mikudagur 21. mai 2008síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 96 • 21. mai 2008
MIÐvIkaN
27
Lincoln City varð bumbaður.
Tá sat eg uppi við Sundsvegin
við húsini hjá Hanus við Høga
dalsá undir einum torvleypi, á
einum plássi, har tað vanliga var
hvílt. Eg sá eisini trolaran, tá ið
hann fór í luftina.
Hetta var 20. februar 1941.
Tá var eitt rættuligt álop framt
á Havnina móti oljutangunum á
Viðanesi. Umframt Lincoln City
varð eisini bretska tangaskipið
War Pindari álopið á Skálafirði.
Veðrið var gott, eitt lot av land
nyrðingi og okkurt vátakavaælið.
Fleiri skip lógu á Havnini hendan
dagin.
Tað hevði verið friðarligt allan
fyrrapartin, og eingin grunaði,
at hetta skuldi gerast ein slíkur
skaðadagur.
Kl. 15 ýldu ávaringarlúðrarnir,
og tvey týsk flogfør komu inn um
Nólsoyareiði og inn yvir Havnina.
Skotið varð eftir teimum, og
flogførini rýmdu í fyrsta umfari.
Lincoln City fór nú at hiva akker
ið inn, so trolarin kundi vera betri
fyri at verja seg í einum nýggjum
álopi. Tá kom annað flogfarið
aftur. Tað blakaði eina bumbu
eftir Lincoln City. Hon fór niður
við borðinum. Men tá brast hon,
og trolarin lyftist upp úr sjónum
og brotnaði um tvøran. Alt var eitt
rok, og tá ið tað var av, var eingin
Lincoln City at síggja.
Fyrsti bátur sum kom á staðið
var tann hjá Niclas í Kunoy, og
hann bjargaði trimum monnum.
Hann varð seinni heiðraður av
bretum við eini whiskyfløsku!
Tað var próvtøka á sjómans
skúlanum, og her lupu allir avstað
at bjarga teimum, sum flutu á
sjónum. Av teimum 27 monnunum
umborð doyðu teir átta.
Tað var skotið dúgliga eftir
flogfarinum. Skiparanum á
Vestland dámdi eisini væl at
skjóta. Hann skjeyt eftir øllum,
eisini eftir hesum flogfarinum,
sum seinni neyðlendi á Gøtuvík.
Hann helt seg hava skotið tað
niður, sum hann lá við kol
brúnna hjá Valdemar. Tað vóru
nógvir sum skutu, eisini inni á
Skálafjørðinum. Tað vóru eisini
fleiri, sum hildu seg hava rakt.
Týskararnir við flogfarinum
sluppu við lívinum. Teir vóru bjarg
aðir inn til Syðrugøtu og vórðu
seinni sendir til Bretlands.
Hugburðurin hjá bretum man
hava verið nakað nógv annar
leiðis enn hjá føroyingum. Um
kvøldið, sum vanlukkan hendi, og
teirra skipsfelagar vóru deyðir,
fóru teir í dans!
Eg var umborð á Vestland næst
an hvønn dag, og eg skuldi eisini
við aftur. Hann ætlaði at fara til
Íslands í marts.
Men tað endaði kortini við, at
eg fór við Normanner.
Tann »røde djævel« helt áfram
við at fiska út frá Fleetwood øll
krígsárini. Hann fór til Esbjerg
aftaná kríggið. Her rann hann seg
eisini í trupulleikar. Hann skuldi
til fiskarí við einum nýggjum
báti. Hann var so í ørviti, at hann
endaði á Miðvági, hóast hann
skuldi í Norðsjógvin at fiska.
Báturin endaði við at verða seldur
í Miðvági. Søgan sigur annars, at
hann skuldi ikki vísa seg aftur í
Danmark. Hvat annað kann sigast
um hann má eg siga, at hann
var ein fínur sjómaður og afturat
tí framúr fiskimaður. Men hann
slapp ótrúliga væl burtur úr øllum
tí, sum hann vavdi seg uppí.
Felagið Nabb
Áðrenn komið verður til Normann
er skal greiðast eitt sindur frá
virkseminum hjá Zacharias
Heinesen.
Felagið NABB hevði keypt
fiskastykki frá Vilhelm Poulsen
ella »Polla Vilhelm« uppi á
Hálsi, har ítróttahøllin stendur
í dag. Her turkaðu teir fisk til
útfluttnings frá skipum teir áttu.
Hetta vóru til dømis Thurid og
Normanner við ávikavist Tummas
í Hanussarstovu í Skálavík og
Lassa Johansen á Strondum sum
skiparum. Teir løgdu nógvan fisk
upp her í Havn.
Heinesen dugdi væl at fara við
bæði skiparum og manning og
vóru tí skipini altíð vælrøkt og
útgjørd og høvdu mest sum altíð
somu manning. Nógvir vóru úr
Sandoynni og norðan úr Vík.
Skipini fóru tíðliga av stað og
komu tíðliga heimaftur av Suður
landinum. Fiskurin varð koyrdur
niðan á Háls at turka soleiðis at
teir altíð sluppu tíðliga av við sín
góða fisk.
Hetta gav nógv arbeiði til tey
sum arbeiddu í fiskinum og til
teir, sum vóru við skipunum.
