinum, ið hann vann
á Martini Poulsen, og situr
nú
einsamallur
á
tí
metinum.
Vinnandi liðið úr havnini: Helgi D. Ziska, Martin Poulsen, Herluf Hansen, Andrias Ziska, Hjalti T. Jógvansson, Jógvan Joensen
Felag
Stig
Havnin
44,0
Klaksvík
43,5
Vestmanna
39,5
Sandavágur
36,0
Toftir
26,0
Havnin 2
20,0
Klaksvík 2
19,0
Rókur
19,0
Vestmanna 2
14,5
Sandavágur 2
7,5
Endaliga støðan
Havnin steypavinnari
í talvi 2008
Cole skaddur
Hvør smálutur telur, nú Chelsea og Manchester
United fyrireika seg til Champions League-final-
una í kvøld. Tí kom tað illa við, tá Ashely Cole
small í svørðin eftir nærdyst við Claude Makelele
í gjárkvøldið. Eftir at fóturin varð pjøssaður sam-
an, royndi Cole at halda fram við venjingini, men
hetta var nyttuleyst, og tí fór hann í skiftirúmið
nakað væl undan liðfeløgunum. Enn er ikki greitt,
um Cole verður tøkur til dystin í kvøld.
Chelsea vil meira
Petr Cech, málverjin hjá Chelsea, sigur undan finaluni í
kvøld, at Chelsea er svangari enn Manchester United undan
dystinum. – Eg veit væl, at fólk siga, at tað er ein fyrimunur
fyri sjálvsálitið hjá teimum, at teir longu hava vunnið nakað.
Hinvegin kann tað eisini gera, at teir eru róligari undan
dystinum, tí teir vita, at nakað longu hevur eydnast. Og tað
kann verða ein fyrimunur hjá okkum, sigur Cech. Hinvegin
leggur hann dent á, at talan uttan iva verður um sera tætta
uppgerð millum tey bæði liðini.