mikudagur 21. mai 2008síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 95 - 21. mai 2008
lýsingar
Kommunusamskipan Føroya er tvørkommunalur felagsskapur, ið
virkar fyri felags áhugamálum og størri kommunalum sjálvræði.
Aðalhugsjónin er, at kommunurnar skulu umsita øll mál, ið eru
beinleiðis viðkomandi fyri borgaran.
KSF arbeiðir fyri greiðum uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land
og kommunur, og at kommunali myndugleikin verður styrktur.
KSF veitir m.a. løgfrøðiliga ráðgeving, skipar fyri skeiðum, gerð
av felags mannagongdum og kunning til limakommunurnar og
almenningin.
Limakommunurnar í KSF eru Tórshavnar kommuna, Klaksvíkar
kommuna, Runavíkar kommuna, Tvøroyrar kommuna,
Fuglafjarðar kommuna, Vágs kommuna og Sands kommuna.
KSF umboðar 69 % av íbúgvunum í Føroyum.
www.ksf.fo
Søkt verður eftir skrivstovufólki til Kommunusamskipan Føroya,
KSF, at byrja 1. august 2008. Talan er um farloyvisstarv.
SKRIVSTOVUFÓLK
STARVIÐ
Í samstarvi við aðalskrivara og umsiting fert tú at taka tær av
felags áhugamálum hjá limakommununum.
Tú fert m.a. at:
fremja vanligt skrivstovuhald, eitt nú bókhald, journal,
postavgreiðslu og innkeyp
skipa fyri og vera við í tiltøkum hjá KSF
samskifta við landsmyndugleikar, áhugabólkar og onnur
fyrireika fundir, skeið og annað felagsvirksemi
fáa til vegar kunning og tilfar til limakommunurnar
FØRLEIKAR
KSF roknar við, at tú:
hevur skrivstovuútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving
hevur áhuga í kommunuviðurskiftum
hevur góð samstarvsevni og ert fyrikomandi
hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt og ert málsøkin
tolir, at arbeiðsbyrðan stundum er stór, og at arbeiðstíðinar
onkuntíð eru skiftandi
KSF BJÓÐAR
Eitt livandi og spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum og
fjølbroyttum uppgávum. Harumframt fært tú góðar møguleikar
fyri fakligari menning, skeiðsvirksemi o.ø.
SETANARTREYTIR
Talan er um fulltíðarstarv. Starvsstaðurin er Tórshavn.
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Kommunala arbeiðs-
gevarafelag Føroya og Starvsmannafelagið.
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Jóan Petur Hentze, aðalskrivara, á tel 302 482 ella 282 480.
Umsókn við upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera
KSF í hendi í seinasta lagi 10. juni 2008.
Send umsóknina við vanligum brævi til:
Kommunusamskipan Føroya, KSF
R.C. Effersøes gøta 30
100 Tórshavn
ella við teldubrævi til jph@ksf.fo.
Opel Vectra 2.2 GTS
Sera vælútgjørdur Opel Vectra 2.2 GTS
frá 2003 til sølu. Hevur m.a. 18” alu-felgur.
Koyrt 81.000 km. Prísur: 150.000 kr.
Tlf. tel. +45 30 58 80 32 ella +45 26 70 80 32
Lesið
-so eru tit við!