fríggjadagur 23. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vikuskifti
7
ymisk viðurskifti, sum gera ein
tekst lættan at lesa. Tá talan er
um byrjanarlesing, er neyðugt at
hugsa um málbólkin. Hvønn verð
ur skrivað til. Hvørjar førleikar og
hvørja undanvitan hevur lesarin,
og á hvørjum stigi í lesingini er
hann. Lættlisnar bøkur eru æt
laðar at fáa glið á lesingina hjá
børnum, sum nýliga eru farin at
lesa og ikki reiðiliga eru komin í
venjing, og annars at stuðla undir
lesingina hjá børnum, soleiðis
at lesiferðin økist, eins og at
lesihugurin verður mentur. Tær
eru skrivaðar á einfaldan hátt við
stuttum orðum og setningum.
Í næstum fara vit at heita á
føroyskar høvundar um at skriva
lættlisnar tekstir til børn. Skal
ein skriva ein tekst, ið er lættur
at lesa, má ein hava lesiførleikan
hjá barninum í huga. Her eru
nógv viðurskifti at hugsa um,
hvørjar bókstavir og ljóð tú velur,
orðamyndir og annað. Avbjóðing
in er at fáa tekstin áhugaverdan
við hesum skerdu møguleikunum
at velja orð.
– Myndirnar hava ikki minni
týdning. Meiri enn í øðrum bókum
skulu tær stuðla undir tekstin og
vera ein hjálp hjá barninum at
fata tekstin.
Tær fýra leggja aftrat hesum
viðvíkjandi, at tær kundu hugsað
sær at komið í samband við fólk,
ið hava hug at myndprýða slíkar
bøkur.
Nógvar útgávur á
skránni
Gongst sum ætlað, verða í minsta
lagi 25 lættlisnar bøkur givnar út
um árið. Vónandi fara vit at síggja
tær fyrstu upprunaføroysku lætt
lisnu bøkurnar komandi ár.
Vit hava nógvar útgávur í
umbúna, men alt veldst tó um,
hvussu væl skúlarnir taka ímóti
teimum. Jú fleiri bøkur verða
keyptar, jú fleiri pengar eru til
at geva fleiri bøkur út. Tær eru
roknaðar sum framíhjálestur, og tí
fer eisini at bera til at keypa tær í
bókabúðum.
Torleikastigini eru sjey
1. stig til 1. flokk,
2. stig til seinnu helvt av 1. flokki og 2. flokk
3. stig til 2. og 3. flokk
4. stig til 4. flokk
5. stig til 4. og 5. flokk
6. stig til 6. og 7. flokk
7. stig til 8. flokk og eldri.
Fakta
á skúlagáttini
Tær fyrstu sjey bøkurnar í Krabbarøðini eru:
Pál ansar kettuni eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt
Gev mær posan, Rói eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt
Rói og Sanna eftir Jørn Jensen, Hildigunn Niclasen hevur týtt
Reyði bilurin eftir Knud Hermansen, Hjørdis Heindriksdóttir hevur týtt
Magnus eftir Jim Højberg, Alexandur Kristiansen hevur týtt
Arni og teldan eftir Rita Bitsch, Alexandur Kristiansen hevur týtt
Ninna og Kára og nýggj vinaløg eftir Katrine Marie Guldager, Borghild Sjúrðarberg hevur týtt
F.v.: Borghild Sjúrðarberg, ritstjóri
á Føroya Skúlabókagrunni, Lydia
Didriksen, lærari og skúlabókavørður,
Turið Kjølbro, ritstjóri á Bókadeild
Føroya Lærarafelags, Marjun
Ziskason, ritstjóri á Føroya
Skúlabókagrunni, og Mona Nattestad
Steintún, audiologopedur og í starvi
á Sernámsdeplinum. Mynd: Jens
Kristian Vang
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo