Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIÐvIkan 28 nr. 96 • 21. mai 2008 Nú halda vit áfram við frásøgnini hjá Albert, pápa Johan. Hann hevur verið ein rættiligur ævintýrari. Aftur verður hann tikin av eingilskmonnum, men hesa ferð var eingin bøn. Seinasti partur endaði við, at Albert á Ísafirði hevði verið saman við Jens Færeying, og hann heldur fram: Um heystið, tá ið vit komu heim aftur var tað við Íslands Falki. Tá vit koma inn móti Skopunarfjørði er stormur av útnorðingi. Tað rak vestur og tað var harður streymur eisini. Tað var ógviliga baldrut. Hurðin sum gekk niður til maskinuna fór eisini av einum sjógvi. Ein miseydnað smuglaraferð Í 1915 á heysti kom ein hvala­ bátur her á redina. Hann skuldi hava seks mans, tí teir norðmenn, sum høvdu verið við, vóru rýmdir av. Teir vildu ikki við til Noregs. Men vit vistu ikki, hví teir ikki vildu fara við. Vit hildu kanska, at hetta var av krígsávum. Vit vórðu so bidnir seks mans við. Vit koma so umborð á redini seint um kvøldið. Vit fara norður á Funningsfjørð. Hetta hevur verið tann hvalabátur sum skjeyt hval í 1915 og hevði støð í Funningsfirði. Norski Konsulin, sum var her, var kallaðir konsul Koth. Hann hevði nokk fingið uppsnúsað nakað kortini. Vit skuldu sleipa eina skonnart til Noregs, og var hon full av lýsitunnum. Lýsi var sera virðismikið tá í tíðini orsakað av heimsbardaganum og tørvin á olju. Lýsi kundi til neyð nýtast fyri olju til motorar. Serliga vóru týskarar grammir eftir lýsi til teirra krígsførslu. Men hetta vildu bretar, sum vóru í hinum partinum, gera alt fyri at forða fyri. Teir høvdu eisini áhuga í lýsinum. Men har peningur er at vinna, verður eisini vágað. Tað var tað, sum henda ferðin snúði seg um. Vóru teir hepnir gjørdu teir kvettið. Vit gjørdu klárt í Funningsfirði. Vit fara so avstað kl. 3 um náttina og farið verður norður um. Eingin bøn Tá vit høvdu sleipað í tvey sam­ døgur, visti vit ikki av, fyrr enn vit fingu ein ljóskastara settan á okkum. Tað var illveður av landsynningi. Vit lógu uppimóti við henni. Hetta var eitt stórt eingilskt vaktarskip. Eg haldi, at teir brúktu ferðamannaskip sum vaktarskip, og skipið hevði kanónir umborð. Skipið lá hjá okkum, og vit máttu blíva liggjandi, til tað varð ljóst um morgunin. Tað var sum at liggja undir eini oyggj at liggja í le av hesum stóra skipi. Teir settu tveir bátar á sjógv og komu umborð til okkara. Men tað var so ringur sjógvur, so tað gekk illa at koma umborð. Men ein yvirmaður kom umborð til okkara. Hann tosaði við skiparan hjá okkum, og hann mátti so siga, hvussu vorðið var. Tað vóru fimm danir umborð á skonnartini. Hon var um 200 tons. Offiserurin gav at enda boð um at gera skonnartina leysa av hvalabátinum. Skiparin mótmælti, men har hjálpti einki. Kósin hevði verið løgd so norða­ laga fyri at sleppa innanskers inn til Noregs og harvið sleppa undan eftirliti. Men kortini fingu teir okkum. So varð skonnartin gjørd leys, men skiparin legði seg at bíða fyri at síggja úrtslitið av hesum. Henda ólukku skonnart lá og dreiv. Hetta stóra skipið kom so móti okkum og rópti í rópara til skiparan um at sleppa sær burtur sum skjótast, og hann legði seg so, at allar kanónirnar bendu móti okkum. Hetta sá nokk so øgiligt út. So fóru vit avstað. Vit vistu einki meira, men helst hevur hann sjálvur gjørt fast og sleipað skonnartina til Hetlands. Vit