mikudagur 21. mai 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 95 - 21. mai 2008
11
Virksemið í skúla okkara –
Frískúlanum í Havn – hevur
gjørt læraran Rannveig Hov
gaard bæði ”ørkymlaða, illa
og kedda”, sambært lesara
brævi hennara í bløðunum,
sum hon nevnir ”Frískúlar
fyri tey útvaldu”. Orsøkina
sigur hon vera, at Frískúlin
er við til at gera skilnað mill
um føroysk skúlabørn, av tí
at vit frískúlaforeldur
”helst” hava serliga høgar
útbúgvingar og sita í góðum
størvum, og at her tískil
”uttan iva er talan um børn,
sum eru væl svøvnt, eru væl
ílatin og hava góðar matpakk
ar við”, sum skrivað stendur.
Vandi skal nú vera fyri, at vit
fáa ”Frískúlar til tey klóku
og ríku” og ”Fólkaskúlan til
tey býttu og fátæku”.
Hesi uppáhald og óttar hjá
Rannveig eru ikki bygd á
ítøkiliga vitan ella rannsókn
ir, men tíverri bert á onkran
abstraktan fordóm ella kan
ska royndir úr ávísum lond
um, eitt nú Bretlandi, har
verulig ríkfólk venda al
mennu skúlunum bakið.
Fordómar og vantandi rann
sóknir eru ongantíð eitt gott
grundarlag undir einum orða
skifti. M.a. hetta lærir okkara
skúli børn okkara. Vónandi
ger tann fólkaskúlin, Rann
veig kennir, tað sama.
Tað krevur ikki drúgvar
rannsóknir til tess at stað
festa, at vit foreldur at børn
unum í Frískúlanum endur
spegla eina meðal saman
seting av samfelagnum eins
væl og aðrir foreldrabólkar í
kommununi. Skúli okkara er
ikki fyri tey múgvandi og
ikki fyri serlig elitubørn. Vit
hava eisini næmingar við
serligum tørvi, men eru tó
ikki ein serskúli. Í okkara
høpi er eingin ”bara” van
ligur fiskimaður ella ”bara”
nakað sum helst annað. Sum
skúlagenta á Frískúlanum
hevði Rannveig tí ikki havt
fyri neyðini at verið ”foy” av
pápa sínum. Eins og synir og
døtur hjá ”vanligum” fólkum
kunnu ganga í skúla saman
við einum komandi løgmanni
í Rannveigsa fólkaskúla,
kann eisini henda, at onkur
av okkara næmingum eina
ferð gerst løgmaður. Kanska
dóttir timburmansins ella
sonur maskinmeistarans.
Tað er rætt, at vit foreldur at
børnunum í Frískúlanum eru
”sera engagerað í skúlanum”,
sum Rannveig tekur til. Men
tað kemst av øðrum ávum enn
okkara próvtøkum og lønar
kontum. Hjá mær stendst eld
hugin av góðari kunning og
samskifti millum skúla og
heim. Hann kemst av at síggja
okkara sjeyátta ára gomlu
børn fara glað í skúla hvønn
morgun – og koma glað heim
aftur hvønn seinnapart. Hann
stavar frá at síggja tey longu
fyrsta árið skriva sínar egnu
bøkur sum ískoyti til týdningar
miklar littererar perlur sum
”Ása sá á – sá Ása á”. Av at
síggja tey gera sínar egnu
rannsóknir innan alt møguligt
frá mannakroppinum til
víkingaøldina. At hoyra tey
skipa Regin smið og Sig
mundskvæði yngra, hóast tey
ikki eru fødd fyrr enn eftir
aldarskiftið. At hoyra tey
spæla ymisk ljóðføri eftir
fáum mánaðum ella uppliva,
at tey ótarnað reisa seg í størri
samkomum og uttan himpr
ella undirlutakenslu leggja okk
urt fram. Sum foreldur gerast
vit eldhugað av at síggja,
hvussu stóra orku okkara lær
arar leggja í royndirnar at veg
leiða og menna okkara størsta
ríkidømi. Ella stutt sagt – at
fáa so stóran part av teirra enn
óspiltu ressursum at blóma.
Eg veit ikki, um brævið hjá
Rannveig skal lesast soleiðis,
at fólkaskúlaforeldur ikki
hava sama eldhugan og tí
senda illa svøvnt, illa ílatin og
svong børn í skúla. Um so er,
so má mugu bæði foreldrini
og Fólkaskúlin gera okkurt
við trupulleikan. Allar nýggj
ar kanningar vísa á týdningin
av tøttum samstarvi millum
foreldur og skúla.
