mikudagur 21. mai 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008
Nógva virksemið
í byggivinnuni
hesi seinastu
árini hevur lagt
støðið undir ein
um nýggjum
vinnuligum fyri
brigdi í Føroy
um: Gazellur
ella vakstrar
fyritøkur
Gazellur
Finnur Sivertsen, búskaparfr.
Business-line
www.bl.fo
Føroyski búskapurin hevur havt
gott rák tey seinastu árini og
góðir fíggingarmøguleikar
hava gjørt tað møguligt hjá
mongum at seta føtur undir
egið borð.
Bæði vinnan og tað almenna
byggja eisini í góðum tíðum,
hóast allar búskaparligar læru
bøkur mæla tí almenna til
afturhald í íløgum, tá virk
semið í landinum er stórt.
Hetta, fyri at tálma eftirspurn
ingin, tvs. prísvøkstri og fyri
minka um sveiggini í byggi
vinnuni.
Góðar tíðir í byggivinnuni
skapa stóran eftirspurning eftir
føroyskum handverkarum, og
tá eftirspurningurin er størri
enn útboðið av handverkarum,
tá hækkar jú prísurin.
Góðir inntøkumøguleikar
hava tí verið í byggivinnuni
hesi seinnu árini og hetta sæst
eisini aftur, tá hugt verið eftir,
hvørjar føroyskar fyritøkur
hava havt stórstan vøkstur, tey
seinastu 4 árini.
Vinnarafyritøkurnar
Í oktober mánaða í fjør fyri
skipaðið Businessline saman
við danska vinnublaðnum
Børsen eina gazelluráðstevun í
Eik Banka í Havn, har 3 tær
skjótast vaksandi fyritøkur í
Føroyum vóru funnar og
heiðraðar.
Høvuðskrøvini til eina
gazellufyritøku eru tey, at
bruttovinningurin, BV, skal vera
meira enn tvifaldaður seinastu
4 árini, samstundis sum felagið
ikki má hava havt hall nakað av
hesum árum.
Vinnarafyritøkan 2007
gjørdist Sp/f Jóan Petur Vang,
Oyri. Felagið er ein byggifyri
tøka, ið hevur sítt mesta
virksemið í Sundalagnum.
Nr. 2 gjørdist Sp/f El.fo ið
veitir tænastur innan el
inlegging, mest í høvuðs
staðarøkinum.
Nr. 3 gjørdist Sp/f Selmar
Nielsen, arkitektur, ið rekur
arkitektavirki í Tórshavn.
Sostatt átti byggivinnan allar
gazelluvinnararnar í 2007.
26 gazellur í 2007
Í 2007 vóru tilsamans vóru 26
føroyskar fyritøkur, ið kundu
krýna seg við heitinum
“gazella”. Av hesum 26 eru 9,
ella meira enn triðja hvør
fyritøka, ið hevur sítt mesta
virksemið innan byggivinnuna:
Vøkstur í BV
Gazellufyritøkur í byggivinnuni
20032006
1. Sp/f Jóan Petur Vang,
Oyri
438%
2. Sp/f El.fo, Argir
393%
3. Sp/f SN. Arkitektur,
Tórshavn
283%
4. Sp/f Eikin, Tórshavn
253%
5. P/f 360º , Tórshavn
203%
6. Sp/f TN Bygging,
Saltangará
198%
7. Sp/f Inventartænastan,
Tórshavn
178%
8. Sp/f Húsavarðatænastan,
Tórshavn
160%
9. Sp/f MAP arkitektar,
Tórshavn
120%
Barometrið fellur
Sum øllum kunnugt er ferðin á
føroyska búskapinum minkað
nakað hetta seinasta árið og
hetta ávirkar eisini byggi
vinnuna.
Áhugavert verður tí at kanna,
um vinnugreinin “bygging”
megnar at halda tørn og aftur
gerast gazelluvinnari í 2008.
Tað fara vita at frætta nærri um
til heystar.
Gazellutiltakið, sum Business-line saman við Børsen fyriskipaði í Eik Banka í fjør, fekk nógva umtalu í stóra danska vinnublaðnum BØRSEN. Á myndini handar blaðstjórin á Børsen, Leif
Bech Fallesen eina gazellustandmynd til Jóan P. Vang, gazelluvinnara í 2007. Við lið blaðstjórans stendur Bjarni Olsen, stjóri í Eik banka við heiðursskjali til vinnaran.
Mynd: Rógvi Sivertsen
Byggivinnan eigur flestu
gazellufyritøkurnar