fríggjadagur 23. mai 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 97 • 23. mai 2008
Vikuskifti
6
Í vikuni komu sjey lættlisnar
bøkur út á føroyskum. Hetta eru
tær fyrstu sjey bøkurnar í eini røð
av nógvum, ið Bókadeild Føroya
Lærarafelags og Føroya Skúla
bókagrunnur samstarva um at
geva út.
Lærarar hava í nógv ár eftir
lýst lættlisnar bøkur, og í teimum
niðurstøðum, sum eru gjørdar í
seinastuni viðvíkjandi føroyskum
skúlaskapi, hevur fleiri ferðir
verið víst á stóra tørvin á slíkum
bókum. Nú eru tær fyrstu sjey
komnar, og tær næstu sjey koma
um stutta tíð, so vit eru ógvuliga
spentar at vita, hvussu tær verða
móttiknar av skúlunum og øðrum,
siga teir fýra ritstjórarnir Marjun
Ziskason, Lydia Didriksen, Turið
Kjølbro og Borghild Sjúrðarberg,
ið leggja lættlisnu røðina til rætt
is vegna forløgini bæði.
Røðin verður kallað Krabba
bøkur; tær eru býttar upp eftir
torleikastigi, og krabbar í ymsum
litum siga, á hvørjum torleikastigi
bókin er. Tær fyrstu seks eru
ætlaðar 2. torleikastigi og tann
síðsta til 3. torleikastig. Fyri
summarfrítíðina koma tær næstu
sjey bøkurnar; tær eru ætlaðar 3.
torleikastigi.
Útlendsk forløg hava hópin
av røðum við lættlisnum bókum,
og vit hava sjálvsagt kannað
eftir, hvussu tey skipa sínar røðir.
Kortini ber ikki bara til at gera
sum útlendsku forløgini. Føroysk
børn fara seinni í skúla enn børn
í grannalondunum, og hóast
tímarnir til byrjanarundirvísingina
eru øktir, hava vit færri tímar enn
norðurlendsku grannarnir. Stóra
lesikanningin, ið Solveig Debess
hevur gjørt, bendir eisini á, at
føroysk børn læra seinni at lesa
enn onnur børn; tað sama ger
ávegis lesikanningin, sum Karo
lina Matras og Katrin Næs hava
gjørt. Tí hava vit roynt at laga
røðina eftir okkara egnu skúla
skipan og valt bøkur út, sum ikki
eru føroyskum børnum fremmand
ar, siga tær fýra.
Fjølbroytt úrval
Lættlisnu bøkurnar, ið koma út
í ár, eru allar týddar úr øðrum
málum, í høvuðsheitum donskum,
norskum, svenskum og enskum.
Vit hava lisið og kannað eina
ørgrynnu av bókum og í fyrsta
umfari valt nakrar og 20 bøkur
út, sum koma út í ár; av hesum
er ein bókarøð á 10 bøkur, sum er
ógvuliga væl umtókt í Danmark,
siga tær. Haldi, at vit kunnu siga,
at allar tær útvaldu bøkurnar eru
góðar bøkur. Tað vil siga, at tær
hava eina góða søgu, at børnini
kunnu kenna seg aftur í teimum,
og at myndirnar, ið eru sera um
ráðandi í eini lættlisnari bók, eru
góðar og stuðla undir tekstin. Úr
valið av bókunum er fjølbroytt og
gott, og bæði dreingir og gentur
fáa sítt.
Eisini upprunafør
oyskar
Um somu tíð, sum arbeitt verður
við at fáa tær týddu bøkurnar út,
verður arbeitt við at gera upp
runaføroyskar lættlisnar bøkur.
Hetta er tó ein nógv drúgvari
og orkukrevjandi tilgongd, sum
júst er farin í gongd. Tær greiða
frá, at hugsast má bæði um
tekstir og myndir, og at lætt
lisnar bøkur seta stór krøv til
høvundin og teknaran. Bøkurnar
skulu lúka tær lesiteknisku
treytirnar, ið siga, um tær eru
lættar at lesa ella ikki. Allar
bøkurnar í Krabbarøðini verða tí
viðgjørdar lesinámsfrøðiliga av
serfrøðingum í lesing. Til hesa
uppgávuna hava tær heitt á
Monu Nattestad Steintún, ið er
útbúgvin audiologopedur og starv
ast á Sernámsdeplinum.
Tær vísa víðari á, at tað eru
50 lættlisnar bøkur
Stórur tørvur er á lættlisnum bókum til at menna lesiførleikan hjá føroyskum skúlabørnum. Sjey nýggjar bøkur eru
bara byrjanin til eina røð av sonevndum Krabbabókum, sum eftir ætlan verða í øllum førum 50 í tali um tvey ár.
Bókadeildin og Skúlabókagrunnurin samstarva um útgávurnar