Rannveig er bangin fyri, at
frískúlar elva til skilnað mill
um tey føroysku børnini. Nú
er spurningurin um gott og ilt
í sambandi við skilnað mill
um menniskju mest av øllum
ein ideologiskur spurningur.
Summi halda tað vera sjálva
kelduna til allan kreativitet og
framburð – onnur halda tað
vera gressiligt. Fyri mína
egnu persónligu rokning kann
eg siga, at tað at geva øllum
børnum somu frálæru á sama
hátt og í senn, er júst at gera
stóran skilnað teirra millum.
Øll børn eru ymisk, og menn
ingarstig teirra misjøvn, hóast
tey sambært kalendaranum
eru í sama aldri. Tey hava tí á
ongan hátt møguleika fyri at
taka móti eini felags undir
vísing á jøvnum føti. Einasti
háttur at geva øllum sama
møguleika – og tískil IKKI
gera skilnað teirra millum er
at vegleiða næmingarnar
hvønn sær í samsvari við tørv,
áhuga og menningarstig
teirra. Ein skúli, sum ikki ger
tað, skapar júst skilnað mill
um fólk – frá barnsbeini av
og mangan restina av lívinum.
Tá Rannveig eisini rør fram
undir, at frískúlar sum okkara
kunnu máa støðið undan sam
haldsfesti, sosialum medviti
og tolsemi, sum Fólkaskúlin
sambært henni er garanturin
fyri, loyvi eg mær at hvessa
pennin eitt sindur.
Lat meg ikki skera allar
fólkaskúlar yvir ein kamb.
Men sosialt medvit og tol
semi er ikki tað fyrsta, summ
ir av mínum kenningum
halda um tann partin av fólka
skúlanum, sum teir siga seg
kenna. Hvørki millum lærar
ar og næmingar, næmingar
innanhýsis ella millum skúla
og heim. Í summum førum
ikki so frægt sum innahýsis
millum lærararnar. Teir
nevna enntá fyri mær, at
summi skelda, onnur tosa
niðrandi, meðan upp aftur
onnur happa. Kanska – og
vónandi – fara teir skeivir.
Lítli skúli okkara hevur
hesar fáu mánaðirnar, hann
hevur verið til, verið hart
raktur av nógvari og álvar
samari sjúku, deyða og øðr
um álvarsomum trupulleik
um. Tað samhaldsfestið og
tann umsorganin, sum hevur
rátt okkara millum, hevði
valla verið størri, vóru vit ein
traditionellur fólkaskúli.
Hetta, hóast vit eru fullkomi
liga ymisk í skinni og sinni,
viðvíkjandi útbúgving og á
einhvønn annan hátt.
Eg lesi brævið frá Rannveig
sum eitt neyðarróp frá einum
medvitandi og engageraðum
persóni, sum er frustreraður av
viðurskiftunum í Fólkaskúlan
um. Eg kann ikki annað enn
mæla politikkarunum til at
lurta eftir hennara bøn um at
fáa bøtt um viðurskiftini í al
menna barnaskúlanum. Sam
stundis fari eg tó eisini at
mæla lærarum og øðrum skúla
fólki eins væl og foreldrum til
ikki bert at seta sítt álit á
politikkararnar. Teir broyta
valla skúlan til tað betra. Ný
skapanin á skúlunum má fyrst
og fremst koma frá foreldr
unum og skúlafólkunum.
Her kunnu vit hjálpa hvørj
um øðrum. Frískúlin hevur at
kalla hvørja viku vitjan av
fólkaskúlalærarum, pedagog
um, læraralesandi, pedagog
lesandi og øðrum skúlaáhug
aðum pílagrímum. Soleiðis
kann okkara skúli geva
teimum íblástur, eins og tey
kunnu geva okkum íblástur.
Hetta nevnist menning.
form., Stýrið fyri
Frískúlan
Tróndur
djurhuus
AIDS ráðið var niðurlagt fyri
skjótt 10 árum síðani, og síð
ani hevur nærum verið púra
kvirt viðvíkjandi kynssjúkum.
Fyribyrgingarráðið, sum nú
kallast Fólkaheilsuráðið,
skuldi ætlandi víðariføra tað
fyribyrgjandi arbeiði, sum
AIDS ráðið hevði lagt lunnar
undir síðani í 80unum. Onki
framhald ella menning hevur
tó verið á hesum øki.
Íðan, so kann ein spyrja, er
tað tí at vit hava eitt stein
deytt kynslív í Føroyum?
Tølini tala, at so er ikki.
Hagtøl frá Landslæknanum
vísa, at gott og væl 10% av
teimum, sum hava latið seg
kannað fyri klamydia
seinastu trý árini, hava hesa
kynssjúku. Samanborið við
til dømis Danmark eru har
umleið 7% av teim sum lata
seg kannað smittað.
