fríggjadagur 23. mai 2008síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Vikuskifti
8
Nr. 97 • 23. mai 2008
í stuttum
Lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Joachim
giftist í
morgin
Leygardagin verður stórt brúdleyp í
kongaríkinum. Tað er danski Joachim
prinsur, sum giftist við fronsku Marie
Cavallier. Vígslan verður í Møgeltønder
kirkju, og sjónvarpið hjá Danmarks Radio
fer at gera nógv burtur úr degnum. Eisini
føroyska sjónvarpið fer at samsenda
við DR, og tað verður gjørt frá kl. 11.00
fyrrapartin. Sjálv vígslan verður klokkan
17.00.
Leygarkvøldið verður finalan í Eurovision sangkappingini hildin í Beograd
Arena í Serbia. 25 lond kappast um at vinna Grand Prixið, og hyggjarar kring
Europa gera av, hvør skal vinna. The Dreams tók lut í innleiðandi donsku
kappingini, og Brandur Enni var við í svensku kappingini, men hvørgin av
teimum verða við leygarkvøldið. Sjónvarp Føroya sendir beinleiðis frá
finaluni, og tað er leygarkvøldið frá kl. 20.00.
Grand Prixið leygarkvøldið
Franska forsetafrúan
Carla Bruni kemur í næstum út við nýggjari fløgu, men
hóast fleiri av sangunum á útgávuni snúgva seg um kærleika, so er tað ikki
um franska forsetan Nicolas Sarkozy. So at siga allir sangirnir útgávuni
eru skrivaðir, áðrenn Carla Bruni hitti Sarkozy. Tey bæði giftust í februar
mánaði. Nýggja fløgan hjá Carla Bruni verður í sølubúðunum tann 21. juli.
Serskøltar í
nýggjum filmi
Beavis and Butthead vóru tveir serskøltar í eini teknirøð á MTV í
1990’unum. Seinni vóru teir eisini við í einum spælifilmi. Nú ætlar
maðurin, sum kom við hugskotinum um Beavis and Butthead at gera
ein nýggjan film, og hesaferð skulu veruligir sjónleikarar spæla teir
báðir løgnu tannáringarnir við áhuga fyri tónleiki.
Senda fólk til smástjørnu
Amerikanski rúmdarfelagsskapurin NASA hevur eina ætlan um at senda rúmdarfólk til eina smástjørnu.
Higartil hevur hetta bert verið gjørt á filmi úr Hollywood – millum annað Armageddon – men tað kann nú
eisini gera veruleiki. Smástjørnan, sum hevur navnið 2000SG344 er til støddar sum ein bátur og ferðast
45.000 km/t. Endamálið við ferðini til smástjørnuna er at fáa upplýsingar um, hvat kann gerast, um ein slík
smástjørna í framtíðini hevur kós ímóti jørðini og fer at hótta lívið á klótuni.
Suðurafrika, Argentina, Kina og Australia eru avlýstar.
Forsetafrúan við
nýggjum tónleiki