mikudagur 21. mai 2008síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008
uttanlanda. Einki er til hindurs
fyri, at uppgávan kundi verið
loyst av føroyskum virkjum í
felag, ella at byggiharri seinni
reisti krav um at loysa uppgáv
una í felag við útlendskan
ráðgevara. Vandin at krevja
hetta, áðrenn vinnarin av
kappingini er funnin, er, at
talan skjótt verður um strá
mannavirksemi, sum ikki
veruliga mennir føroysku
ráðgevaravinnuna. Í Føroyum
eru vit í tí hepnu støðu, at vit
hava nógv sera dugnalig
starvsfólk í arkitektavinnuni.
Tað er umráðandi, at vit
varðveita hesi fólk í vinnuni og
kunnu bjóða teimum spenn
andi uppgávur og avbjóðingar.
Eins og aðrar vinnur ynskja vit
at fáa tey, sum starvast
uttanlanda heimaftur at geva
íblástur og at menna vinnuna
uppaftur meira. Um hetta
verður leisturin framyvir, koma
vit heilt víst at síggja eina
vinnu, sum ikki mennir seg, tí
allar tær týðandi uppgávurnar
fara av landinum.
Soleiðis er støðan í Grøn
landi, við tí úrsliti, at arkitekta
vinnan ikki er á tí støði, sum
hon er her heima. Spurning
urin til tann almennu byggi
harrarnar, land og komm
unur, kundi tí verið: Ynskja tit
grønlendskar tilstandir?
Fólk, førleiki og vitanar
vinna til Føroyar
Tað skal havast í huga, at tann
útlendski marknaðurin hevur
havt uppgangstíðir í longri tíð
og hetta skapar ein mismun í
tilvísingum um fakligar royndir
og vinnulig avrik.
Arktektavinnan er ein
vinna, sum er vælegnað sum
útflutningsvinna, Finnland
bygdi til dømis allan sín
spírandi altjóða samleika á
arkitektur og listahandverk.
Um tann føroyska vinnan ikki
kann fáa tær heimligu
tilvísingarnar t.v.s eina
almenna dygdar og
góðskubygging her heima við
føroyskum ráðgevum, sum
muna nakað, koma vit ongan
tíð út í heim. Føroyingar hava
ein samleika, eina føroyska
byggilist, sum vit skulu menna
og dagføra sum t.d gjørt við
randarhúsunum á Gøtu.
Byggilist kann verða partur av
tí útflutningsvinnuni, ið skal
stuðla fiskivinnuni, nakað sum
vit í stóran mun mangla, um
búskapurin skal gerast meira
støðugur.
Tað krevst serkunnleiki
at byggja í Føroyum
Arkitektavinnan er ein liberal
vinna, sum er í støðugari
kapping. Vinnan er sera
viðbrekin yvir fyri sveiggjum í
búskapinum. Arkitektavinnan
er ein vitanarvinna, har tað er
umráðandi at hava kontinuitet
og at varðveita vitanina í
landinum og støðugt menna
hana. Tað krevst serkunnleiki at
byggja í Føroyum, tí veður og
vindur seta sera stór krøv til
arkitektoniskar og byggitekn
iskar loysnir. Henda serkunn
leikan hava vit. Tað er hinvegin
einki krav í lýsingunum at hava
bygt í Føroyum, hetta undrar
okkum stórliga!
Kapping á jøvnum føti
Um hesin áður nevndi háttur at
bjóða ráðgevaravirksemi út
hevur til endamáls at fáa
útlendskar fyritøkur inn á
føroyska marknaðin, fer
føroyska arkitektavinnan fyri so
vítt ikki at leggja seg út í hetta.
Føroysk arkitektavirkir eru
dagliga í kapping við føroysk
og útlendsk virkir og soleiðis
hevur tað altíð verið. Hesum
hava føroysk virkir einki ímóti,
bara tað verður kappast á
jøvnum føti. Tað er ikki støðan í
hesum føri! Aðrir hættir eru at
fáa kapping og kvalifiserað
aftursvar uppá upppgávurnar.
Hví ikki bjóða arbeiðini út sum
opnar hugskotskappingar,
projektkappingar ella inn
bodnar kappingar, har føroysk
ar teknistovur sleppa at
luttaka? Síðan kann almenni
byggiharrin seta krøv um orku
og førleika, men tá hevur
teknistovan, sum vann
uppgávuna fyrimunin og ikki
bert ”tann størsta teknistovan”.
