fríggjadagur 23. mai 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 97 - 23. mai 2008
Guðrið og Anna Katrina í
Margarinfabrikkini
Í kvøld, fríggjakvøld, spæla Guðrið Hansdóttir og Anna Katrina Petersen við bólki í Margarin
fabrikkini. Í tíðindaskrivi verður sagt, at Guðrið fer at framføra nýggj og eldri løg, í einum meira
akkustiskum hami, enn tey á fløguni. Tey sum spæla við henni eru Líggjas Olsen og Flóvin Viderø
báðir kendir úr bólkinum Dejavu, Andreas Dalsgaard kendur úr bólkinum The Story Ends og Ása
Wraae kend úr bólkinum Budam. Anna Katrina Petersen spælir egin løg, umframt svenskan og
bulgarskan fólkatónleik og teir sum manna bólk hennara eru kendir menn sum Leivur Thomsen,
Brandur Jacobsen og Bjarki Meitel. Konsertin í Margarinfabrikkini verður kl. 22. og atgongdin er
ókeypis. Øll eru vælkomin.
Teir báðir tingmenn
inir úr Sandoynni
halda, at tað loysti seg
væl at vera treiskir.
Eftir samgongufundin
í gjár síggja teir
ordiliga fyri sær, at
Sandoyartunnilin
verður veruleiki um
heilt stutta tíð.
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Páll á Reynatúgvu og Ger
hard Lognberg, høvdu ein
góðan dag í gjár.
Tað eru teir í hvussu so er,
púra sannførdir um sjálvir.
Í eitt hálvt ár hava teir
treiskast fyri at fáa undir
tøku í samgonguni fyri at
fara undir Sandoyartunnilin
næsta ár og teir hava enntá
verið til reiðar at seta sam
gonguna í vanda fyri at fáa
sín vilja, tí teir hava ikki
viljað hoyrt talan um, at
útseta hann.
Í gjár viðgjørdi samgong
an so spurningin um báðar
undirsjóvartunlarnar og nið
urstøðan var, at nú skal ein
nevnd setast við tveimum
umboðum fyri hvønn av
teimum trimum samgongu
flokkunum, umframt lands
stýriskvinnuni í vinnumál
um, Bjørt Samuelsen og
landsstýrismanninum í fíggj
armálum, Karsteni Hansen.
Nevndin skal vera liðug
við sítt arbeiði á ólavsøku,
tá ið úrslitið aftur skal leggj
ast fyri samgonguna.
Enn er ikki avgjørt, hvør
annar skal manna bólkin,
men tað er rættiliga vist, at
teir
báðir
sandoyarting
menninir, Gerhard Logn
berg og Páll á Reynatúgvu
vera við í bólkinum.
Grundstøðið undir arbeiðs
bólkinum, verður uppleggið
hjá landsstýriskvinnuni í
vinnumálum, sum vit nema
við í hinari greinini her á
síðuni.
Og tað loysti seg hjá teim
um báðum, Gerhardi Logn
berg og Pálli á Reynatúgvu
at treiskast um Sandoyar
tunnilin, tí teir eru rættiliga
væl nøgdir við fundin í
gjár.
Teir eru báðir samdir um,
at teir merktu ein ektaðan
vilja í samgonguni til at
finna eina semju.
Men Gerhard Lognberg
ásannar,
at
tað
leikaði
rættiliga hart á og at teir báðir
sandoyartingmenninir vórðu
lagdir undir hart trýst, tí tað
vóru ikki øll í samgonguni,
sum eru so heit fyri Sandoy
artunlinum.
Hann vil tó ikki nevna
nøvn.
Treytaleysa kravið frá
teimum báðum sandoyar
tingmonnunum hevur verið,
at farast skal undir tunnilin
1. november næsta ár,
soleiðis sum Løgtingið hev
ur samtykt.
Men skulu vit finna eina
semju, er neyðugt at allir part
ar sleppa treytaleysum krøv
um og tað hava vit sandoy
artingmenn eisini gjørt, sigur
Páll á Reynatúgvu.
Tað er neyðugt at hava
yvirskot til at finna eina
semju, leggur hann afturat.
Men teir staðfesta báðir,
at tað kemur framvegis ikki
upp á tala at Sandoyartunnil
in verður útsettur í fleiri ár.
Hetta merkir, at teir
krevja báðir tveir, at skjøtil
skal vera settur á Sandoyar
tunnilin í hesum valskeið
num.
Ver ikki svakur, tað er jú
tað, sum alt snýr seg um og
tí kemur ikki upp á tal at
útseta tunnilin í fleiri ár, stað
festir Gerhard Lognberg.
Páll og Gerhard sovið væl í nátt
Tað einasta, sum ligg
ur rimmarfast, er
at Bjørt Samuelsen
góðtekur ikki, at tað
almenna fer at gera
tveir undirsjóvar
tunlar ísenn. Men alt
annað er hon sinnað
at tosa um
UndirsjóvartUnlar
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað kemur ikki upp á tal,
at tað almenna fer at gera
undirsjóvartunnil í Eysturoy
og undirsjóvartunnil í Sand
oynna í senn.
