Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindi Nr. 95 - 21. mai 2008 Tilsamans 25 mans verða knýttir at nýggja bjargingarbátinum hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg. Fýra mans verða altíð tøkir í senn – skiftandi alt árið. – Hesir koma at ganga við “bippara” uppi á sær, og tað verður Brandstøðin í Havn, sum hevur tilkalling, tá eitt hvørt er á vási, sigur Regin Jespersen Bjarging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Myndir: Jens Kr. Vang Seinasta fríggjadag fekk Landsfelagið fyri Bjarg­ ingarfeløg handaðan nýggj­ an bjargingarbát, sum felag­ ið hevur keypt úr Svøríki, og leygardagin varð báturin navngivin. Níggju feløg kring landið eru limir í Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg. Hetta eru øll bjargingarfeløg í Føroyum við undantaki av Norðoya Bjargingarfelag, sum ikki er limur í landsfel­ agnum. Tó er gott samstarv millum landsfelagið og lokala felagið í Norðoyggj­ um, sum er hitt elsta í land­ inum. Eftir aðalfundin, sum Landsfelagið fyri Bjargingar­ feløg helt í bygdahúsinum í Kollafirði, varð nýggi bátur­ in handaður. Leygardagin bjóðaði landsfelagið so eisini til hátíðarhald og dóp av bátin­ um. Tað var Kára Didriksen, ið starvast hjá Lív, sum gav bátinum navnið Lív. Landsfelagið fyri Bjarg­ ingarfeløg hevði boðið for­ monnunum í politisku flokk­ unum, løgmanni, sum er verji hjá landsfelagnum, fiskimálaráðharranum og umboðum fyri stovnar, sum bjargingarfeløgini sam­ starva við, til hátíðarhaldið í Kollafirði leygardagin. Umboð fyri Norðoya Bjargingarfelag vóru eisini boðin við til hátíðarhaldið, eins og tey plaga at verða við á aðalfundi hjá landsfel­ agnum sum eygleiðarar. Leygarkvøldið skipið landsfelagið fyri borðhaldi fyri innbodnum í Mullers Pakkhúsi í Havn. Regin formaður Landsfelagið fyri Bjarging­ arfeløg er skipað soleiðis, at øll limafeløgini hava hvør sítt umboð í landsfel­ agnum. Síðan hevur felagið eina starvsnevnd við trim­ um umboðum. Í starvs­ nevndini er Regin Jespersen, sýslumaður í Vágum, for­ maður, Bergur Stórhamar í Trongisvági er næstfor­ maður og kassameistari, og skrivari er Djóni Weihe. Regin sigur, at nýggi bjargingarbáturin er bygdur á svenskari verksmiðju, sum byggir slíkar bátar, men landsfelagið hevur keypt bátin um svensku bjargingarfeløgini. ­ Høvdu vit keypt bátin beinleiðis frá verksmiðjuni, hevði hann verið einar 2 miljónir krónur dýrari, tí svensku feløgini fáa slíka útgerð bíligari í Svøríki. Formaðurin sigur, at bát­ urin, sum er spildurnýggjur, er stívliga 40 føtur langur og hevur tveir sonevndar jet­drev motorar, sum hvør er á 1000 hk. Stýringin fer fram við einum joy­stykki. ­ Við umleið 70% av maskinorkuni, gongur bát­ urin stívliga 40 sjómíl um tíman, sigur hann. Regin sigur, at sviar áður hava verið í Føroyum við einum slíkum báti og víst hann fram fyri føroysku bjargingarfeløgunum. ­ Okkum dámdu bátin væl, men ynsktu ymiskar broytingar og betringar. Nú eru fýra vatntøtt skott í bátin­ um, sum gera, at hann ikki kann søkka, sjálvt um hann fyllist við sjógvi. Aðrar betringar eru eisini gjørdar, so báturin nú er betri egnað­ ur til okkara viðurskifti. Nýggi bjargingarbáturin, sum kostar slakar 5 miljónir krónur, er fíggjaður við 1,5 miljónum krónum í stuðli frá landinum, umframt at fleiri onnur hava stuðlað verkætlanini. Regin Jespersen sigur, at bert ein slíkur bátur er í landinum frammanundan, og tað er báturin hjá Norð­ oya Bjargingarfelag, sum kortini er av øðrum slagi. Fleiri bátar Formaðurin í starvsnevndini hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg sigur, at málið hjá teimum er at fáa fleiri slíkar bátar til landið, soleiðis at ein verður í hvørj­ um øki. ­ Hesin báturin kemur at hava støð í Havn og verður rikin av bjargingarfeløgun­ um í Havn, Nólsoy og Kolla­ firði. Regin sigur, at tilsamans 25 mans verða knýttir at bát­ inum, soleiðis at fýra mans altíð verða tøkir í senn – skiftandi alt árið. ­ Fýra mans koma soleiðis skiftandi at ganga við “bipp­ ara” uppi á sær, og tað verð­ ur Brandstøðin í Havn, sum hevur tilkallingina, tá eitt hvørt er á vási, sum nýggi bjargingarbáturin kann vera partur av. Hann sigur, at umframt hesar fýra, sum eru á vakt, verða fýra aðrir, sum heitast kann á, um onkrum av hin­ um fýra skuldi borist frá. ­ Vit koma soleiðis at hava 8 mans, sum kunnu traðka til, tá boð eru eftir okkum, leggur hann aftrat. Regin Jespersen sigur, at milllum teir fýra, sum verða á vakt, skal í minsta lagi vera ein navigatørur og ein maskinmaður. Hinir báðir eru so bjargarar. ­ Øll manningin skal hava verið á trygdarskeiði, sigur formaðurin í starvsnevndini. Lív mannaður alt samdøgnið Longu beint eftir dópin leygardagin, fekk Lív eina uppgávu, har teir vórðu tilkallaðir at flyta ein sjúkling úr Nólsoy til Havnar Jóannes Ejdesgaard, løgmaður, er verji hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg. Kvinnan á myndini er gumman, Kára Didriksen Marmorilik opið aftur Fyri 17 árum síðani varð tað kenda Marmorilik­námið við Ummannaq í Grønlandi latið aftur, men á einum hátíðarhaldi í dag varð tað latið uppaftur. Alment var tað Kim Karlsen, landsstýrismaður í tilfeingismálum, sum lat námið upp og handaði felagnum Black Angel Mining A/S nýtslurættin. Tað verður mett lønandi at lata námið uppaftur, nú prísirnir á blýggi og zinki eru hækkaðir, sigur KNR. Ætlandi skulu 110 fólk arbeiða í náminum. Skulu steðga hvalaveiði Íslendska ferðavinnan er í øðini um, at fiskimálaráðið hevur loyvt hvalabátunum at skjóta sildreka til vinnuligt endamál, og ferðavinnan vil hava stjórnina at taka kvoturnar aftur. Erna Hauksdóttir, sum er stjóri í ferðavinnusamtakinum, sigur við bløðini, at hvalaveiðan skaðar umdømi Íslands uttanlands og fær fremmandafólk at aftra seg við at fara til Íslands at eygleiða livandi hval. Í fjør vóru 100.000 fólk í Íslandi og hugdu at livandi hvali. Nógv ferðafólk fara til Íslands at síggja livandi hval Mynd: Vísir