Varðveiting av gomlum
bygningum
Vit venda okkum síðan til
spurningin um varðveiting av
gomlum húsum, sum hevur
vaksandi áhuga millum
føroyingar. Hvat heldur tú um
varðveiting av gomlum húsum
og gomlum býlingum? Hvussu
hava vit megnað at sameina
gamalt og nýtt?
Kontan á fíggjarlógini, Frið
að hús og fornminni, ið verður
umsitin av Føroya Fornminnis
savni, hevur ov lítla játtan, uml.
kr. 600.000, til at kunna røkka
sína uppgávu sambært lógini.
Játtanin er til umvæling,
viðlíkahald og rakstur av friðað
um landsognum, sum eru
álagdar Fornminnissavninum
at reka, at samsýna Fornminnis
nevndini, umframt stuðul til
friða hús og fornminni, sum
ikki eru landsogn. Savnið hevur
skyldu at ráðgeva eigarum av
friðaðum bygningum í sam
bandi við umvæling og við
líkahald. Eisini hevur savnið
skyldu til at sýna friðaðar
bygningar fimta hvørt ár. Tað
eru uml. 90 bygningafriðingar
tilsamans. Nógvar av
friðingum fevna um fleiri
bygningar, soleiðis at talið
kemur uppum 100, umframt øll
úthúsini, ið eru afturat
bygningunum. Til allar hesar
bygningarnar verða vanliga
bert umleið Kr. 140.000, latnar
í studningi, meira røkkur
játtanin ikki til. So her liggur
nógv á láni.
Alment stevnumið
fyri byggilist
Tit hava í Arkitektafelagnum
gjørt vart við, at byggilistin
eins og aðrar listagreinir eigur
at verða ein partur av landsins
mentanarpolitikki – hvørji ráð
hava tú og felag títt til avvar
andi myndugleikar við atliti at
byggilist og mentanarpolitikki?
Landsstýrið eigur at orða
eitt alment stevnumið í sam
bandi við byggilist. Tað er ein
royndur lutur, at eitt bygnings
verk ofta kann standa í fleiri
hundrað ár. Hesin veruleiki
undirstrikar tørvin á ”burðar
dygd” í planlegging, propor
tiónum, tilfarsvali, litavali o.
s.fr. ella stutt sagt byggilist.
Vit hava fyri stóran part
okkara samleika í tí fysiska
umhvørvinum, náttúruni og í tí
menniskjaskapta, sum vit flyta
okkum í. Býir og bygdir, bygn
ingar, landslag og býarinnbúgv,
t.v.s. okkara nærumhvørvi,
hava alstóran týdning, tí
trivnaður er nær knýttur at
byggilistini ella fagurfrøðini.
Gera vit okkum ikki ómak við
hesum, kunnu vit gera okkum
sjálvum og komandi ættarlig
um óbótaligan skaða. Tað er
umráðandi, at tað almenna er
forsprákari og ein fyrimynd fyri
øll onnur. Stevnumiðið má
vera, at ein íløga í bygnings
verk er væl umhugsað, eitt
ískoyti til umhvørvið, og ikki
eitt úrslit av tilvildarligum
stuttskygdum loysnum, sum
bert taka støði í tíð og kostnaði,
men eisini í byggilistarligari
dygd. Eitt orðað mentanar
politiskt stevnumið fyri byggi
list, sum ásetur, hvussu farast
skal fram viðvíkjandi bygging,
hevði havt við sær betri úrslit
og sæð yvir eitt longri tíðar
skeið verið ein sera góð íløga.
Hetta hevði nevniliga eisini
minkað um framtíðar útreiðslur
av framdari bygging, tí minni
íløgur skulu gerast í viðlíkahald
og umsiting. Tað er almenn
vitan innan byggivinnuna, hvat
krevst fyri at fremja eina góða
bygging, trupulleikin er tíverri
ofta at lopið verður uppum, har
garðurin er lægstur, hetta
kundi ein landsbyggireglugerð
hjálpt uppá.
Landsbyggireglugerð
Reglur eru fyri, hvussu bygging
skal fyriskipast og hvussu
bygningar skulu innrættast.
Hesar eru t.d. lógir, kunngerðir
og reglur fyri at tryggja fólk og
bygningar viðvíkjandi elds
vanda, konstruktiónum,
arbeiðsviðurskiftum, ferðslu
inni og úti og orkunýtslu. Í
grannalondum okkara er
lógarverkið samlað í eitt felags
”bygningsreglement”, men í
Føroyum er enn eingin
bygningsreglugerð. Bruna
umsjón Landsins hevur heimild
at gera kunngerðir um bruna
verju og brunatrygd. Arbeiðs
eftirlitið hevur heimild at gera
kunngerðir um arbeiðs
viðurskiftir. Umsiting av býar
planum og byggisamtyktum er
hjá kommunala eftirlitinum í
Innlendismálaráðnum.
