mikudagur 21. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 9
Viking Smíð er ein byggifyritøka,
sum er stovnað í 2005, teir hava
haft nógv at gjørt í hesa stuttu tíð.
Teir leggja stóran dent á, at nøkta
tørvin hjá kundunum. Av arbeiðum
ið teir hava gjørt, eru millum annað
undurleverandørur til umbygg
ingina av SMS í Havn, og umvæl
ingar arbeiðið av gamla realskúla
num, umframt stórsligna proektið
Stóragerð
Umframt at vera ein byggifyri
tøka, selja teir eisini vindeygu og
hurðar, frá einari Danskari fyritøku í
Estlandi.
Hesi vindeygu og hurðar eru mill
um tey bestu í landinum, og eru
eisini millum tey bíligastu, orsøkin
til tess er, at allir »millum menn«
eru vekk, og vindeyguni og hurð
arnar verða keypt beinleiðis frá verk
smiðjuni.
Vindeygu og hurðar
Vindeyguni og hurðarnar, Viking
Smíð tekur sær av at selja, er fyri
ein stóran part, tey somu sum tey
hjá Byggideplinum, og er talan um
dygdargóða vøru, ið megnar at
standa móti harðbældu verðurlíkind
unum í Skandinavia. Vindeyguni
eru viðgjørt, so at tey halda longur,
og bert náttúruvinarlig máling og
onnur viðgerð verður nýtt. Kundin
hevur bara at koma við røttu
málunum, og so tekur Viking Smíð
sær va restini, inntil vindeygað ella
hurðin stendur, har tey skulu
standa.
Viking Smíð hevur, frá fyrsta degi
lagt seg eftir at at arbeiða fram móti
málinum, ið er at kunna levera eina
fullfíggjaða loysn, so at teir keypa
eitt grundstykki, byggja húsið, so
liðugt, sum til ber, inni í einari høll,
og síðani selja liðugtvøruna fyri ein
rímuligan penga.
Samantvinnan av fyritøkum
Viking Smíð hevur tætt tilknýti til
millum annað fyritøkurnar; Byggi
depilin, Kern, Húsasølan, og aðrar,
og hetta av tí, at so at siga somu
eigarar eru í øllum fyritøkunum. Á
hendan hátt kann hvør einstøk
fyritøka levera eina haldgott og
bíligt úrslit, og hava tær eisini
breidri grundarlag at standa á. Sum
heild ein fyritøka, ið stendur í
vøkstri, og sera spennandi verður at
fylgja við í, hvussu fer at gangast
teimum
_____________________________
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Húsasølan Sp/F Tórsgøta 13 FO-100 Tórshavn Telefon 360600 info@husasolan.fo www.husasolan.fo
Finn dreymahúsini hjá okkum
Vit eru at hitta á Byggimessuni
LÝSINGARTILFAR
Skal byggjast,
má byggjast væl