mikudagur 21. mai 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008
Fólk á Reykjavíkarleiðini aftra seg við at keypa fasta ogn (Mynd:
Vísir)
Fáar húsasølur
Í síðstu vórðu 45 handlar við fastari ogn skrásettir hjá
myndugleikunum í Reykjavík og har um vegir, og so
fáir hava handlarnir ikki verið tey seinastu 12 árini,
skrivar blaðið Vísir. Sambært blaðnum vóru
handlarnir 74 í meðal um vikuna í februar, mars og
apríl. Sethúsasølurnar í høvuðsstaðarøkinum eru
eisini fækkaðar munandi í seinastuni, og kemst hetta
ivaleyst av teimum stóru rembingunum í íslendska
fíggjarheiminum seinastu tíðina.
Fyrsta føroyska
byggimessan
verður í Ítróttar
høllini á Nabb
frá hósdegnum
til leygardagin.
Og talan er um
eina umfatandi
messu við nógv
um ymiskum
framsýnarum, fyri
lestrahaldarum
umframt undir
hald, mat og
drekka til alla
familjuna
Tað er nýggja fyritøkan, Kern,
sum skipar fyri messuni. Fyri
tøkan tekur sær í høvuðsheit
um av marknaðarføring og
bókhhaldi fyri smærri fyritøkur,
umframt at hon ætlar at fyri
skipa ymisk tiltøk.
Tað eru teir fýra, Jóan Pauli
Lamhauge, stjóri, Arni Winter
eig, Sigríður á Plógv og Magni
Brøðraberg, sum eiga og reka
fyritøkuna.
Vit hava eitt sindur við
byggivinnuna at gera, og hildu
at tørvur var á einari messu,
sum kundi savna vinnuna,
bæði fyri at skapa sambond
innanhýsis í vinnuni, men
sjálvandi eisini fyri at kundin,
sum ynskir at byggja hús,
kundi hava møguleika at fáa
allar veitarar á einum stað,
greiðir Magni Brøðraberg frá.
Á messuni verður møguleiki
at fáa kunning og tilboð innan
alt frá fígging, trygging til
byggisnið og byggitilfar.
Skapa samstarv
Magni Brøðraberg sigur, at teir
hava arbeitt út frá hugsjónini,
at kapping er góð, men sam
starv kann røkka enn longri.
Vit halda, at tað hevur
manglað eitt føroyskt forum,
har vinnan kann møtast, síggja
nýggj produktir og skapa nýggj
netverk.
Á pállinum verða ymiskar
framløgur, har fyritøkur millum
annað kunnu sýna síni
produktir og tænastur fram.
Fleiri fyritøkur hava fingið
útlendskar undirleverandørar
at koma hendan vegin at halda
fyrilestrar, og onkur útlendsk
fyritøka hevur eisini bás á
messuni, sigur Magni Brøðra
berg og nevnir íslendska
fyritøku, sum bjóðar útlendska
arbeiðsmegi til byggivinnuna.
Eisini til góma og børn
Hóast høvðusinnihaldið á
messuni er bygging og alt sum
hevur við bygging at gera, so
hava fyrireikarnar lagt mess
una soleiðis til rættis, at hon er
til alla familjuna.
Við norðara endan á høllini
hava vit eitt stórt útispælipláss,
sum er innhegnað og har vaktir
ansa børnunum. Her kunnu øll
børn undir 15 spæla og hugna
sær, meðan foreldrini kanna
tilboðini inni í høllini, sigur
Magni Brøðraberg.
Inni verður tónleikur á palli
num við Finni Jensen frá Páll
Finnur Páll, og skipað verður
eisini fyri kappingum, sum
hava eitt hvørt við byggivinn
una at gera, so sum at smíðja
og bora um kapp.
Og so hava vit eisini mat
stovu, sum Café Natúr stendur
fyri. Matstovan hevur skeinki
loyvi og bjóðar fyrstafloks mat,
staðfestir fyrireikarin.
Messan verður opin frá hós
degi til leygardag, og fyrireik
arnir vænta, at á leið 1000 til
1500 vitjandi verða um dagin.
_____________________________
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Mynd: Jens Kristian Vang
Byggimessa fyri alla familjuna
LÝSINGARTILFAR
Tekna
heimsins
longstu
brúgv
Danska Cowi hevur fingið til
uppgávu at tekna og sniðgeva
eina brúgv, sum skal gerast
millum Qatar og oyggjarlandið
Bahrain í Miðeystri. Brúgvin
verður ætlandi 40 kilometrar
long og heimsins longsta. Cowi
hevur havt ymsar uppgávur fyri
stjórnina í Qatar tey seinnu
árini, men hendan er tann
størsta. Í løtuni leitar felagið
eftir egnaðum medarbeiðarum
til uppgávuna. Eitt altjóða
samtak skal gera sjálva brúnna,
sum verður liðug í 2013.
Bahrain er eitt av oljulondunum við
Persaflógvan (Mynd: Polfoto)
Magni Brøðraberg er ein av fýra
eigurunum í fyritøkuni, Kern, sum
skipar fyri stóru byggimessuni í
Havn hetta vikuskifti. - Tørvur er
á einari messu, sum kann savna
byggivinnuna og geva kundunum
høvi at fáa øll tilboðini á einum
stað, staðfestir Magni Brøðraberg