Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2008 Saman við útbjóð­ arum av upplivingum á sjógvi og landi hevur Smyril Line gjørt faldara, sum øll fremmand ferðafólk fáa við check­in. Hetta verður gjørt sum ein tænasta fyri ferðafólkini, tí Smyril Line sjálvt fær ongan vinning av hesum KUNDATÆNASTA Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Smyril Line fer nú at betra um tænastuna hjá útlendsku ferðafólkunum, ið ferðast við Norrönu. Felagið hevur latið gjørt ein faldara, sum er fullur av tilboðum um upplivingar í Føroyum – av alskyns slag. - Traditionelli faldarin um Føroyar, sum ein lýs- ingarfyritøka gjøgnum tey mongu seinnu árini hevur gjørt, er góð, men vísir ikki beinleiðis til tað, sum útl- endski gesturin kann royna og uppliva, meðan hann er í Føroyum, sigur Sigmundur Høgnason í Dali, sum hevur samskipað arbeiðið. Tað finnast fleri ymiskir faldarar, sum bjóða fram ávís tilboð til ferðafólk, men tað, sum Smyril Line heldur hevur manglað, er ein faldari, ið savnar øll hesi tilboð, samstundis sum hann í stuttum greiðir frá lívi, mentan og uppliv- ingarmøguleikum í ymsu økjunum. - Vit byrjaðu longu at arbeiða við tankanum í november mánaði í fjør, og frá januar hava vit sett veruliga gongd á verkætl- anina. Og sjálvandi nú upp undir, at faldarin kemur út, hava vit sett nógva ferð á, sigur Sigmundur Høgnason í Dali. Arbeiðið byrjaði við, at Smyril Line setti seg í samband við ymsu veit- ararnar av útferðartilboðum og til matstovurnar at vita, um hesi vóru áhugað í at vera við í faldaranum. Í áheitanini til veitarar og matstovur segði Smyril Line millum annað: »Enda- málið við faldaranum er at vegleiða gestirnar betri, soleiðis at vit á ein greiðan og lættskiljandi hátt fortelja teimum um tey mongu útferðartilboðini og góðu matstovurnar í øllum Føroyum«. Byrjar næsta vikuskifti Í somu áheitanini verður víst dømi um, hvussu faldarin fór at síggja út. - Vit hava valt at býta Føroyar upp í seks øki. Perman er gjørd soleiðis, at hon kann sláast upp so tú hevur Føroyakortið opið, meðan tú annars blaðar í faldaranum. Á tann hátt kann lesarin alla tíðina síggja, hvar í landinum økið er, hann lesur um, greiðir Sigmundur Høgnason í Dali frá. Byrjað verður við at greiða frá Føroyum sum heild við klima, søgu, politikki og mentan. Síðani verða tey seks økini umrødd hvør sær. Har verður stutt greitt frá um økið, sum eisini hevur hvør sín »what to see«-teig og »what to do«-teig saman við einum størri korti av økinum. - Vit hava eisini valt at viðmerkja, hvussu leingi tað tekur at koyra millum ymsu bygdirnar og býirnar, og hvussu long siglingartíðin er millum oyggjarnar, sigur Sigmundur Høgnason í Dali. Hvørt øki hevur somuleið- is ein »good to know«-teig, har ymsir hentir upplýsingar viðvíkjandi økinum finnast, so sum kunningarstovur, apotek, kampingarstøð, matstovur, sjúkrahús og annað líknandi. Allir tour-operatørar, sum eru við í faldaranum, og teirra tilboð til gestirnar verða umrøddir, eins og matstovurnar, sum eru við í faldaranum, somuleiðis verða umrøddar. Faldarin er í løtuni til prentingar og verður liðugt prentaður í vikuni. - Faldarin verður hand- aður øllum ikki-føroyskum ferðafólkum við check-in. Samstundis, sum ferða- fólkini fáa hesar upplýsingar í hondina, hava tey nakað at stytta sær