Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 95 - 21. mai 2008 DFDS í tungari aldu Fyrsti ársfjórðingurin í ár royndist illa hjá danska reiðar­ ínum DFDS. Roknskapurin vísir, at hesar mánaðirnar var vinningurin góðar 60 milliónir krónur minni enn somu mánaðir í 2007 ella 58 milliónir krónur fyri skatt. Orsøkin er minkandi umsetningur og størri útreiðslur til viðíkahald av skipum felagsins. Kortini væntar Niels Smedegaard, forstjóri, at árið í ár fer at geva eina hálva milliard krónur í avlopið sum upprunaliga mett. Kvinnur betri prestar Í áravís hava danir keglast um, hvørt kvinnur eiga at vera prestar ella ikki, men nú sker bispurin í Århus, Kjeld Holm, ígjøgnum. Sum prestar eru kvinnurnar betri egnaðar enn menn, sigur hann við Ritzau. Bispur vísir á, at kvinnur hava tað øðrvísi við umsorgan og áliti enn menn. Tey seinastu árini er talið á kvinnuligum prestum vaksið nógv í Danmark, og á teimum lærdu háskúlunum eru tað fleiri kvinnur enn menn, sum lesa guðfrøði. Kvinnuligu prestarnir eru teir bestu Mynd: DR - Vit vita púra greitt, hvat sandoyingar vilja og sum tingmaður úr Sandoy er tað ikki annað enn nat- úrligt hjá mær at vera ein partur av fólkinum, sigur Páll á Reynatúgvu Sandoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Sandoyingar hava ongantíð áður staðið so væl saman um nakað mál, sum um Sandoy­ artunnilin. Og sum tingmað­ ur úr Sandoy er tað ikki ann­ að enn natúrligt hjá mær at vera ein partur av fólkinum. Tað sigur Páll á Reyna­ túgvu, tingmaður úr Sand­ oynni, eftir borgarafundin í gjárkvøldið um undirsjóvar­ tunnilin. Páll á Reynatúgvu var eis­ ini staddur á fundi og hann sigur, at niðurstøðan kann ikki vera onnur enn tann, at tað er púra greitt, hvat fólk­ ið í Sandoynni vil. ­ Og hjá mær, sum ting­ manni úr Sandoy, er tað púra natúrligt at verða ein partur av fólkinum har, legg­ ur hann afturat. Hevur hann tú verið sann­ førdur um sína støðu í málin­ um um undirsjóvartunnilin, er hann enn sterkari í trúnni nú. ­ Sameiningin á fundinum var so sterk, at eg kann ikki uppfata tað øðrvísi enn at tað eisini var ein bindandi fundur fyri meg, sum ting­ mann, tí tá ið fólkið er so samt, er tórført hjá mær at taka eina aðra støðu. Meiningsleyst Páll á Reynatúgvu staðfestir annars, at hendan samgong­ an kann bara gera avtalur og raðfestir so leingi, sum hetta valskeiðið varar. ­ Vit hava bara ábyrgdina so leingi, sum vit sita og tí er tað meiningsleyst at út­ seta tunnilin til í 2012­ ella 2013. ­ Vit kunnu ikki gera bind­ andi avtalur um tað, sum ein framtíðar samgonga skal seta í verk. Páll á Reynatúgvu vil ann­ ars ikki gera fleiri viðmerk­ ingar, fyrrenn úrslitið av sam­ gongufundinum er greitt. ­ Men hann heldur, at tá ið tað kemur til tær stóru útbyggingarnar, hevur sam­ gongan lyndi til at stinga høvdið í sandin, tí avgerðin verður avgjørt ikki lættari av at útseta hann. Hann sigur, at hetta er eis­ ini ein spurningur um rættar­ trygd, tí løgtingið hevur sam­ tykt Sandoyartunnilin og tí er tað at máa støðið undan rætt­ arkensluni at avtaka løg­ tingsamtyktina uttan víðar, sigur Páll á Reynatúgvu. Í morgin fara sand- oyingar í kravgongu til Havnar við undir- skriftum úr allari oynni við kravi um at fáa undirsjóvartunnil beinanvegin Sandoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í morgin verður innrás av sandoyingum í Havnini. Tá fara sandoyingar at savna so nógv fólk, sum til­ ber í eini kravgongu til Havnar fyri at fáa undirsjóv­ artunnilin beinanvegin. Í gjárkvøldið varð kallað saman til borgarafund í Skopun, at viðgera málið um undirsjóvartunnilin. Og hóast kallað varð til fundar við stuttum skotbrái, møttu eini 150­200 fólk úr allari oynni á fundi. Á fundinum var full semja um at stríðast til tað síðsta