settu fulla ferð á skipið til Haugesund í Noregi. Vit komu hagar í øllum góðum, og dagin eftir fóru vit úr Haugesund til Bergen. Har lá ein av Bergens­ bátunum, sum æt Flora. Hann skuldi upp dagin eftir og vit skuldu við honum. Tá vit koma umborð har eru tveir føroyingar við. Tað var Jóa Pól, sum var fýrbøtari umborð og Edvard í Làgni var matrósur. Vit komu so í øllum góðum til Føroyar. Lógu 14 dagar við Gibraltar Eg fór so við Marshall í 1917 við Hans hjá Demmusi. Var við tað árið. Tað gekk væl. Men í januar 1918 fær Hans boð frá Jens á Hvítanesi í Suðuroy. Ein toppseglskonnart lá har suðuri, og Jens skuldi vera skipari á henni. Fólkið var rýmt av henni. Nú biður Hans meg koma við. Vit fara so við Nellie til Suður­ oyar. Hetta var um 9­tíðina, at vit fóru av Havnini. Motorkraftin var lítil, so vit krússaðu suður eftir. Men vit komu ikki á Tvøroyri fyrr enn kvøldið eftir. Skipið vit skuldu við æt Abba. Vit komu so umborð á skonnart­ ina og skuldu fara yvir á Reykja­ vík. Vit fóru av Tvøroyri 10­12. januar. Tá vit komu yvir móti Vestmannaoyggjunum fingu vit sera ringt veður. Men vit komu so á Reykjavík og lógu har nokk so leingi. Vit skuldu hava fiskaballir til Spanien. Hetta var ein longri túrir, eingin var motorurin. Vit høvdu 36 dagar, áðrenn vit komu til Gibraltar. Har máttu vit inn fyri at fáa loyvi frá bretum, sum hava tikið hetta økið frá spaniólum. Her hevði eg verið fyrr við Thor fyrsta túrin eg fór til sjós. Hetta tók langa tíð eina 14 dagar, tí her lógu so nógv onnur skip. Dagin eftir, sum vit koma inn í Gibraltar, kemur ein jolla rógvandi. Tað vóru fimm mans við jolluni. Eg helt meg kenna tann eina mannin beinanvegin. Tá var tað Anker Jørgensen, sum eg hevði siglt saman við. Hann var farin dagin fyri frá Gibraltar og var niðurskotin uttanfyri. Vit fóru so víðari til Barcelona. Hetta var so aðru ferð eg var í Barcelona. Vit máttu fáa herfólk umborð at ans eftir. Teir vóru so óreinir at stjala fisk. Teir vóru so óðir eftir klippfiskinum, sum er tjóðar­ matur hjá spaniólum. Har komu vit at liggja nokk so leingi. Tá fóru vit til Ibiza at skipa inn salt til Íslands. Vit vóru bara fimm manns. Tá nakað skuldi gerast til verks, vóru vit bert tveir mans til tað. Vit høvdu einar 40 dagar upp aftur. Tað vil siga, til vit sóu land í Íslandi. Men tá róku vit yvir móti Grønlandi. Tað bleiv so ringt veður. Vit brutu stórbátin, og nakað av skansaklædninginum fór eisni. Vit komu ikki á Reykja­ vík fyrr enn átta dagar seinni. Tað var eitt ordiligt tørn. Tað árið var tað bara tann eini túrurin. Tá ið vit fóru um Gibraltar var ein skipari umborð hjá okkum. Teir tosaðu um at fylgjast upp eftir. Hann skuldi á Vestmanna við salti. Men hann kom ongantíð fram. Stýrimaðurin kom rekandi í sugguna í Kirkjubø. Teir róptu hann fyri Lille Jensen. Júst hetta navn var tatoverað á armin. Tí varð hann afturkendur. Eg tosaði so ofta við hann í Gibraltar. Abba fór síðan til New Found­ land, men vit mynstraðu av í Íslandi. Men sum eg skilti kom hann ongantíð vegin fram til New Foundland. Albert Norðfoss: Aftur tikin av eingilskmonnum Hetta var Havnin, tá ið Albert var ungur. Onkur kann rætta um tað er skeivt. Men fremstu rekkirnar munnu vera Bøgøta og Tróndargøta, har Albert vaks upp Albert og Anna á gullbrúðardegnum í 1970 Næstu ferð. Í komandi parti greiðir Albert frá, tá ið hann arbeiddi í Vágsbotni