mikudagur 21. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008
Elsti flísahandilin í Føroyum
hevur í 16 ár húsast á Argja
boða, og líka frá byrjan hevur
høvuðsdentur verið lagdur á
góða og skjóta avgreiðslu og
tænastu.
Flísan er elsti flísahandil í Før
oyum, og í 16 ár hevur handilin
ligið á Argaboða, men í næst
um fer hann at flyta í nýggj og
størri hølir uppi á Líðarsvegi í
Hoyvík.
Í fjør keypti Jónsvein Morten
sen handilin frá Annu á Argja
boða, ið hevði rikið handilin frá
fyrsta degi. Nýggi eigarin
hevur, eins og Anna, í hugan
um, at halda áfram við at
leggja høvuðsdentin á, at veita
góða og skjóta avgreiðslu til
kundarnar, so kundin fær eitt
fullfíggjaða tænastu.
Bert tað besta
Flísan hevur framúr gott
samstarv við leverandørar
sínar, og meginparturin av
flísunum koma úr Italia, ið er
landið ið framum øll onnur
leverar tað besta av tí besta. So
róligt kann sigast at keypir ein
flísar frá Flísan, fær man bert
tað besta.
Av flísasløgum, ið Flísan
hevur til keyps, kunnu nevnast
millum annað; Imola, NovaBell,
Serenissima, Pavigres, Imoker,
Cerim og Grespor, fyri bert at
nevna nøkur. Gott samstarv er
sum sagt við ymsar
leverandørar, so væl ber til at
finna fram til júst kundans
ynski.
Av Argjum eftir 16 ár
Avgerðin at flyta handilin av
Argjaboða og niðan til Hoy
víkar, var ikki nøkur løtt avgerð
sigur Jónsvein Mortensen,
men hóast avgerðin ikki var
løtt, heldur hann flytingina vera
neyðuga.
– Handilin liggur kanska ov
avsíðis, og plásstrot er, skulu
tankar okkara um mennan av
fyritøkuni førast út í verki, sigur
Jónsvein.
– Vit ætla okkum at flyta inn í
nýggju og rúmligari hølini uppi
í Hoyvík fyrst í juni mánaði, og
tað fer at hava við sær, at vit
fáa pláss fyri at byggja sokall
aði »scenariur«, so at kundin
fær ein forsmakk uppá liðug
vøruna, og sleppur at síggja,
hvat passar best saman og so
framvegis. Hetta fer at menna
fyritøkuna og geva okkum
møguleika til í enn størri mun
at veita tað avgjørt bestu
avgreiðsluna fyri hvønn ein
stakan kunda.
Fyritøkan hevur umframt
góðu avgreiðsluna í Havn eisini
samstarv við gott fólk, ið leggja
flísarnar á fyri fólk, skuldi
tørvur verið á tí.
_____________________________
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Flísar av Argjaboða
LÝSINGARTILFAR
MEKTA P/F | Heiðavegur 25 | FO-600 Saltangará | Tel. +298 61 61 61 | mekta@mekta.fo
Sosialurin tel 34 18 00
Umframt vanligar el-innlegggingar gera vit eisini:
• Kaðalinnleggingar til teldur og telefon
• Tráðleyst samband millum telefon og ymsu tólini
• Automatstýring á t. d. miðstøðuhitan í hvørjum rúmi sær. Stýr øllum
orkukeldunum í húsum tínum frá einum og sama staði, hita, ljósi o.s.fr.
spyr okkum, vit hava loysnina.
• Sjónvarpsloysnina saman við heimabiografinum veita vit. Fá eins gott
ljóð sum í framkomnu biohøllunum og eins góða myndagóðsku
Vit selja víðagitnum Clever-vørurnar sum eru serliga vælegnaðar til
undirvísing. Tú finnur eina ella fleiri Cleverboard talvur í fleiri og fleiri
føroyskum skúlum
Jónsvein Mortensen keypti Flísuna í fjør, og í ár flytur handilin av
Argjaboða niðan í Hoyvík