Tað sigur Bjørt Samuel
sen,
landsstýriskvinna
í
vinnumálum eftir drúgva
samgongufundin í Tinganesi
í gjár.
Hon sigur, at tað hevði
oyðilagt okkara kredittvirði
og altso okkara fíggjarliga
trúvirði, at farið undir tvær
so stórar ætlanir ísenn og tað
hevði eisini verið at átikið
sær ein alt ov stóran vága.
Tí er hetta tað einasta,
sum liggur rimmarfast, so
tann møguleikin er útihýstir,
staðfestir hon.
Tað er tað einasta, eg
kann veita fulla vissu fyri,
endurtekur hon fyri at skera
tað út í papp, at hesin
møguleikin er útihýstur.
Men tað merkir so eisini,
at hon er til reiðar at tosa
um allar aðrar møguleikar.
Arbeiðssetningurin hjá
mær hevur verið at finna
útav, hvussu tað ber til at
fíggja hesar báðar stóru
verkætlanir uttan at tær
ávirka møguleikan at gera
íløgur í skúlar, mentan,
gransking og heilsuverk,
sigur Bjørt Samuelsen.
Tveir tunlar fyri ein
Hennara upplegg til sam
gonguna er, at báðir undir
sjóvartunlarnir skulu leggj
ast í eina felags verkætlan.
Samstundis skulu 50 milli
ónir krónur setast av á fíggj
arlógini um árið í 10 ár.
Talan er sostatt um 500
milliónir tey næstu 10 árini
Men Bjørt Samuelsen
sigur, at tað er nóg mikið til
at fíggja báðar undirsjóvar
tunlarnar og tilhoyrandi veg
ir fyri tilsamans 1850 milli
ónir.
Samstundis gevur tað
okkum ráð til at gera aðrar
átrokandi íløgur í útbúgving,
gransking, mentan, heilsu
og almannaverk.
Bjørt Samuelsen sigur, at
yvirhøvur er semja í lands
stýrinum, at tað almenna
skal gera báðar tunlarnir og
at landið sostatt skal yvir
taka Eysturoyartunnilin frá
teimum privatu, sum tóku
stig til hann.
Tað er grundstøðið, sum
vit arbeiða víðari útfrá, men
ber onki annað til, vil eg
ikki heilt og fullkomiliga
útihýsa møguleikanum at
Eysturoyartunnilin verður
privatur, so at báðir tunlarnir
kunnu gerast ísenn.
Í hesum sambandi, skjýtir
landsstýriskvinnan upp, at
Eysturoyartunnilin verður
gjørdur fyrst og at farið
verður undir Sandoyartunn
ilin aftaná.
Hon skilir væl grundgev
ingina um, at tað er rættast
at byggja tunnil fyrst til eitt
øki, har einki fast samband
er.
Tá vit kortini mæla til at
gera
Eysturoyartunnilin
fyrst, er tað tí at, sum støðan
er nú, er tað sera tórført at
fíggja Sandoyartunnilin.
Hinvegin er Eysturoyar
tunnilin ein íløga, ið ber
seg sera væl og verður hann
gjørdur fyrst, hava vit inn
tøkurnar frá hesum tunli at
fíggja
Sandoyartunnilin
við, sigur hon.
Hon sigur, at skal Sandoy
artunnilin fíggjast á fíggjar
lógini, krevur tað, at 175
milliónir krónur verða sett
ar av árliga í 4 ár.
Hetta verður ikki mett
gjørligt, tí tað fer at forða fyri
øðrum átrokandi íløgum.
Hon sigur, at inntøkurnar
frá
Sandoyartunnlinum
verða so lágar, at tær neyvan
røkka til rakstur og enn
minni til rentur og avdrøg.
Skal Sandoyartunnilin
fíggjast upp á 10 ár, mugu í
minsta lagi 80 milliónir
setast av á fíggjarlógini um
árið , og restin fíggjast við
láni og hetta fer at gera Sand
oyartunnilin munandi dýrari
enn um báðir tunlarnir verða
gjørdir í felags verkætlan.
Við hesari loysnini koma
eysturoyingar ikki at gjalda
meira, enn teir annars høvdu
gjørt. Munurin er bara at tey,
sum koyra gjøgnum Eystur
oyartunnilin, koma at gjalda
til samfelagsíløgur í staðin
fyri til eitt privat felag, sigur
landsstýriskvinnan.
Enn eru ikki
allar súður syftar,
men nú hevur
samgongan
hevur givið sær
sjálvum freist
til á ólavsøku
at finna semju
um undirsjóvar
tunlarnar
Gerhard Logn
berg og Páll á
Reynatúgvu
eru rættiliga
bjartskygdir og
Gerhard Logn
berg sigur, at
mótmælisgongan
úr Sandoy í gjár
í Tinganes hevði
ógvuliga positiva
ávirkan á málið
Seinnapartin í gjár møttu sandoyingar mannsterkir í Tinganesi
við kravi um at undirsjóvartunnilin ikki verður útsettur, men
enn fáa teir ikki at vita um teir fáa sín vilja
Bjørt noktar at gera báðar
undirsjóvartunlarnar ísenn