fyri at fáa samgong­ una at halda løgtingssam­ tyktina sum sigur, at farast skal undir undirsjóvartunn­ ilin næsta heyst. Tí ganga tey í dag hús úr húsi í Sandoy og savna inn undirskriftir við kravi um at fáa tunnilin og í morgin er ætlanin at fara mannsterk til Havnar at handa lands­ stýrinum undirskriftirnar. Mannsterk til Havnar ­ Vit eru samd um at stríðast til tað seinasta fyri at fáa undirsjóvartunnilin, sigur Fríðhild Winther í Skopun, sum var ein av fyrireikarun­ um, saman við Elisabeth Leo og Arndis Nicolajsen. Umframt tey bæði, vórðu Eyðun Viderø og Mads Andri­ as Hansen, vanliga nevndur Basa, eisini valdir í ein bólk at samskipa tiltakið. Fríðhild Winther sigur, at í dag ganga tey hús úr húsi at savna inn undirskriftir og í morgin er ætlanin at savna so nógv fólk, sum tilber fyri at fara í kravgongu til Havnar at handa landsstýr­ inum undirskriftirnar. Men hon ger samstundis greitt, at ætlanin er ikki at leggja oynna lamna í morgin og sostatt er ikki ætlanin at leggja arbeiðið niður á fiska­ virkjum, skúlum, dagstovn­ um, eldrabýlum, ella aðra­ staðni fyri at fara til Havnar. ­ Vit fara so nógv til Havn­ ar, sum tilber, uttan at leggja arbeiðsplássini lamin, sigur hon. Ómetaliga vónbrotin Annars fortelja fundarfólk fyri Sosialinum, at borgara­ fundurin í Skopun í gjár­ kvøldið, var lívligur, men sakligur. Og tað er eisini týðiligt, at sandoyingar eru ómeta­ liga vónbrotnir av tí, sum nú er komið fram um, at tunnilin skal útsetast til í 2012 ella 2013 ­ So er bara at vóna, at samgongan tekur løgtings­ lógina í álvara, sum sigur, at undirsjóvartunnilin skal byrja næsta ár, sigur Fríð­ hild Winther. Men hon ásannar, at mót­ støðan er hørð og serliga harmar tað hana, at tað, eftir hennara tykki, hevur eydn­ ast at venda meginpartin av Føroya fólki ímóti sand­ oyingum í hesum máli. ­ Vit verða ikki bara for­ fylgd av samgonguni, tí vit eru eisini forfylgd av einum stórum parti av vanliga føroy­ inginum og allastaðni, sandoy­ ingar koma, verður tað briksla okkum, at vit skulu hava tunn­ il. Tí verður tað tungt hjá okk­ um, sigur Fríðhild Winter. Sandoyingar mannsterkir til Havnar at krevja tunnil Páll er styrktur í trúnni Sandoyingar eru púra samdir og tað er ikki annað enn natúrligt hjá mær at vera samdur við fólkinum, sigur Páll á Reynatúgvu Gerhard Lognberg sigur, at tað undir ongum umstøðum verður góðtikið, at Sandoyartunnilin verður útsettur Sandoyartunnil Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo ­ Tað, sum nú fer fram í samgonguni, er ein vemmi­ lig samansvørjing ímóti sandoyingum. Hetta er støðan, sum Ger­ hard Lognberg, løgtings­ maður úr Sandoy hevur, nú samgongan skal viðgera málið um, hvussu útbygg­ ingar skulu raðfestast tey næstu árini. Í hesum sambandi er tað ein stórur spurningur, hvussu verður við teimum báðum undirsjóvartunlun­ um, sum eru á tapetinum, Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Borgarafundur var í Skopun í gjárkvøldið og har var Gerhard Lognberg eisini til staðar. Og eftir fundin sigur hann, at ætlanin í hjá polit­ ikarum í samgonguni um at útseta Sandoyartunnilin í fýra ella fimm ár, er einki minni enn ein tað er ein vemmilig samansvørj­ ing ímóti sandoyingum. Hann vísir á, at Løgting­ ið hevur samtykt, at arbeið­ ið upp á undirsjóvartunnil­ in skal byrja um eitt ár og hann krevur, at hendan samtyktin verður hildin. ­ Tað verður undir ong­ um umstøðum góðtikið, at vikið verður frá hesi samtyktini hjá Løgtingin­ um, sigur hann. Tí stendur hann fast við tað, hann alla tíðina hevur ført fram um, at skal hann framvegis vera partur í samgonguni, skal tunnilin gerast nú. Vemmilig samansvørjing ímóti sandoy- ingum Gerhard Lognberg er framvegis ikki til at vika í málinum um undirsjóvartunnil