fríggjadagur 23. mai 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 97 - 23. mai 2008
Rógva runt Svalbard
Tann 37 ára gamli ísraelsmaðurin Alon Ohad og tann 32
ára gamli nýsælendingurin Tim Starr hava sett sær fyri at
rógva í kajakk rundan um Svalbard. Teir fara undir
ferðina í næstu viku og hava roknað út, at tað fer at taka
teimum 10 vikur at rógva teir umleið 970 fjórðingarnar.
Alon Ohad sigur við eitt blað í Ísrael, at hann stúrir mest
fyri at møta einari ísbjørn við Svalbard, sjálvt um hann
fer at hava byrsu hjá sær í kajakkini.
Alon Ohad hevur fyrr róð runt um Írland í kajakk
Mynd: Nordlys
Undir herrópinum
»Samstarvið millum
politikarar og embæt
isfólk« er ein stórur
partur av embæt
isfólkunum hjá lands
stýrinum savnaður í
Kelduni til temadag
temadagur
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Klokkan 10 í morgun bjóð
aði Marjun Hanusardóttir
vælkomin til tey umleið
hálvtannaðhundrað embæt
isfólkini, sum eru møtt til
temadag í Kelduni í Skála
botni.
Talan verður um ein heil
an dag, har fyrraparturin fer
til at hoyra fyrilestrar, með
an tað seinnapartin verður
arbeittð í bólkum, har evnini,
sum hava verið viðgjørd
fyrrapartin verða viðgjørd.
Fyrilestrarnir eru býttir
upp í tvey evni:
1: Samstarvið millum polit
ikarar og embætisfólk
(yvirskipað)
2: Tagnarskylda, loyalitetur
og talufrælsi
Løgmaður legði fyri klokkan
10.10 við fyrilestrinum, sum
hann nevnir: »Hvat væntar
ein politikari sær av sínum
embætisfólkum,
og
hvat
kunnu embætisfólk vænta
sær av politisku leiðsluni«
Síðani fylgir Tim Knud
sen, professari í fyrisiting við
fyrilestrinum: »Leiklutur hjá
embætisfólki
og
politik
arum« og fyrri partur verður
rundaður av við fyrilestri hjá
Doris Bjarkhamar og Elin
Mortensen, stjórnmálafrøð
ingar og fyrrverandi næming
ar hjá Tim Knudsen: »Leik
lutabýtið millum politikarar
og embætisfólk í Føroyum«.
Undir tema tvey verða
tveir fyrilestrar undir heitin
um: »Tagnarskylda, loyalit
etur og talufrælsi«. Fyrra
heldur Sólja í Ólavstovu,
Løgtingsins Umboðsmaður,
og hin seinna Øssur Winth
ereig, redaktøri.
Bólkaarbeiði
Seinnaparturin verður skip
aður við bólkaarbeiði, sum
varar í hálvanannan tíma,
og eftir ein kaffisteðg verð
ur so framløga í bólkum og
spurningar verða fyrireik
aðir til panelið, sum verður
seinni.
Í panelinum sita Bjørt
Samuelsen, Súsanna Daniel
sen, Herluf Sigvaldsson Poul
Geert Hansen og John Raj
ani. Her verður so viðgjørt
gjøgnum spurningar og kjak
tey evni, sum hava verið til
viðgerðar, og onnur viðkom
andi evnir.
Dagurin endar við, at
Marjun Hanusardóttir tekur
saman um.
Eini hálvtanaðhundrað embætisfólk eru við á temadegnum í Kelduni í Skálabotni
Tað er serliga á
útlendska markn
aðinum, at fleiri
bíleggingar eru í ár í
mun til í fjør, meðan
tað hjá føroyingum
er nakað tað sama
– kanska eitt lítið
vet uppeftir, sigur
Jákup Sverri Kass,
marknaðarleiðari á
Smyril Line
FerÐaVINNa
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Summarsiglingin hjá Norr
önu byrjar seint í ár. Ikki
fyrr enn 16. juni fer Norröna
av Hanstholm á fyrsta túrin
um í summarsiglingini.
Vit hava valt at halda upp
á konseptið, sum vit kalla
»Víkingacruise«.
Hetta
eru vikulangir túrar úr
Hanstholm til Bergen til
Føroya til Íslands og so
somu leið niður aftur, sigur
Jákup Sverri Kass, markn
aðarleiðari á Smyril Line.
Hesir túrarnir eru ógvu
liga væl umtóktir hjá serliga
týskarum,
og
tí
hevur
Smyril Line valt at útseta
byrjanina av summarsigl
ingini og heldur dúva upp á
víkingacruise.
Føroyingar byrja gjarna
ikki at ferðast, fyrr enn
summarfrítíðin hjá skúlun
um byrjar, og tá víkinga
cruisini hava víst seg at
verið væl móttikin, hava vit
valt at gjørt á henda hátt,
sigur Jákup Sverri Kass.
Marknaðarleiðarin sigur
annars, at teir nú eru farnir
undir at leggja størri dent á
»spacingina«, ella plaser
ingina av ferðafólkunum
umborð á Norrönu. Fyrr
hevur tað verið meiri sum
bests ber til.
Við at leggja størri dent á
spacingina,
kunnu
vit
optimera plássið umborð,
sigur Jákup Sverri Kass.
Mest útlendingar
Fyri einum tíggju árum síð
ani var býtið millum ferða
fólkini 70% føroyingar og
30% útlendingar. Í dag eru
tølini viðvend.
Talið av føroyingum, sum
ferðast við Norrönu veksu,
men bert spakuliga. Hinveg
in er økingin í talinum av
útlendskum ferðafólki mun
andi. Og tað er sami tendens
ur aftur í ár. Talið av føroy
ingum, sum hava bílagt
ferðaseðil við Norrönu er
bert kvinkaður eitt vet upp
eftir, meðan nógv fleiri
útlendingar
hava
bílagt
ferðaseðil í mun til í fjør,
sigur Jákup Sverri Kass.
Men hóast talið á bílegg
ingum er størri enn í fjør,
so leggur Jákup Sverri Kass
dent á, at eingin túrur enn
er útseldur.
Á onkrari fráferð er trong
ligt, men eingin túrur er
útseldur – enn, sigur Jákup
Sverri Kass.
Av útlendingum, sum
ferðast við Norrönu, eru
flestir týskarar, teimum á
baki koma danir, síðani
norðmenn og so íslendingar,
hollendarar og fraklending
ar. Talið av bretum vindur
upp á seg, og eisini eru
italiumenn farnir at ferðast
við Norrönu.
Vit merkja eisini, at talið
av fraklendingum veksur,
nú Norröna er farin at sigla
upp á Scrabster. Nú kunnu
teir koyra úr Fraklandi bein
leiðis upp til Scrabster og
uppliva Ongland á vegnum,
sigur Jákup Sverri Kass.
Landsstýrið
temadag
í Kelduni
Smyril Line fleiri bíleggingar
Norröna fer at flyta enn fleiri ferðafólk í ár enn teir gjørdu í fjør