mikudagur 21. mai 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 21
Vit eru á
bási 19
Dreymurin um at keypa eina
fyritøku endaði við, at Óli Hans
Hammer Olsen og svágur hans
ara Dia Mikkelsen keyptu Før
oya Betongsaging. Fyri Óla
Hans var hetta virksemið nakað
spildurnýtt, men fyrrverandi
eigarin, Hjaltur Tausen, hevur
verið til dystin fús at veita hjálp
og ráðgeving.
Tann 14. juli 2007 keyptu
Andrias (Dia) Mikkelsen og Óli
Hans Hammer Olsen Føroya
Betongsaging frá Hjalta Tausen
úr Runavík, sum byrjaði hetta
virksemið í 1987. Í byrjanini
varð betongin bert skorin við
vatni, men síðani eru nógv tól
komin afturat, og hevur hetta
verið við til at fjøltátta fyritøk
una meiri. Við yvirtøkuni
broyttu nýggju eigararnir felag
ið frá at vera smápartafelag til
partafelag, so tað nú eitur
Føroya Betongsaging P/F.
Virkisøkið hjá Føroya Betong
saging spennir víða og umfatar
alt frá gólvsaging og veggjasag
ing, til boring, slíping og fres
ing.
Men hvussu stórur er tørv
urin á hesum tænastunum í
veruleikanum?
Tørvurin er stórur, tað er so
nógv at gera, at dagarnir
strekkja ikki til. Stóru byggifyri
tøkurnar brúka okkum nógv,
staðfestir Óli Hans Hammer
Olsen.
Í løtuni arbeiðir Føroya
Betongsaging serliga í nýggj
um byggiverkætlanum, millum
annað við at skera til, har sum
stoypt er ov nógv. Í serliga
størri bygningum verður borað
fyri rørum og káplum, eftir at
stoypt er, tá verður teknað upp
og síðani skorið út.
Tann størsti borurin vit hava
heima er 70 cm í tvørmáti. Tað
er sjáldan brúk fyri meiri. Men
tað ber saktans til at fáa fatur á
størri borum, um tørvur er á tí,
sigur Óli Hans Hammer Olsen.
Annars hevur Føroya
Betongsaging øll møgulig
amboð til ymisk endamál, til
dømis til at brekka betong við.
Óli Hans sigur, at virksemið er
rættiliga javnt býtt um alt
landið.
Aggregat framleiðir
stórar orkunøgdir
Tað eru ikki smáar nøgdir av
orku, ið skulu til fyri at dríva
stóru maskinurnar hjá Føroya
Betongsaging.
Vit hava stóran fyrimun av
at hava aggregat í bilinum,
sum vit altíð brúka. Sagirnar
brúka so mikið sum 63 ampere,
og stóra slípimaskinan trekkir
60 kilowatt, svarandi til 80
hestakreftir, greiðir Óli Hans
Hammer Olsen frá og ásannar,
at tað er vorðið munandi dýrari
at dríva aggregatið, nú
oljuprísurin er blivin so høgur.
Tað eru eisini aðrar fyritøkur,
sum skera betong, men Føroya
Betongsaging man vera tann,
ið hevur mestu framkomnu
útgerðina her á landi á hesum
øki. Og byggimessan er eitt
gylt høvi at kunna vísa breiðu
viftuna av førleikum fram,
heldur nevndarformaðurin.
Vit fara serliga at gera vart
við tey ting, sum vit fáast mest
við. Hetta er millum annað at
vísa á fyrimunir við at slípa
betong, og annars hvat vit
kunnu gera í ymsum støðum.
Eg kann nevna sum dømi, at
tað er óneyðugt at stoypa uppí
aftaná, tá vit hava skorið út fyri
einum vindeyga, tí skorið
verður akkurát til, greiðir Óli
Hans frá.
Tað arbeiða í miðal 1012 fólk
hjá Føroya Betongsaging. Um
summarið er nógv meiri at
gera, og tá arbeiða eisini fleiri
fólk.
_____________________________
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Saga við 63 ampere og
slípa við 80 hestakreftum
LÝSINGARTILFAR
Føroya Betong
saging sker ikki
bara betong,
men ger mangt
annað eisini. Á
byggistevnuni fer
fyritøkan at vísa
fram tænastur ”yvir
allan kambin”, sigur
nevndarformaðurin
Óli Hans Hammer
Olsen