Í 2004 vóru nærum 15% av
teim sum lótu seg kannað,
smittað við klamydia. Lands
læknin legði tí í tíðindaskriv
um serliga áherðslu á, hvussu
lætt tað er at fyribyrgja klamyd
ia við at brúka hít. Eisini vísti
hann á fylgurnar av klamydia,
sum kunnu gerast sera álvars
ligar fyri kvinnur. Tølini fyri
2005 vístu tíbetur eina mink
ing, tá vóru 10,4% av teim
sum lótu seg kannað smittað.
Landslæknin hevur javnan
sent tíðindaskriv út viðvíkj
andi fyribyrging av klamydia.
Hesin hevur ikki myndug
leika til at seta tiltøk í verk,
men kann mæla til, hvat er til
ráða at taka. M. a. mælti
hann til í uppskoti til fólka
heilsuætlanina, at dentur átti
at verið lagdur á fyribyrging
av klamydia hjá ungum. Men
tá endaliga ætlanin kom, var
hetta tilmælið strikað.
Um allan heimin síggjast
øktir tilburðir av klamydia
Fleiri lond, m. a. Danmark,
Norra, Svøríki, Ísland og
Grønland, eru tilvitað um og
hava sæð týdningin av, at
fólkið hevur góða kynsliga
heilsu, og hava fingið hetta
sett inn í tær fólkaheilsu
ætlanir, sum tey hava sett sær
sum mál at røkka. WHO
hevur eisini gjørt eina
alheims strategi galdandi
fram til 2015 um fyribyrging
og eftirlit av kynssjúkum.
WHO leggur dent á, at tað
serliga er umráðandi at fáa
mannfólk tilvitaði um týdn
ingin av at hava góða kyns
liga heilsu, at teir lata seg
kanna, og at teir brúka hít.
Kanningar vísa, at hóast
menn hava havt eina kyns
sjúku, so hevur meginpartur
in av teimum ikki ætlanir um
at brúka hít í framtíðini.
Menn fáa ikki í sama mun
sum kvinnur fylgir av kla
mydia ella øðrum kynssjúk
um. Møguliga er tað orsøkin
til, at so nógvir menn sløsa
við at brúka hít ella at lata
seg kanna. Kvinnur vera oft
ari kannaðar, tí tær koma
oftari í samband við lækna/
heilsuverki í samband við, at
tær søkja sær ráð um fyri
byrging móti óynsktum barns
burði, uppsetan av spirali, í
samband við barnsburð,
abort, kynssjúku ella øðrum.
Kvinnurnar eru tær, sum
aloftast kenna fylgurnar
meinast á egnum kroppi.
Vanligastu kynssjúkurnar
eru soleiðis háttaðar, at ígerð
in setir seg í lívmóðurhálsin
og kann fara upp í gjøgnum
lívmóðurina, haðani hon kann
spjaða seg út í eggjaleiðarnar.
Tá ígerðin er komin í eggja
leiðararnar, kann hon vera
atvoldin til at hesir klistra
saman, trongjast ella heilt
latast aftur, soleiðis at eitt
gitið egg ikki sleppur ígjøgn
um og tískil ikki fær fest seg
inni í lívmóðrini, har tað átti
at vaksið seg til eitt fostur.
Fylgurnar eru m. a undirlívs
bruni, sum kann gerast kron
iskur, pína, barnloysi, gravid
itetur uttan fyri lívmóðrina,
sum í ringasta føri kann vera
lívshóttandi fyri kvinnuna.
Aðrar fylgjur eru, sum ikki
vera nevndar her.
Menn fáa sum oftast ikki
annað mein enn at teir kunnu
fáa bruna í hjáeistini, sum í
ringasta føri ger teir lívssørar.
Klamydia er lúnsk, tí bert
fjórði hvør sum er smittaður,
hevur sjúkueyðkenni. Nógv
flestir tilburðir koma fyri hjá
ungum ímillum 15 og 29 ár.
Hetta er tíðarskeiðið, tá tey
ungu byrja upp á kynslívið, og
eksperimentera meiri ella
minni við ymiskum partnarum.
Klamydia er bert ein av
mongum kynssjúkum. Um
man er smittaður við eini
kynssjúku, er man meiri
útsettur ella móttakiligur fyri
øðrum kynssjúkum.
