mikudagur 21. mai 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 27
Fyritøkan Farhouse umboðar
Magu byggiskipanina, har tú
kanst byggja húsini í fyrsta
orkuflokki, eisini rópt Passiv
hús. Við Magu eru húsini so
væl bjálvað, at tørvurin á orku
avmarkaður.
Í hesum døgum tá oljuprís
irnir áhaldandi hækka, eru øll
áhuga í at spara so nógva olju
sum møguligt. Men tey vita
kanska ikki hvussu. Magu
byggiskipanin er ein góð loysn
til henda trupulleika.
Við 2008 orkuprísum skal ein
tildømis einans gjalda millum
trý og fimm túsund krónur at
hita húsini upp. Hetta uttan at
húsini verða dýrari at byggja
enn vanlig føroysk hús.
Í dag tosa øll um at verja
umhvørvið, og við Magu byggi
skipanini sparir ein ikki bara
pening, men minkar eisini
samstundis um dálkingina, tí
CO2 útlátið verður minni. Og
Magu kann ikki einans brúk
ast til nýggja húsabygging,
men eisini til eftirbjálving av
eldri húsum og bygningum. Og
tá hugsað verður um høga
oljuprísin er hetta ein sera
skilagóð íløga, sum skjótt
verður spard inn aftur.
Tildømis kunnu tómir beton
kjallarar klæðast innanifrá við
Magubjálvingini, og síðani
kunnu tildømis gipsplátir
lættliga límast uppá. Hetta
kann spara fólki nógvar pengar,
tí betonkjallararnir eru nógv
størri orkuslúkar, enn tey flestu
halda.
Verðins lættasta
byggiskipan
Maguskipanin er ikki einans
orkusparandi og umhvørvis
vinarlig, hon er eisini sera løtt
at fáast við. Skipanin kann
samanberast við legobrikkar,
har byggisteinarnir passa
saman. Tá hvør steinur er 120
sentimetrar langur og 30
sentimetrar høgur, er lætt at
ímynda sær, at talan er um
lætta og skjóta bygging.
Magu byggiskipanin hóskar
tískil bæði til tann professio
nella hondverkaran og sjálv
byggjaran. Tá blokkarnar eru
bygdir upp til eina hædd,
verður beton fylt í.
Við Magu byggiskipanin
verður húsið bygt við stórum
blokkum av Styropor
(flamingo). Hesir blokkar virka
sum ein forskalling av tí
betongi, sum verður fylt í.
Styropor hevur sera góð
bjálvingarevni, og tí kann ein
40 sentimetra tjúkkur múrur er
nóg mikið til eini lágorku – ella
passiv – hús.
Maguskipanin er væl egnað
til vanligt føroyskt byggisnið,
men er serliga væl egnað til
nýggja minimalistiska stílin.
Skipanin hevur verið brúkt í
Týsklandi í meira enn 30 ár, og
seinastu árini eru byggiskip
anin vorðin alsamt meira væl
umtøkt í USA. Fyri fáum árum
síðani hevði Magu skipanin eitt
prosent av marknaðinum av
nýggjum húsum í USA, og í
dag er marknaðarparturin øktur
til ein tjúgundapart.
Farhouse hevur bás nummar
20 á Byggimessuni, har fólk
hava høvi at síggja dømir um
hvussu Magu byggiskipanin
virkar.
_____________________________
Dorit Hansen
dorit@sosialurin.fo
Orkusparandi
og lætt at
byggja
Eitt danskt par vísir á heimasíðu, www.flamingohuset.dk hvussu lætt og skjótt tað er at byggja eini hús við
Magu byggiskipanin
LÝSINGARTILFAR