Almanna og Heilsumálaráðið
arbeiðir við reglum um viður
skifti hjá rørslutarnaðum. Tað
eru, sum sagt, fleiri stovnar,
sum gera reglur í hvør sínum
lagi, sum ikki altíð eru sam
skipaðar. Kommunurnar skulu
byggimálsviðgera eftir hesum
ofta fløktu reglum uttan altíð at
hava fakfólk til at røkja hesa
uppgávu. Rættast hevði verið
at savan alt lógar og reglu
verkið í eina fyrisitingareind,
soleiðis at øll viðurskiftir vóru
samskipað og staðfest varð,
hvør hevði myndugleikan. Tað
áliggur Landsverki at fáa til
vega eina landsbyggireglugerð,
sum samansjóðar almennar
reglur um bygging í Føroyum.
Hetta arbeiði eigur ongantíð ov
skjótt verða sett í gongd.
Almenna rúmið
Hvørji arkitektonisk krøv setur
ein arkitektur í dag til almenna
rúmið?
Hvat almenna rúminum
viðvíkur, so eru tað ikki bert
bygningarnir, men eisini rúmið
millum bygningarnar, sum er
av alstórum týdningi fyri trivn
að. Tað, sum er umráðandi at
hava í huga í hesum sambandi,
er millum annað, hvussu
ferðsla, nýtsla og uppihald
skulu skipast fólk og bilar
skulu sameinast.
Um tú gongur ein túr út á
Tinganes fær tú kensluna av,
hvussu rætta skipanin av úti
rúmum kann skapa eitt
umhvørvi, ið er framúrskar
andi sjálvt um veður og vind
ur ikki er til vildar, kann ein
altið finna lívd og trivnað.
Tórshavnar kommuna ger nú
aftur eina roynd at broyta
miðbýin við umskipan av
ferðsluni, nýggjum innbúgvi og
áleggingum hetta hevur
nevniliga sera stóran týdning
um tað skal eydnast at fáa fólk
at nýta býarrúmini.
Tey góðu húsini
At enda Mayfinn Norðoy:
Hvørji krøv skulu eftir tíni
fakliga áskoðan eini góð
sethús, ein góð íbúð og ein
góður almennur bygningur
lúka?
Nú tali eg fyri meg sjálvan:
Eg havi starvast á privatari
teknistovu, Føroya Fornminnis
savni og seinni á Landsverk.
Seinasta árið havi eg bygt upp
eina teknistovu, nevnd
Kontrast arkitektar í samstarvi
við Heina Weihe, ið er
designari. Okkara mál er at
skapa vøkur og vælvirkandi
fysisk umhvørvið – frá
planlegging av bygningum til
innrætting og sniðgeving. Tann
einstaka byggiskráin og virðini
á staðnum er íblásturin. Vit
vilja framleiða tað serliga í
hvørjari verkætlan, so hug
skotið verður varðveitt.
Kreativitetur, professionalisma,
sjálvstøða og dynamikkur hjá
starvsfólkinum er mest umráð
andi tilfeingið á teknistovuni.
Visjónin hjá Kontrast arkitekt
um er at gera mun og at geva
byggilistini betri kor. Okkara
arbeiði snýr seg ikki bert um
byggingina, men eisini um
ábyrgd fyri tí sosiala, umhvørvi
num, fíggjarviðurskifti,
byggitilgongdini o.s.fr. Fyri at
gera mun ynskja vit, at
byggiharri, brúkarar og aðrir
ráðgevar luttaka so tíðliga sum
møguligt í tilgongdini. Upp
gávurnar verða altíð gjørdar í
tøttum samstarvi við byggi
harran og brúkaran. Okkara
stevnumið er at skilja og tulka
ynskini hjá brúkaranum, og at
umseta hesar til loysnir, í
samskipan og tráð við staðið
har byggjast skal. Sum navni
vísur á, er tað kontrastin
millum tað lætta og tað tunga,
tað opna og tað lokaða, tað
høga og tað lága o.s.fr. sum er
okkara virkisevni og miðil til at
skapa spennandi rúm og
upplivilsir, sigur Mayfinn
Norðoy at enda í samrøðuni
við blaðið.
∆
… Byggilist sum útflutningsvinna
Tað er almenn vitan innan byggivinnuna, hvat krevst fyri at fremja eina góða bygging, trupulleikin er tíverri ofta
at lopið verður uppum, har garðurin er lægstur, hett kundi ein landsbyggireglugerð hjálpt uppá, sigur Mayfinn
Norðoy