stundir við, millum check-in og til tey slappa umborð. Og hava tey áhuga í tí, kunnu tey seta seg inn í tour-tilboðini á ferðini til Føroya, sigur Sigmundur Høgnason í Dali. Faldarin verður givin til ferðafólk við check-in frá komandi leygardagi í Hanstholm. Byrjanin tilnakað varandi Faldarin verður at fáa við øll check-in uttanfyri Før- oyar, hjá General Sales Agents hjá Smyril Line, umborð á Norrönu og á kunningarstovunum kring landið. Og sjálvandi á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line. Faldarin í ár verður prent- aður í 25.000 eintøkum, og tað hongur partvís saman við, at hann er nakað seinur á veg. Og tað hevur havt ávísar avmarkingar við sær. - Av tí at faldarin ikki kem- ur út fyrr enn seinast í mai, hildu vit tað ikki løna seg, at hava hotell og gistingarstøð annars við, tí vit meta, at tey flestu, sum koma til Føroya í summar, longu hava greitt tað úr hondum. Somuleiðis hava vit valt bert at geva faldaran út á enskum máli, sigur Sigmundur Høgnason í Dali. Men ætlanin er heldur ikki, at hetta skal verða ein »einsamøll svala«. - Vit eru longu farin undir faldaran fyri 2009, sum kemur út longu í oktober. Tá verða gistingarstøðini við, eins og faldarin verður givin út á fleiri málum, sigur Sigmundur Høgnason í Dali. Faldarin er annars vorðin til sum ein spennandi og óvanlig verkætlan. Tað er nevniliga ikki marknaðar- deildin, sum hevur skapt hann, men ein samansettur bólkur frá ymsu deildunum hjá Smyril Line. Samskiparin sjálvur starvast í bókhaldinum, onkur frá spacingdeildini, leiðsluskrivarin og so framvegis. Tey, sum hava myndað bólkin handan faldaran eru: Berghild Jacobsen, Eyðdis Hartmann Niclasen, Junie Hansen, Palli Skorheim og Sigmundur Høgnason í Dali. Kunnar síni ferðafólk um Føroyar Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari á Smyril Line, og Sigmundur Høgnason í Dali, samskipari í bólkinum, sum hevur gjørt faldaran Mynd: Jens Kristian Vang Kirkjukonsertir við Kór Glyvra kirkju Sunnudagin 25. mai fer Kór Glyvra kirkju at hava tvær konsertir í sambandi við sína Onglandsferð. Tann fyrra verður í Sandavágs kirkju klokkan 16. Tann seinna verður í Glyvra kirkju klokkan 20. Á skránni verða fosturlandssangir, sálmar og sakral verk. Kórið hevur hesi seinastu árini lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini, eitt nú við at syngja »Anthem« verk fyri kór og orgul og Dávidssálmar í gomlum enskum reciterandi stíli á føroyskum. Kórið fer til Onglands síðst í juni. Leiðin gongur fyrst til York, har vitjað verður í York minster, og síðani til London. Kórið telur 28. sangarar. Jensina Simonsen er urguleikari. Meinhard Bjartalíð er kórleiðari. Sangløta í Siloa Komandi sunnukvøld klokkan 20 fer sangkórið at syngja í Siloa í Fuglafirði, sum er endin av sangárinum í vetrarhálvárinum. Umframt at syngja í Siloa hevur kórið aftur í vetur sungið á ymsum øðrum støðum. Tey hava bæði sjálv skipað fyri sangfundum og sungið á fleiri møtum, sum Svenning av Lofti og aðrir skipaðu fyri. Bæði nýggir og gamlir sangir eru á skránni. Onkur vársangur verður sungin, umframt sangir, sum hava sín uppruna í Fuglafirði. Tað mesta er á føroyskum, men onkur enskur er eisini ímillum. Eyðun á Lakjuni stjórnar kórinum. Øll eru vælkomin og eftir konsertina bjóðar kórið øllum ein drekkamunn.