Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. mai 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 21. mai 2008 BYGGIMESSAN 13 SethúSabygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Jóhan Petersen, skipsverkfrøð­ ingur, sum er ein av eigarunum av fyritøkuni Sjótek, heldur, at føroysk sethúsabygging eigur at verða skipað í neyvari karmar, so fólk, sum byggja sær hús, á ymiskan hátt kunnu fáa ráðgeving og vera tryggari við tað, tey fáa fyri hesa íløgu. ­ Tað er kostnaðarmikið at byggja sær hús, og hetta er nakað, tú vanliga ikki gert fleiri ferðir í lívinum. Tí er umráð­ andi, at atlit verða tikin til nógv ymisk viðurskifti – og ikki minst bjálving, sum er ein so umráðandi partur, nú tað er vorðið so kostnaðarmikið at halda húsini heit við olju. Hann sigur, at honum kunn­ ugt eru ongar lógir og reglur í Føroyum, sum áseta nakað sum helst í sambandi við set­ húsabygging. Eingin myndugleiki ­ Tær nýtist onga góðkennig, og tú ert ikki undir nøkrum eftirliti, ið kann tryggja, at tú fært eini dygdargóð sethús. Eingin myndugleiki sigur tær, at tað er í lagi, sum tú gert, tá tú byggir. Jóhan Petersen vísir á, at tað, sum føroysku kommunur­ nar tryggja sær í einum byggi­ loyvi, er alt ov lítið til, at tú kanst vera tryggur í tínari verkætlan. ­ Mær vitandi er skipanin ein onnur í eitt nú Danmark, har tú skalt hava tekningarnar góð­ kendar hjá kommununalu myndugleikunum – umframt, at eftirlitsmyndugleikin kannar eftir, um húsini nú eru bygd samsvarandi givnum áseting­ um og treytum. Hann sigur, at stórur munur er á bygging av einum skip og einum sethúsum í Føroyum. ­ Ein, sum byggir sær skip, noyðist at leita sær ráðgeving innan økið og kann ikki gera, sum hann sjálvur vil. Tá ert tú á ymiskan hátt undir strongum krøvum hjá eftirlitsmyndug­ leikunum, bæði tí politiska og tí umsitingarliga, sum skulu góð­ kenna verkætlanina – eisini, tá hon er liðug. Bjálving av sethúsum Jóhan Petersen sigur, at tá hann seinast í sjeytiárunum bygdi sær hús á Glyvrum, kendi hann seg sum á berajól­ um, og hann heldur, at somu kenslu munnu nógvir sethúsa­ eigarar hava havt, bæði fyri og eftir. ­ Eg hevði ongan myndug­ leika og ongar reglugerðir at halda meg til, og soleiðis er støðan mær vitandi enn í dag. Tú kennir teg einsamallan og við lítlari og ongari ráðgeving um tað, tú ert farin í holt við. Hann sigur, at tá timburmenn­ inir, sum smíðaðu húsini, byrj­ aðu at bjálva, spurdi hann hesar, hví teir gjørdu, sum teir gjørdu. ­ Teir søgdu bara, at soleiðis vóru teir vanir at gera – og soleiðis átti tað at gerast, men teir høvdu onga neyvari frá­ greiðing um, hví hetta skuldi gerast soleiðis. Jóhan fór tí til timburhand­ ilin, sum hevði selt bjálvingar­ tilfarið og spurdi, hví bjálvast skuldi, soleiðis sum timbur­ menninir gjørdu. ­ Heldur ikki í timburhandli­ num vistu tey at siga mær søguna, sum lá til grunds fyri bjálvingini, men lovaðu at spyrja útlendska veitaran av bjálvingartilfarinum um hetta. Ov lítið bjálvað Jóhan sigur, at tá timburhand­ ilin hevði tosað við veitaran av bjálvingartilfarinum, fekk hann eina frágreiðing, sum hann skilti og kundi góðtaka. ­ Í sjálvari bjálvingini stendur luftin still, og fyri at trekkur ikki skal koma í hana, hevur tú ein vindmembran úteftir. Inneftir hevur tú ein dampmembran, sum skal syrgja fyri, at væta ikki kemur í bjálvingina, so hon oyðilegst. Jóhan sigur, at soleiðis vórðu hansara hús eisini bjálvaði, sum rætt var, men hann sá, at onkrir aðrir timburmenn gjørdu beint øvut, sum sjálvandi ikki er rætt. ­ Teir høvdu vindmembranin innari og dampmembranin ytri, og tá fært tú øvutan virkning, soleiðis at bjálvingin dregur til sín vætu, sum hon ikki sleppur av aftur við, leggur hann aftrat. Tá Jóhan bygdi, helt hann, at húsini vórðu rímiliga væl bjálv­ að. ­ Eg vildi hava húsini betri bjálvaði enn vanligt var, men seinni havi eg sæð, at tey skuldu verið uppaftur betri bjálvað. Hóast eg seinni havi klætt húsini uttan og sam­ stundis havi bjálvað uppaftur meira, er hetta ikki nóg mikið, sigur hann. Neyðugt við reglum Jóhan Petersen heldur, at tað ongantíð er ov skjótt, at vit fáa reglur á økinum, sum kunnu tryggja, at fólk, sum seta búgv, kunnu fáa holla ráðgeving og vegleiðing um, hvussu tey eitt nú kunnu fáa eini góð, sterk og væl bjálvaði hús. ­ Bygdi eg í dag, hevði eg bjálvað húsini nógv betur, enn eg gjørdi tá, tí tað er mangan trupult og kostnaðarmikið at koma aftur um aftur, tá arbeiðið er gjørt, leggur hann aftrat. Neyðugt við reglum fyri húsabygging - Eg hevði ongan myndug- leika og ongar reglugerðir at halda meg til, tá eg bygdi seinast í sjeytiárunum, og soleiðis er støðan mær vitandi enn í dag. Tú kennir teg einsamallan og við lítlari og ongari ráðgeving um tað, tú ert farin í holt við, sigur Jóhan Petersen, skipsverkfrøðingur, sum heldur, at neyðugt er við neyvari karmum fyri sethúsabygging í Føroyum - Hevði eg bygt í dag, hevði eg eisini bjálvað húsini nógv betur, enn eg gjørdi tá, tí tað er mangan trupult og kostnaðarmikið at koma aftur um aftur, tá arbeiðið er gjørt, sigur Jóhan Petersen