mikudagur 21. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 11
Í Geilini 2
FO-385 Vatnsoyrar
Tel.: +298 332177
www.hdygd.fo
post@hdygd.fo
Fleiri og fleiri velja nú træ/alu vindeygu. Orsøkin er,
at fleiri fyrimunir eru við træ/alu vindeygum. Tey eru
millum annað sera løtt at viðlíkahalda og geva gott
inniumhvørvi.
Træ/alu vindeygu eru vanlig HDYGD vindeygu úr
límtræi, sum eru viðgjørd, bæði innan og uttan, og
síðani klødd við aluminium. Aluminium fæst í øllum
litum og skal ikki málast aftur.
Superlágorkurútar við
heitum kanti eru standard
træ/alu Vindeygu
Vindeyguni Siga alt
Vindeyguni FÁaSt ViÐ
ymsum funktiónum:
toppsving
síðusving
síðuhongd
topphongd
10 ára trygd fyri:
døgg millum rútarnar
rotskaðum (treytað av, at vit mála liðugt)
at viðurin skjýtur seg og loysnar í lamineringini
funktiónsfeilum á besløgum
Byggidepilin heldur til í Jans
stovugøtu 10, har teir m.a. fara
at selja alskyns byggitilfar,
køkar og baðirúm, vindeygu og
amboð. Byggidepilin bjóðar
eisini heildarloysnir, har kundin
eftir egnum ynski, saman við
verkfrøðingum, er við í bygg
ingini. Stigtakarar til nýggju
fyritøkuna eru Sigfríður á Plógv
Hansen, Bergur Lútzen og Ari
Thomassen. Byggidepilin
arbeiðir í tøttum samstarvið við
Viking Smíð og Sandavágs
Timburhandli.
Byggidepilin ger bæði
heildarloysnir, selur tilfar,
dygdargóð amboð, vindeygu
og hurðar, innbúgv, og sum
nakað nýtt, nú eisini Invita
Køkar.
Byrjanin
Byggidepilin varð sett á stovn í
2007, og er tað í dag ein miðal
stórur handil, ið selur byggi
tilfar og el amboð av vælkenda
dygdarmerkinum Hitachi.
Hondamboð fáast eisini av
nýgga merkinum Kongsberg.
Eisini selja teir vindeygu og
hurðar, úr plasti, træ/alu, furu
og mahogny og alu/træ av
merkinum Viking.
Síðst og ikki minst, eru teir á
Byggideplinum byrjaðir at selja
Invita Køkar, sum vit í Føroyum
ikki vita nakað serligt um enn.
Hetta er nakað, Byggidepilin
ætlar at broyta.
Stovningarárið var í 2007, og
eru tað virkini bæði; Sanda
vágs Timburhandil og Viking
Føroyar, ið eiga eins stóran
part í nýggju fyritøkuni.
Menning
Fyritøkan hevur plásstrot, og til
tess at mennast við tí títtleik
anum, teir meta vera hóskandi,
halda teir, at teir skulu byggja
sær størri hølir. Nýggju hølini
verður í í Vágum, og nú undir
sóvartunnilin er komin, ber
hetta eisini væ til. Eisini var tað
væl bíligari at byggja nýtt, enn
til dømis í Havn.
Ætlanirnar
Byggidepilin ætlar at leggja
dentin á Invita Køkar í næstum,
og fara við nýggju hølunum, at
vera førir fyri at seta sokallaði
scenariur upp, so kundin sær
eitt eintak, í staðin fyri at finna
tað í einum faldara.
Heildarloysnin
Tað eru nakrar ymiskar heildar
loysnir uppá hús, ið Byggi
depilin kann bjóða. Tað veri
seg í skapi av sniðhúsum, har
úrslitið er bíligt, men við
vansanum, at man so ikki
hevur nakað at siga, hvat snið
skal nýtast. Eisini er møguleiki
at levera skitsur inn til okkara,
og saman við verðfrøðingum,
finna teir røttu loysnina fyri
kundan
_____________________________
Niels Petersen
niels@sosialurin.fo
Byggidepilin, nú eisini
við Invita Køkum
LÝSINGARTILFAR