mikudagur 21. mai 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 95 - 21. mai 2008
Djóni Zakaris Frýdal
av Velbastað er mest
sum skelkaður av, at
nakar kann fáa seg
at skjóta eitt gásapar
við níggju smáum
ungum, bara til
stuttleika
POLITIMÁL
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Djóni Zakaris Frýdal gjør
dist illa við, tá hann um
trítíðina í gjár fór at hyggja
sær til gæsnar. Tí tær lógu
báðar deyðar og allir níggju
ungarnir burtur.
Djóni ringdi til løgregluna
at boða frá, sjálvt um vón
irnar kanska ikki eru tær
størstu at finna tann ella
teir seku. Løgreglan kom á
staðið, og saman við eigar
anum og blaðmanni og
myndamanni hjá Sosial
inum savnaði løgreglumað
urin tilsamans 10 patrón
hylki saman. Eini tvey av
hesum vóru ikki brostin.
Hetta er helst hent í
fyrrakvøldið, tí bæði gása
par og ungar vóru á lívi
seinnapartin í fyrradagin,
greiddi Djóni Frýdal løg
regluni frá.
Ungarnir vóru bert fimm
dagar gamlir, og tá eru teir
prísgivnir, um gásaparið
ikki er har at verja teir.
Rovfuglarnir fara avstað
við teimum.
Tað er sjálvandi eisini
ein møguleiki, at gernings
maðurin
ella
–menninir
hava tikið teir, men tað er
meiri sannlíkt, at rovfugl
arnir hava fingið ein góðan
bita, heldur velbastaðmað
urin.
Og tað kundi eisini verið
líkt til, tí patónhylkini
sløgdust um eitt størri øki.
Tað kundi sæð út til, at
skjúttin er byrjaður uppi á
sjálvum vegnum, og síðani
hevur flutt seg 2030 metrar
oman í bøin. Á tí staðnum
lógu
fimm
patrónhylki
einar 10 metrar frá deyðu
gæsnum.
Løgreglumaðurin helt, at
talan helst hevur verið um
eina »pumpgun« ella eina
hálvautomatiska byrsu við
fimm skotum.
Møguleikarnir at finna
fram til teir seku eru ikki
teir bestu. Einasti veruliga
spor eru partónhylkini, sum
kunnu
geva
løgregluni
nøkur fingramerki. Men
frægasti møguleikin er helst
at spyrja í handlunum, sum
selja
hetta
slagið
av
patrónum og so vóna, at tær
eru nýliga keyptar og at
krambafólkini kunnu peika
á onkran keypara. Størsti
møguleikin at koma víðari í
málinum er kortini, um løg
reglan fær hjálp frá almenn
inginum. So um nakar
hevur varnast nakað óvan
ligt á vegastrekkinum oman
fyri Velbastað í fyrrakvøld
ið, verða tey biðin at boða
løgregluni frá á telefon
351448.
Í Kvívíkar sókn er
tikið stig til at skipa
eina nevnd til at
varveita fornminnir í
sóknini
FOrnMInnI
Tíðindaskriv
Í fyrstu atløgu er meiningin
at varveita Gamla Pakkhús
sum liggur í elsta partinum
av Kvívíkini, upp at gamla
Víkingagarðinum.
Gamlapakkhús er bygt
aftaná at Einahandilin var
avtikin og hevur verið ein
av fleiri handlum í bygdini.
Millum annað komu skip
frá Mortensen´s Handil á
Kvívík at avskipa fisk, sum
var virkaður í Gamlapakk
húsi.
Við hjálp frá Forngripa
savninum og Føroya Forn
minnisfelag, verður vænt
andi farið undir umvæl
ingina longu í summar.
Tá ið hølisviðurskiftini
eru til tað, verður savnað
inn søguligt tilfar sum, so
verða varveitt og sýnd fram.
Í hesum sambandi verður
heitt á fólk, sum liggja inni
við søguligum tilfari, um so
vítt møguligt at hýsa hesum
so leingi.
Eisini síggja vit fram til
at rúgvusmikla tilfarið, sum
funnið er á Víkingagarðin
um, kemur aftur til høldar í
bygdini.
Hóskvøldið
22.
mai
klokkan 20 verður fundur í
Glæmuni fyri at kunna
meira um felagið, og um
áhugi er, at fáa fólk at tekna
seg sum lim í felagnum.
Keypssamtøkan í Hoyvík
Slaktarin í Hoyvík sóknast eftir
Fólki at pakka
- at byrja 2. juni
Vit eru deild í einum størri virki, sum
er í støðugari menning. Vit sóknast
eftir einum kvikum og álítandi fólki,
sum er lætt at vera saman við, at
pakka vørur í slaktaradeildini
Arbeiðstíð: 36 tímar um vikuna.
Frí annan hvønn leygardag
Løn: Sambært S&K sáttmálanum
Hevur hetta tín áhuga hoyra vit fegin
frá tær.
Nærri fæst at vita við at venda sær til
Lars Hansen, tel 314149 - 268049
FK Hoyvík
Att. Lars Hansen
Brekkutúni 9
Postboks 349
FO-188 Hoyvík
Latið ei søguna doyggja
Gásapar skotið
til stuttleika
Gamla Pakkhús í Kvívík
Løgreglumaðurin
við fýra av
teimum tíggju
patrónhylkjunum,
sum funnin vórðu
á staðnum
Mynd:
Álvur Haraldsen
Djóni Zakaris
Frýdal við
teimum
báðum skotnu
gæsnum
Mynd:
Álvur Haraldsen
Bleiv raktur av spjóti
Tað skal vera máti við at ganga høgt upp í sítt arbeiði. Mynda
maðurin hjá dagblaðnum Ogden Standard Examiner, Ryan
McGeeney, kom so nær, tá hann dekkaði skúlameistaraheitini
í spjótkasti í statinum Utah í USA, at eitt viltfarið spjót rakti
hann í beinið. Spjótið fór tvørtur ígjøgnum beinið beint undir
knænum, men lukkutíð fyri hann rakti spjótið hvørki æðrar
ella bein. Hendingin fór fram um vikuskiftið í býnum Provo.
Ryan McGeeney varð fluttur á sjúkrahús, har spjótið var tikið
burtur. Hann bleiv seymaður við 13 pentum. Sjálvur segði
hann seg ikki fáa ilt av óhappinum og hann tók sjálvur mynd av hendingini.
Mao bjóðaði USA kvinnur
Undir einnum samráðingum um handil í 1973, gav kommunista
leiðarin í Kina, Mao Zedong USA eitt rættiliga óvanligt tilboð: 10
milliónir kinesiskar kvinnur. Tað avdúka almannakunngjørd skjøl
hjá uttanríkisráðnum í USA. – Vit hava ikki nógv, men vit hava eitt
stórt yvirskot av kvinnum. So um tit hava áhuga kunnu tit fáa
nakrar fáar – nakrar túsund, skal Mao hava sagt. Seinni hækkaði
hann tilboðið til 10 milliónir kvinnur og vísti til, at tær fingu ov
nógv børn. Amerikanski uttanríkisráðharrin, Henry Kissinger, skal
hava svarað: Vit noyðast at kanna tilboðið nærri, skrivar
mánaðarblaðið Histore.