mikudagur 21. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 95 - 21. mai 2008
Hetta vikuskiftið fer
Blái Krossur Føroya
at hava landsfund
á Toftum. Evnið
fyri fundin er Blái
Krossur í dag og fram
yvir. Í sambandi við
landsfundin verður
skipað fyri áhuga
verdum tiltøkum,
bæði fyri ung og eldri
Felagsskapur
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Toftir: Landsfundurin byrj
ar leygarmorgunin klokkan
10, og gjøgnum allan dagin
eru spennandi tiltøk á
skránni.
Nevnast kunnu millum
annað eitt orðaskifti millum
tingfólkini Eyðgunn Samu
elsen og Bill Justinussen
klokkan
11
um
evnið
»Hvørja ábyrgd hevur sam
felagið til tess at tryggja
børnum og ungum ein
rúsfrían uppvøkstur?«
Klokkan 14 er ein pall
borðsfundur
og
leygar
kvøldið klokkan 21 er eitt
ungdómstiltak á skránni,
har evnið er »Ung og
rúsur«.
Sunnudagin verður byrjað
við gudstænastu klokkan
11 í Fríðrikskirkjuni, klokk
an 14 er familjumøti og
klokkan 18 er kvøldseta.
Landsfundurin
verður
hildin lutvíst í missiónshús
inum á Toftum og í Fríðriks
kirkjuni.
Rætta leiðin fram
Klokkan 16 leygardagin er
aðalfundur. Skráin fyri aðal
fundin er sambært viðtøkum
felagssins og er tað millum
annað frágreiðing frá arbeið
inum, framløga av rokn
skapi og val av landsnevnd
arlimum.
Til aðalfundin er lands
nevndin í felagsskapinum
komin við tveimum upp
skotum – eitt um hækkan
av limagjaldinum, og eitt
um broytingar í viðtøkunum,
soleiðis at vanlig manna
gongd í dag samsvarar við
viðtøkurnar.
Blái Krossur er ein al
tjóða felagsskapur, ið hjálp
ir fólki við rúsdrekka og
rúsevnis trupulleikum. Á
landsfundinum
kemur
Heidi Westborg Steel, al
tjóða samskipari hjá Bláa
Krossi í Noregi eisini at
greiða frá.
Aðalskrivarin hjá Bláa
Krossi, Hjalmar Hansen,
sigur, at ætlanin við lands
fundinum er, at blákrosslim
ir og onnur áhugað fáa
møguleikan at skifta orð
um arbeiðið.
Ynskið teirra er at hyggja
eftir, hvørjar avbjóðingar
liggja í tíðini og framtíðini,
og hvussu felagsskapurin
og limirnir kunnu møta
hesum avbjóðingum.
Ein og hvør felagsskap
ur hevur fyri neyðini at
støðga á og spyrja seg
sjálvan: ganga vit nú røttu
leiðina? Eg eri serliga
spentur uppá hvat kemur
burtur úr pallborðsfundurin
leygardagin hesin viðvíkj
andi, sigur aðalskrivarin í
felagsskapinum,
Hjalmar
Hansen.
Í hesum døgum
verður eitt øðrvísi og
stuttlig Føroyakort
borið út í hvørt hús.
Her finst eitt ótal av
smáum tekningum,
sum samstundis eru
eitt yvirlit yvir bestu
ferðamálini í ár
Ferðavinna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Føroyakortið frá forlagnum
»Føroya Met« verður borið
út í hvørt hús, so øll kunnu
seta seg at finna støðini, tey
ætla at vitja í summar.
Hetta kortið er eisini til
tey, sum ikki duga at lesa
enn!, sigur Ólavur Poulsen,
sum
hevur
staðið
fyri
arbeiðinum at gera hetta
kortið.
Á hesum kortinum eru
smáar
tekningar
av
tí
forvitnisliga, sum er at
síggja og uppliva í Føroyum.
Her eru bátar og skip, kirkj
ur og søvn, kópur og hem
ari, alt teknað í einføldum
og litríkum stíli. Janus Dam
Guttesen hevur teknað.
Eisini eru upplýsingar
um oyggja og bygdaleiðir,
kunningarstovur, sjálvtøkur
og bensinstøðir við, so kort
ið er upplýsandi, vakurt og
hent.
Einfalt og gott
Føroyakortið er gjørt við
einum einføldum prinsippi
í huga.
Vit skulu hava tey ferða
málini við, sum savnaðu
nógv fólk í fjør, og tey, sum
fara at savna nógv fólk í ár,
sigur Ólavur Poulsen.
Hann er sjálvur royndur
maður innan ferðavinnu, og
hevur við hepnari hond valt
út veitarar og ferðamál,
sum eru við á kortinum.
Framsíðan er eitt Føroya
kort við einum hópi av
smáum tekningum, meðan
baksíðan á kortinum er býtt
sundur millum teir seks
landspartarnar, sum hava
fingið hvør sítt yvirlit yvir
»mástini« í økinum.
Teksturin á kortinum er á
føroyskum,
enskum
og
donskum. Kortið verður at
finna á ferðaskrivstovum
úti í heimi, hjá SmyrilLine
og Atlantic Airways men
eisini á kunningarstovum,
hotellum, farstøðum og øðr
um tænastustøðum í Føroy
um.
Forlagið Føroya Met í
Miðvági gevur kortið út, og
grafisku sniðgevingini hev
ur Vasti í Klaksvík staðið
fyri.
Ólavur Poulsen hevur
savnað upplýsingar og sam
skipað, og Janus Dam
Guttesen hevur teknað.
Ein spurningur um røttu leiðina
Bestu ferðamálini á sama korti
- Vit hava tey ferðamálini við, sum savnaðu nógv fólk í fjør, og tey, sum fara at savna nógv fólk í ár, sigur Ólavur Poulsen,
samskipari
Mynd: Jens Kristian Vang
Hitin oyðir fugl
Ein frágreiðing hjá BirdLife International kemur til ta niðurstøðu, at tann
veksandi hitin á Jørðini er oyðandi fyri heimsins fuglasløg. Sagt verður, at meiri
enn 1.220 fuglasløg eru í vanda fyri at doyggja út, og tað svarar til ein
áttandapart av øllum fuglasløgunum í heiminum. Av hesum eru 190 sløg í
veruligum vanda. BirdLife International sigur, at tað eru avleiðingar av tí
veskandi hitanum so sum illveður og turkur, sum eru oyðandi fyri fuglin.
Meiri enn 1.220 fuglasløg eru í vanda fyri at doyggja út
(Mynd: Vísir)