mikudagur 21. mai 2008síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008
Hvat kemur burtur úr, tá tríggir
mans við sera ymiskum førleik
um stovna eina fyritøku? Svar
ið er: ein fjølbroytt fyritøka,
sum avspeglar ymisku førleik
arnar hjá stovnarunum. Síðani
1. september í fjør hevur Óla
Hans Hammer Olsen verið
stjóri í Mekta, og hendan fyri
tøkan fer ikki at smæðast burt
ur á byggistevnuni.
Mekta er ein ung fyritøka við
heimstaði í Saltangará, ið varð
sett á stovn sum eitt datafelag í
2006. Stovnarar vóru Kári Sig
vardsen, teldumaður, Matthias
Davidsen, elektrikari, og Torben
Nielsen, byggifrøðingur. Síðani
stovnan hevur Mekta ment seg
til eina umfatandi fyritøku, við
eini breiðari viftu av tænastum,
sum eisini avspegla teir ymsu
førleikarnar, sum stovnararnir
av fyritøkuni hava. Á KTøki
num veitir Mekta grundleggj
andi KTtænastur, sum netum
siting, veiting og viðlíkahald av
KTútgerð, telduumvælingar,
netloysnir og røkt av servarum.
Eitt stórt virkisøki hjá Mekta er
eisini at gera elinnleggingar,
har størsta einstaka verkætlan
in í løtuni er íbúðarbyggingin
undir Gráasteini í Havn.
Fyritøkan hevur eina sølubúð
við vanligari telduútgerð og
nýggjari KTvørum, sum til
dømis CleverTalvur og
TallyKey. Hesar CleverTalvur
nar, ella klóku talvurnar, er tað
nýggja slagið av talgildum
skúlatalvum, sum eitt nú
Runavíkar kommunuskúli hev
ur fingið í nýggja skúlanum.
Óli Hans Hammer Olsen,
sum hevur verið stjóri í fyri
tøkuni síðani 1. september í
fjør, sigur, at fleiri skúlar, bæði
fólkaskúlar og miðnámsskúlar,
hava víst áhuga fyri
CleverTalvunum, og vóru talv
urnar eisini vístar fram á aðal
fundinum hjá Føroya Lærara
felag. Somuleiðis hava bæði
stórar og miðalstórar fyritøkur
ognað sær CleverTalvur.
TallyKey og klókar talvur
á byggimessuni
TallyKey er eitt støðugt vaks
andi virkisøki hjá Mekta.
TallyKey eru aluminiumsúlur,
sum eru mentar til veiting og
stýring av ravmagni og vatni til
havnaløg, bátabrúgvar, kamp
ingpláss og støð, har annars
tørvur er á ravmagni og vatni.
TallyKey hevur skipan við
gjaldskortum av sama slagi
sum telefonkortini. Við
TallyKeyskipanini verður
nýtslan av ravmagni og vatni
avroknað á staðnum, og goldið
verður við myntkortum.
Í Føroyum verður vanliga
ikki tikið fyri vatn, og tí er tað
serliga ravmagn, sum verður
avroknað. Men TallyKey kann
halda skil á vatnveitingum og
boða frá, um til dømis ólag er á
veitingini, sigur Óli Hans
Hammer Olsen.
Mekta kemur út um alt landið
við sínum vørum og tænastum
og hevur fyrimunir av at kunna
gera elinnleggingar, veita
netloysnir umframt ávaring
arskipanir, ljós og hitaskipanir
alt í einum og sama firma.
Eingin ivi er um, at Mekta
bjóðar eina breiða viftu av
vørum og tænastum, so vit
spyrja Óla Hans Hammer
Olsen, hvat Mekta fer at vísa
fram á byggimessuni.
Vit fara serliga at leggja
dent á TallyKey loysnir, sum
hóska væl í samband við
útbygging av kampingplássum
og havnum. TallyKey loysnir
eru væl umtóktar í øðrum
Norðanlondum. Annars fara vit
eisini at vísa fram klóku talvu
loysnirnar, sigur hann og legg
ur afturat, at ikki bert skúlar,
men eisini vinnuligar fyritøkur
ogna sær Clevertalvur til
fundar og skeiðsvirksemi.
_____________________________
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Mekta veitir klókar talvur
og streymavroknarar
LÝSINGARTILFAR
Canadahús Føroyar
Importer & wholesaler
Neslíð 2 · Vestmanna · Tel 424 238
Fyri okkum er
eingin uppgáva
ov stór og
eingin ov lítil!
Vit selja...
• sethús
• summarhús
• skrivstovubygningar
• íbúðarbygningar
Faldari kann bíleggjast
á vvs@vvs.fo ella
info@canadahuse.com
Vit byggja standardhús ella eftir egnari tekning,
soleiðis at tú fært húsið júst sum tú vilt hava tað.
Húsini verða bygd úr massivum bjálkum beinleiðis
úr Canada.
Viðurin, vit brúka, er serliga góður. Hann verður
bert tikin av seint vaksandi trøum, sum er
góðkendur av tí kanadisku stjórnini til útflutning.
Tískil er hald- og mótstøðuførið eisini nógv betri.
Húsini verða bygd eftir krøvum galdandi í Føroyum.
www.vvs.fo
Ikki bert eitt heim – ein lívsstílur
www.canadahuse.com
Sosialurin/KvR
Bjálkahús uppá 150 m2 í gerð
Eini nýggj bjálkahús standa í gerð í Vestmanna. Sniðið eitur
»MEADOWVIEW« og húsini verða seld lyklaklár. Áhugaði
kunnu fáa meiri at vita við at ringja á tlf. 222 854.
Vit eru at
hitta á
bási nr. 5
Á byggistevuni fer fyritøkan Mekta úr Saltangará millum annað at vísa
fram CleverTalvur og TallyKey-loysnir. CleverTalvurnar tykjast vinna
frama í skúlum og privatum fyritøkum. TallyKey loysnirnar eru væl
umtóktar á kampingplássum og havnarløgum, har tørvur er á at halda skil
á ravmagns- og vatnveitingum