Hetta kom eisini væl við hjá
handilsfyritøkuni hjá Heinesen
í Vágsbotni, sum reiddi skipini
út. Tey sum arbeiddu í fiskinum,
keyptu alt sum tey skuldu nýta frá
handlinum.
Tá borgarakríggið í Spaniu tók
seg upp seinast í 30 unum og
seinni heimsbardagi tók seg upp
í 1939/40 minkaði eftirspurning
urin av klippfiski burtur í onki.
Tískil var felagið Nabb avtikið, og
skipini Turid og Normanner vóru
seld til Íslands. Normanner sigldi
fyri íslendingar, har hon sigldi fyri
ta mesta við farmi, til hon fyrst
í februar mánaða 1952 sigldi á
land og sakk við Orknoyar.
Eg fari við
Normanner
Meðan eg bíði eftir Vestland hitti
eg ein dagin Zacharias Heinesen.
Hann rópar meg og spyr, um eg
havi hug at fara ein túr við Nor
manner. Eg líka sum stúrsaði við.
Normanner hevði júst gjørt ein so
veldigan túr, har teir høvdu selt
fyri 10.000 pund. Hetta var ein
rimmar túrur, eisini fyri manning
ina, sum fekk heilt nógv burtur úr.
Teir høvdu selt hana til Íslands
til ein mann sum kallaðist
Magnus Andreassen í Reykjavík.
Teir høvdu strámann í Føroyum,
so munurin gjørdist ikki so stórur.
Eg hugsaði um hetta og var
sjálvsagt freistaður av hesum túri
num. Eg segði so við Heinesen,
at eg skuldi koma við. Eg hevði
jú verið við Turid frammanundan,
so vit kendust eisini. Tað var ikki
hvør maður, sum fekk bjóðað ein
slíkan kjans. Tað var gravgangur
eftir at sleppa til skips. Skipini
vóru eisini nógv minni mannaði
nú, tá tey ikki fiskaðu men sigldu
við fiski, sum tey keyptu. Hetta
merkti arbeiðsloysi millum
fiskimenn.
Eg fór so umborð til Reyða og
segði, at eg kom ikki við. Hetta
var alt í lagi.
Eg skuldi fara beinanvegin við
Normanner, gjørdi meg kláran
og fór umborð. Tað vísti seg, at
Hans Hansen, Hassin, úr Miðvági,
skuldi føra Normanner. Lassen
á Strondum, sum hevði ført
hann frammanundan til fiskarí,
skuldi vera bestimaður. Thorvald
Andreassen, seinni kendur skipari
av Norðskála, og Petur Hovgaard
úr Vági skuldu vera maskinmenn.
Við vóru eisini Kristian á Neysta
bø úr Vík og ein søldfirðingur,
sum kallaðist Alfred.
Áðrenn vit fara avstað siga teir,
at eg skal vera kokkur. Eg segði
kortanei. Skuldi eg vera kokkur,
fór eg slett ikki við. Vit tríggir
dekkararnir samdust so um, at
Kristian skuldi vera kokkur til
Íslands, so skuldi glyvramaðurin
vera kokkur úr Íslandi til
Onglands, síðan skuldi eg vera
kokkur aftur til Føroyar.
Máttu ganga
pumpuvakt
Normanner var eitt stórt skip.
Hon var ein fransaskonnart og
hevði deksmotor til seglini.
Vit tóku fisk á Hafnarfjørðinum
og har á leiðini. Normanner lak so
illa, at lensipumpan ikki kláraði
at halda tørn, so vit máttu ganga
pumpivakt fyri at halda lens.
Tá ið fiskurin varð tikin ar
beiddu vit saman við manning av
landi. Vit skuldu eisini ansa eftir
vektini og tílíkum.
Vit fóru so niður til Aberdeen
og fingu sjaskveður. Vit máttu
alla tíðina hjálpa til at pumpa
við dekspumpuni. Tá ið vit
komu niður til Scrabster, var
ódnarveður. Loðsur kom umborð
og segði, hvussu vit skuldu sigla,
og so sigldu vit mótu Pentland
Firth. Sjálvt í betri líkindum var
Pentland Firth ikki bara bara. Tá
var veðrið so ringt, at tað vóru
stórsjógvar. Tá lak hon so illa, at
eingin kundi vera í lugarinum fyri
sjógv. Har sigldi alt, so allir búðu
har afturi.
Næstu ferð
Í komandi parti greiðir Johan
frá, tá teir máttu pumpa úr
lugarinum. Hann upplivir
framvegis nógv undir krígnum.
Hetta er ikki minni spennandi
enn við reyða djevlinum
Reiðari á Normanner var Zacharias
Heinesen, keypmaður, føddur í Bø
tann 22/5-1874
Tummas Joensen í
Hanusarstovu í Skálavík
var skipari hjá Johan
við Thurid og Rasmus
Johansen, nevndur
Lassi, á Strondum
hevði verið skipari á
Normamanner, men var
bestimaður, tá ið Johan
var við
Fiskafólk uppi á NABB, frá vinstru John hjá Tummas Juel, Olivia hjá Toft Óla, Valger hjá Rasmus í Funningstovu, Essa
hjá Rubekki, Sanna hjá Íslendinginum, Annelin hjá Kvívíks Tummas, John hjá Poul á Kirkjuveg, Bina hjá Poul Johs.,
Anna á Hellu og Poul á Kirkjuvegi