Í hesum sambandi kann
nevnast kynssjúkan HPV
(Human Papiloma Virus),
sum kann elva til krabba í
lívmóðurhálsinum, og sum er
orsøk til nógv størsta partin
av krabbatilburðunum í lív
móðurhálsinum. Nú ber til at
koppseta ungar gentur móti
hesum, og hóast koppseting
in ikki verjir móti øllum
typum av HPV, so er hetta
eitt stórt framstig. Heili 15
kvinnur eru deyðar av krabba
í lívmóðurhálsinum frá 1996
til 2006 í Føroyum. Tað eru
15 kvinnur ov nógv.
Í samband við masterrit
gerð (MPH) gjørdi undirrit
aða samrøður við heilsufrøð
ingar, lærarar og kommunu
læknar í høvuðsstaðarøkinum
og úr eini bygd, umframt
samrøður við nakrar mið
námskúlanæmingar yvir 18
ár úr somu støðum um
fyribyrging av klamydia.
Niðurstøðan var í stuttum,
at um tey professionellu skulu
kunna geva haldgóða og
tíðarhóskandi frálæru um
kynslív og tað sum hartil
hoyrir, so krevst eftirútbúgv
ing, dagføring av frálærutil
fari, frálæruhættum og kann
ingarhættum. Nevnast kann,
at nærum onki frálærutilfar er
á føroyskum innan hetta øki.
Tey ungu eftirlýsa føroyskt
tilfar, halda seg vita ov lítið
um kynssjúkur og halda und
irvísingina vera tilvildarliga.
Dreingir halda ikki at kla
mydia er ein trupulleiki, tí
tað er lætt at viðgera. Summ
ar gentur óttast fyri at tær
gerast barnleysar, um tær fáa
klamydia. Genturnar halda,
at undirlívskanning er óbe
hagilig. Hítin verður fyrst og
fremst brúkt fyri at verja seg
móti óynsktum barnsburði,
meðan fyribyrging av kyns
sjúkum kemur í aðru røð, um
tað í heila tikið verður rað
fest. Hóast hítir kunnu keyp
ast alla staðni, so er tað øgi
liga flóvisligt at keypa tær.
Ungdómssendingin Zipp
hevur varpað ljós á kynslív.
Hetta eru góðar og viðkom
andi sendingar, har tey ungu
sleppa framat og tora at tosa
um kenslur og siga sína mein
ing um kynslív, kynssjúkur og
fosturtøku. Heilsufrøðingur er
eisini við. Hon hevur viðmerk
ingar út frá sínum profession
ella sjónarhorni, og har er
ongin peikifingur á lofti. Slík
ar sendingar eru neyðugar,
takk skulu tit hava fyri tær!
Í sendingini kendi eg
úttalilsi aftur frá arbeiðinum
við masterritgerðini: ”...her
er alt so lítið í Føroyum og
so langt burtur, at her kann
onki ilt røkka okkum”. Also,
sum strussurin, vit stinga
høvdið í sandin, so er allur
vandi burtur.
Vandin er har. Men umráð
andi er fyrst og fremst at varpa
ljós á tað góða kynslívið, og
geva teim ungu førleika til
sjálvi at hugsa og taka avgerðir
um, hvussu tey vilja at teirra
kynslív skal vera.
Kynslív er ein mannarættur,
og er ein centralur partur av tí
at vera menniskja. Kynslív
umfatar sex, kynssamleika,
kynsrollur, erotik, njóting,
nærleika, reproduktión etc.
Kynslig heilsa krevur eina
jaliga og virðiliga tilgongd til
kynslív, og rættindi til at
móttaka undirvísing og
upplýsing um kynslívið.
Her er nógv at taka fatt í
hjá avvarandi heilsu og skúla
myndugleikum. Umráðandi er
at lurta eftir teim ungu eisini,
tey eru jú málbólkurin. Ein
ætlan eigur at gerast fyri alt
landið, bæði fyri hvussu
undirvísing og upplýsing skal
skipast, og um eventuella
screening, og hvussu hetta
eigur at vera gjørt.
Tað frættist í Útvarpinum,
at útlendsk læknalesandi
skulu koma hendan vegin at
gera skav úr lívmóðurhálsi
hjá ungum føroyskum kvinn
um. Er tað rættur framferðar
háttur, m.a. havandi í huga,
at ungar gentur helst vilja
sleppa undan undirlívskann
ing? Kann hugsast, at tað var
munandi lættari og bíligari at
gera urinkanning av dreing
um í staðin, og á tann hátt
fingið teir meiri við, vísandi
til strategiina hjá WHO.
Fyrilit má takast fyri øllum
aspektum innan kanningar
hátt, eisini fíggjarliga.
Steindeytt kynslív í Føroyum?
Malan
EgholM
Frískúlasvar frá einum »klókum og ríkum«
viðmerkingar