Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008 Viking Smíð átekur sær alt timbur- og snikkaraarbeiði, stoyping og elementframleiðslu. Vitja okkum á Byggimessuni. Dygdar handverk www.viking.fo KERN.fo Clement Christiansen var fyrsta fyritøka, sum kom á føroyska marknaðin við hitapumpum. Talan er um eina handverkara­ fyritøku, sum fæst við at selja og uppseta hitapumpur og vatnkølarar, og fyrstu hitapump­ urnar vóru seldar í Føroyum fyri fimm árum síðani. Fyri stuttum yvirtóku tey eisini umboðið av Water logic vatn­ kølarum. Orkusparan og luftreinsan Fyritøkan umboðar Panasonic, Mitsubishi og Dakin hitapump­ ur, sum allar eru framleiddar til okkara veðurlag. Tær eru eitt nú testaðar á tí svenska og danska teknilogisku Instituttu­ num. Umframt orkusparandi eru hitapumpurnar eisini betri fyri inniklima, tí tær reinsa luftina. Fólk við allergi hava tí serliga gleði av pumpunum. Clement Christiansen hava bæði tær sokallaðu luft til luft hitapumpurnar og luft til vatn hitapumpurnar. Luft-til-vatn ella luft-til-luft Tá ein umhugsar at fáa sær luft til vatn hitapumpu, má ein verða sera varin við at seta hana í verandi hús, tí ein vanligur oljufýrketil gevur ein hita um 70 til 80 gradir, meðan ein luft til vatn hitapumpa gevur eini 50 til 55 gradir. Luft til vatn hitapumpur eru fínar til nýggj hús við møgulig­ um gólvhita og har radiatorar­ nir eru dimisioneraðir til hetta. Men í verandi hús gevur hita­ pumpan ov lítilan hit frá sær. Fyri at bøta um tað mugu allir radiatorarnir býtast við størri. Kølarar sum reinsa vatnið Water Logic vatnkølarir eu væl umtøktar maskinur, ið er eitt heilt reinsiverk í sær sjálvum. Vatnið verður reinsað og UV strálað og kølt niður. Harum­ framt er eisini møguleiki at brúka kølarnar til vatn til brús og heitt vatn. Tað eru eitt nú nógvir skúlar á bygd, ið ikki fáa reinsa vatn, sum brúka vatnkølarnar. Góðkendir kølimontørar Fyri at uppseta hitapumpur, sum eru eitt speglvent køli­ annlegg, krevst góðkenning sum kølimontør frá Arbeiðs­ eftirlitinum, hesa góðkenning hava Clement Christiansen. Hava fólk spurningar um vatnkølarnar ella um hús teirra eru best egnaði til luft­til­luft ella vatn­til­luft hitapumpur, eru tey vælkomin at vitja básin hjá Clement Christiansen á Byggimessuni. Meira fæst eisini at vita á heimasíðunum www.hitapumpur.fo og www. waterlogic.fo _____________________________ Dorit Hansen dorit@sosialurin.fo Fremst innan hitapumpur LÝSINGARTILFAR