Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 21

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 23 Virksemið hjá Vatnsoyrar Snikkaravirki byrjaði í 1968. Hans Elmar Poulsen gjørdi vindeygu, hurðar og aðrar snikkaravørur. Í dag eru nýggir eigarar, men dygdin er framvegis í hásæti. Í 1972 varð fyrsta »Husmor­ vinduet« keypt úr Noregi, og nógv var selt alt fyri eitt Fyrstu árini royndu nógvir seg sum søluumboð, men í 1975 fekk Vatnsoyrar Snikkara­ virki »licens« uppá framleiðsl­ una. Gongdin hevur síðani víst ein støðugan vøkstur. Egin framleiðsla Í 1990 byrjaðu teir sjálvir at gera termorútar, men tá teir í 2000 gjørdu av at nýta OrkuSpariGlas sum standard, valdu teir at keypa rútarnar aðrastaðni frá og løgdu egnu rútaframleiðsluna niður. 1990 var eitt produktivt ár, tí tá varð Føroya Gluggi í Mið­ vági keypt. Í Føroya Glugga vórðu tey kendu H­vindeyguni framleidd úr vinyli, umframt H­ úthurðar og H­altanhurðar úr plasti. Menning Í 2000 varð sniðið á timbur­ vindeygunum broytt, og víðkað var um tilfarsúrvalið, soleiðis at teir í dag eisini framleiða træ/alu vindeygu, t.e. vanliga H­vindeygað úr límtræi, sum er klætt við aluminium uttan. Hetta gevur framúr fyrimunir, hvat viðlíkahaldi viðvíkur. Sum nakað nýtt, gera teir eisini H­vindeygu í síðusving, sum er ein nýggjur og spenn­ andi máti at lata upp vind­ eyguni. Í 2000 útvegaðu teir sær eisini útgerð at sproyta vindeyguni við, til tess at fáa eitt vakrari og haldbetri úrslit. Og í 2004 byrjaði nýtslan av OrkuSpariGlas, við U­virði á 1,1 sum standard, tað sum danir kalla »Super lavenergi glas«. Ættarliðsskifti Í 2005 er ættarliðsskiftið liðugt gjøgnumført, sum byrjaði afturi í 2001. Hans Elmar Poulsen byrjaði tá at býta út partabrøv­ ini millum seks børn síni. Í 2005 var so virkið samlað aftur undir einum stjóra við Dánjal Paula Poulsen fyri Føroya Glugga og Heðini Poulsen fyri Vatnsoyra Snikkaravirki. Í november 2005 fekk felagið sær felagsheitið H­Dygd, sum skal sameina undanfarin virkis­ og vørunøvn; Vatnsoyra Snikkaravirki, Føroya Gluggi og H­vindeyga, og hetta árið vórðu yvir 6000 vindeygu og hurðar framleiddar. Nýggir eigarar 20. september 2007 varð virkið so selt til eitt partafelag við Jónberg og Jóhan á Mýrini og Poul Poulsen, sum saman kalla seg H­Dygd. Nýggju eigararnar eru ikki ókendir innan vinnuna. Jón­ berg á Mýrini var í tíðarskeiði­ num frá 1975­1978 formaður í fyritøkuni og var í starvi har, tá ein stórur partur av útbygg­ ingunum av Vatnsoyrar Snikkaravirki vórðu framdar. Tað verða feðgarnar Jónberg og Jóhan á Mýrini, ið fara at leiða fyritøkuna framyvir, og siga teir, at teirra mál er, at H­ Dygd, framhaldandi skal vera fremsti vindeyga­ og hurða­ framleiðari í Føroyum. _____________________________ Niels Petersen niels@sosialurin.fo Við H-Dygd sært tú væl út LÝSINGARTILFAR