Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 19 VVS Import í Vestmanna er ein heldur nýggj fyritøka, ið bjóðar seg fram sum veitari av ymiskum tilfari til byggivinnuna. VVS Import hevur millum annað. avtalu við eina svenska verksmiðju , sum ger stálkonstruktiónir av øllum møguligum slagi og galvaniserar brandtrappur og rekkverk. Samstarv er við eina norska fyritøku ið arbeiðir við at ráðgeva og selja reinsiverk. Hugt verður í hvørjum einstøkum føri eftir umhvørvinum ,sum vatni skal takast úr og verður síðani ein “skræddaraseyma” loysn gjørd sum líkur tey strangastu ES- krøvini sum eru galdandi í dag. Tá í summari kemur verður ofta ávarað ímóti at vatnið er skitið, og verða privatfólk, barnagarðar og ellisheim noydd at kóka vatnið. VVS Import hevur eitt mini reinsiverk , ið er samansett av ymskum filtrum og uv filtri til at tryggja at vatnið altíð er reint. Henda loysnin kann setast á lokalt sum ein eyka trygd tá ið tað kommunala vatnið ikki er drekkandi . Ein annar norskur samstarvsfelagi veitir innbygd dustsúgvaraannlegg, ið verða nógv brúkt í sethúsum bæði nýggjum og gomlum. Eisini er meiri vanligt at seta dustsúgvara anlegg í størri bygningar t.d. hava teir sett fleiri anlegg upp í Gardamoen floghavnini. Annleggini eru eisini sera væl egnaði at seta upp í barnagørðum, skúlum, ellisheimum og kontórbygningum fyri at nevna nøkur dømi. Í samband við byggimessuna fer VVS Import serliga at leggja dent á tað nýggjasta samstarvi , sum er við Canadahus Danmark sum fæst við at selja og byggja Canadisk Bjálkahús. Canadisk bjálkahús eru bygd í nógv ár runt um í heiminum. Til dømis kann nevnast at bjálkahús eru bygd í Grønlandi, Íslandi, Norra, Svøríki og Danmark. Eisini eru nógv hús bygd í Onglandi, Scotlandi og Írlandi fyri at nevna nøkur dømi. Alt tilfarið ið verður brúkt er fyrstafloks fura, men um ynskist er møguleiki at fáa onnur sløg av viði. Í løtuni eru eini sethús bygd í Vestmanna, og eru tey næstu í gerð , og eru tey til sølu nú. Nevnast kann at húsini , ið eru í gerð eru 150 fermetrar stór og vigar tilfarið sum er komið úr Canada 40 tons. Húsini verða víst fram og áhugaði kunnu seta seg í samband við VVS Import fyri at gera nærri avtalu um at síggja tey. Meðan messan er í gongd er eisini møguligt at koyra ein túr til Vestmanna, fyri at síggja bæði húsini. Tilmelding fer fram á básinum. Á VVS Import verður stórur dentur lagdur á at samstarva við veitarar, ið eru førir fyr at veita dygdarvørur og góða ráðgeving, sum skal koma kundanum til góðar. Í løtuni er VVS Import i samráðingum við veitara av m.a hitapumpum, ið kunnu íbindast verandi ketil og sum tí eisini verður ein munandi bíligari loysn en tær loysnir sum verða bjóðaðar fram í dag. VVS Import vónar at nógv vitja inn á básin at fáa góð tilboð og eitt gott prát. _____________________________ Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo LÝSINGARTILFAR Ósabakkavegur · 410 Kollafjørður · tlf 42 14 05 info@atlanticpane.fo · www.atlanticpane.fo Alt innan rútar og glas Atlanticpane hevur sera framkomna útgerð, tá talan er um framleiðslu av termorútum. Vit tryggja eina hald­góða góðsku á rútunum, eisini veita vit kund­um okkara 5 ára trygd­ uppá nýggjar termorútar. Terassur Termorútar Glasveggir Bil-/bussrútar Termorútar Maskinrútar Bátarútar Hyllar Glasveggir Glashurðar Terassur Spegl Pleksiglas Innramming Bilrútar Bussrútar Hand­ilsrútar o.m.a. Grafikmaster tel 227000 Stálkonstruktiónir til byggivinnuna