Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 5 í mun til tíð og samfelagstøðu. Tórshavnar kommuna hev­ ur í stóran mun, aftaná útstykkingina í Hoyvíkshaga­ num, latið útbyggingina inn­ an búðstaðir upp í hendurnar á arbeiðstakarum og sokall­ aðum “developarum”, ella íleggjarum. Hetta skapar eitt spekula­ tiónsumhvørvi innan íbúðar­ bygging. Úrslitið er, at íbúðar­ eindin er so mikið kostnaðar­ mikil, at frívirðið við at fara úr sethúsum í íbúð fánar burtur. Tey eldru velja tískil í stóran mun at vera verandi í sínum sethúsum. Avleiðingin av bústaðarpolitikkinum hjá t.d. Tórshavnar kommunu er, at privat grundstykki kosta 1.8 mio. at ogna sær. Gomul niðurslitin sethús kosta 2.2 mio – Byggiharrar ríka seg upp við at selja íbúðir fyri Kr. 25.000,­ pr. fermetur og upp í 3.0 mio. fyri raðhús. Havnar kommuna skuldi heldur roynt seg við sosialari bygging. Almenna byggivirksemið Spurdur, hvat hann heldur um almenna bygging í dag og í hvønn mun almenn bygging er myndað av føroyskum arkitek­ turi, sigur Mayfinn: Eg haldi tað vera syndarligt at síggja, hvussu tað almenna ­ bæði stjórnarráð og stovnar, húsast. Mín meting er, at tað almenna eigur at ganga undan og vísa, hvussu nógv tað hevur at týða fyri innihaldið og virksemið í einum bygningi, at tað byggilistarliga er í hásæti. Almenn bygging - tilvitað útihýsing av føroyskum fyritøkum Vit spyrja Mayfinn um almenna byggipolitikkin og hvussu almenn bygging hóskar til før­ oysk viðurskifti og hvussu hann sum heild metir nýggjar almennar bygningar? Hvussu eru teir sum byggilistaverk? Vit spyrja eisini, hvussu almennar arkitektauppgávur verða latnar og nevna, at tað tykist sum ávísar stórar arkitektafyritøkur hava allar stórar almennar uppgávur ­ hvat merkir hetta fyri føroyskar arkitektur og hvussu ávirkar hetta føroyska byggilist sum heild? Ella við øðrum orðum: Eigur tað almenna, land og kommunur, í øllum førum at skriva út arkitektakappingar, tá talan er um almenna bygging? Tórshavnar kommmuna og Landsverk hava í seinastuni havt lýsingar í útlendskum og føroyskum bløðum um prekvalifikatión til ráðgeving til ávíkavist Ellisdepil úti við Strond og Skúladepil við Marknagil. Orðingin í lýsingunum er soleiðis háttað, at tað kann ikki kallast annað enn tilvitað útihýsing av føroyskum fyritøkum. Lýsingin hjá Tórs­ havnar kommunu var enntá 2­3 vikur fyrr í teimum útlendsku fjølmiðlinum. Ikki fyrr enn Arkitektafelagið spyr kommununa um málið, kemur lýsingin í føroysku fjølmiðlarnar. Tórshavnar kommuna hevur eisini koyrt onnur ráðgevaraarbeiði, so sum heildarætlan fyri kommununa og Ítróttarhøll á Nabb, beinleiðis av landinum uttan kapping. Fyrst og fremst metir arktektavinnan, at tað er sera óheppið og ikki vinnuni til frama, at eingin føroysk fyri­ tøka kann prekvalifiserast til uppgávuni. Krøvini til prekvali­ fikatiónina eru snøgt sagt sett alt ov høgt. Krøvini til fíggjarliga orku, royndir og arbeiðsorku hjá ráðgeva fylla ov nógv og botna bert í tíðarkarmi til avgreiðslu av projektering. Tíðarkarmin kann byggiharrin planleggja betur og hann skal haldast upp ímóti øðrum faktorum. Totaløkonomisk atlit Í hesum tíðum, har tosað verður um undirskot á handils­ javnanum, er tað undrunarvert, at tað almenna gongur á odda við at innflyta ráðgeving, sum kundi verði framd í Føroyum. Hetta er eisini beinleiðis móti kjakinum og rákinum um vitanarsamfelagið og vantandi heimafturflyting av útbúgvnum fólki. Fyri hesar báðar nevndu verkætlanir er talan um 20­25 ársverk í arkitektavinnuni tey næstu 4 árini. Talan er eisini um, at arkitektavinnan er grundarlagið fyri so nógv annað virksemi t.d. verkfrøð­ inga­ og byggifrøðingaarbeiði, umframt handverkaravinnuna og smásølu. Hetta merkir, at allir ringvirkningar av vitanar­ arbeiðinum eisini verður flutt av landinum. Ráðgevaraparturin fyri Ellis­ og Skúladepil er tilsamans uml 50­70 mio kr., sum fara beinleiðis av landinum, um­ framt mistar skattainntøkur, mist arbeiðspláss og mist tilflyting. Var uppgávan avrikað her heima, hevði hon eisini verið við til at skapa kontinuitet og ment ta føroysku arkitekta­ vinnuna, so hon í framtíðini kann fara út í heim og skapa enn meira arbeiði í Føroyum. Ein fráskrivar sær soleiðis so at siga førleikamenning, vitanarsavning og vanliga menning av arkitektavinnuni. Tískil gagnar hetta bert stórum útlendskum fyritøkum. Hinvegin meta tey føroysku virkini uppgávuna hvørki at verða óvanliga stóra ella at krevja serkunnleika. At byggja ein nýggjan Hoyvíkar skúla, ella Argja skúla megna vit, tí standa vit spyrjandi, hvat hetta við Ellisdepli og Skúladepli skal verða gott fyri, annað enn at leypa uppum har garðurin er lægstur uttan fyrilit fyri tí, sum henda gongd og hesin framferðarháttur hava við sær av óhepnum fylgjum fyri partar av føroyskari byggivinnu. Strámannavirksemi Føroysku virkini hava merkt áhuga frá útlendskum fyritøk­ um um samstarv um uppgáv­ una. Tá talan ítøkiligt er um, á hvønn hátt samstarvið skal skipast, kundi hugburðurin um samstarv mint um strámanna­ virksemi. Tað sær gott út á pappírinum at hava ein føroys­ kan samstarvsfelaga, men tað mennandi arbeiðið skal gerast útflutningsvinna ➘ Um tann føroyska vinan ikki kann fáa tær heimligu tilvísingarnar, tað vil siga eina almenna dygdar- og góðskubygging her heima við føroyskum ráðgevum, sum muna nakað, koma vit ongantíð út í heim, staðfestir Mayfinn Norðoy, formaður í Arkitektafelagnum