Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 BYGGIMESSAN Sosialurin 21. mai 2008 LÝSINGARTILFAR Gomul havn­ arfólk fóru til Ludda at keypa. Tá tey nevndu ”Ludda”, var tað handilin hjá Ludvig Poulsen, sum undir krígnum skifti navn til Maria Poul­ sen. Maria var kona Ludda, og tá handilin varð endur­ stovnaður í 1943, skifti hann navn til Maria Pouslen. Tað vóru teir væl kendu hand­ ilsbrøðurnir – Dulamenninir, sum tóku yvir handilin. Jákup, Jógvan, Páll og Grímur á Dul. Teir høvdu handilin saman í nøkur ár, men tað var kortini Grímur, sum helt longst á, og sum tók yvir handilin saman við síni familju. Tað eru synir hjá Grími á Dul, Kristian og Jógvan, sum í dag eiga P/F Mariu Poulsen. Stjóri seinastu 28 árini hevur verið Kristian. Talan er um ein gamlan handil – og søguliga sæð er talan um fyrstu professiónellu blikkinsláarar í Føroyum. Ludvig Poulsen var sonur Johan C. Poulsen – vanliga nevndur ”Blikkinsláarin”, sum m. a. er kendur fyri at hava teknað fyrsta kortið yvir Havnina við húsanøvnum, sum hann teknaði í 1867. Hann var tann fyrsti útbúni blikkinsláarin í Føroyum. Ludvig nam sær eisini útbúgving sum blikkin­ sláari í Danmark, og hann stovnaði handil í 1890. Í 1900 fekk hann sær eisini handil við køksútgerð, so talan er um ein 118 ára gamlan handil, sum Dulafólk nú hava rikið í 65 ár. Handilin hjá Mariu Poulsen er í tveimum. Í Tórsgøtu – í gamla handlinum, er ísinkramdeildin, meðan VVS deildin er á Hálsi. ­ Vit fluttu niðan á Háls í 1982, tá vit høvdu bygt nýggjan bygning til VVS handilin og verkstaðið. Tað var tá Tórs­ havnar Kommuna gjørdi vinnuøkið á Hálsi, at vit – eins og fleiri onnur virki – fluttu niðan higar. Høvdu vit ikki gjørt tað, so vænti eg ikki, at nakað hevði verið eftir av fyritøkuni, sigur Kristian á Dul, stjóri hjá P/F Mariu Poulsen. Hann heldur, at tey ongan kjans høvdu havt, um tey skuldu hildið fram í Tórsgøtu. Í dag starvast knappliga 40 fólk í fyritøkuni, og bróðurparturin av teimum starvast í VVS deildini á Hálsi. Dóttir Kristian, Súsanna á Dul hevur nú tikið við sum leiðari í deild­ ini í Tórs­ gøtu, og soleiðis hevur triðja ættarliðið nú tikið við. ­ Eg eri sera fegin um, at hon hevur tikið við. Tað er altíð gott við nýggjum, eldhugaðum fólk, og eg vænti mær nógv av henni, sigur Kristian á Dul. Súsanna hevur eftir lokna útbúgving eisini royndir frá slíkum handli í Danmark, og Kristian á Dul væntar tí, at hon hevur fingið nógv góð hugskot higani. Sum nevnt er nógv mest virksemið hjá P/F Mariu Poulsen í VVS deildini á Hálsi. Hesin partur av virkinum er vaksin nógv, síðani tey fluttu niðan á Háls í 1982. Í 1988 keyptu tey grannan og kappingarneytan, H. M. Reinert, og hevur virkið síðani tá verið í báðum bygningunum. Tá tosað verður um VVS í dag, so verður eisini nógv tosað um hitapumpur, sum eru vorðnar vanligar í Føroyum seinastu tvey árini. Tey hjá Mariu Poulsen selja eisini hitapumpur, sum eru av slagnum CTC – sum eisini gjørdi teir so væl kendu ketlarnar, sum Maria Poulsen hevur umboðað síðani 1954. ­ Hetta er tí eitt vælkent merki, sum fólk kenna, sigur Kristian á Dul, sum leggur dent á týdningin, tað hevur, at veita fólki tænastu – ikki minst, tá talan er um so nýggja tøkni, sum hitapumpurnar eru í Føroyum. Hjá Mariu Poulsen lata tey væl at søluni í deildini í miðbýnum. Tey hava egin parkeringspláss, og tað er ikki uttan týdning. ­ Parkeringsplássini hava ótrúligan týdning fyri handilslívið í miðbýnum, tí við teimum vánaligu parkeringsviður­ skiftunum, sum eru, so doyr miðbýurin, og tað gongur sjón fyri søgn, vísir Kristian á Dul á, nú fleiri handlar lata aftur, og aðrir verða til skrivstovur. _____________________________________ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Triðja ættarliðið í 118 ára gomlum handli Nibbi sláimaskinur Nibbi sláimaskinur hava eitt sláitól, har allar legurnar liggja í einum lokað- um oljubaði, so tær alsamt verða smurdar og koma ikki í samband við gras og mold. Á henda hátt slepst undan, at maskinan steðgar upp í heil- um. Og ikki minst slepst undan høvuðbrýggi og at tíð og peningur fer fyri skeytið. Komið inn til okkara og fáið eitt… STIHL 4-MIX motorur Einastandandi motorkonsept við sera lítlum útláti av skaðiligum evnum, einki oljuskifti, og motor- urin gevur lítið óljóð frá sær. Trekkir sera væl, eisini í síðum grasi, og harumframt er snúnings- momentið høgt. Vegurin Langi 188 Hoyvík Tel 309005 GOTT TILBOÐ summar 2008