Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-05-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. mai 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 97 - 23. mai 2008 Bjargingarbáturin Lív fekk longu sína fyrstu uppgávu, tá hann var á veg av svensku verksmiðjuni til Gøteborg. Tá var tað svenska løgreglan, sum bað bátin koma sær til hjálpar. Á veg úr Kollafirði til Havnar – stutt eftir dópin – var Lív í Nólsoy eftir einari kvinnu, sum hevði nógva pínu og flutti hana eftir lítlari løtu til sjúkrabilin á bryggjuni í Havn Lív Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Nýggi bjargingarbáturin Lív hjá Landsfelagnum fyri Bjargingarfeløg (LFB), sum varð handaður og dóptur í Kollafirði leygar­ dagin, fekk sína fyrstu uppgávu longu á royndar­ túrinum. Formaðurin í Nólsoyar Bjargingarfelag, Jan Han­ sen, var við til hátíðarløtuna í Kollafirði. Um sama mundið, sum báturin var staddur á Tangafirði á veg til Havnar, fekk Jan boð um, at ein kvinna í Nólsoy hevði nógva pínu og hevði brúk fyri skjótari læknahjálp. ­ Kvinnan tordi ikki í tyrluna, og tað vísti seg at vera trupult at fáa fatur á báti í eini handavend. Í aðrar mátar vita vit ikki, um tyrla hevði verið tøk til flutning á Landssjúkrahúsið hesa løtu. At bíða eftir regluligu rutuni hjá Rituni, hevði tikið ov langa tíð hjá kvinnuni, soleiðis sum hon hevði tað. Jan sigur, at teir settu seg í samband við menninar, sum hesa løtu vóru umborð á Lív, og teir løgdu leiðina út til Nólsoyar eftir kvinnuni. Edvard Kjeld, sum í mong ár hevur verið partur av Bjargingarfelagnum í Havn og eisini er í nevnd felagsins, sigur, at Lív var so skjótur í Nólsoy, at kvinnan var ikki komin oman á bryggjuna, tá báturin legði at. ­ Eg havi skilt, at sjúkra­ bilurin í Havn júst var kom­ in á bryggjuna, tá bjarg­ ingarfólkini umborð á Lív vóru komin til Havnar við kvinnuni. Edvard vísir á, at bjarg­ ingarfeløgini onga bein­ leiðis avtalu hava við Landssjúkrahúsið um sjúk­ raflutning, men nýggi bát­ urin hevur børu umborð og hevur møguleika at gera slíkar uppgávur, um heitt verður á feløgini um tað. Jan Hansen, formaður í Nólsoyar Bjargingarfelag, ásannar, at ein slíkur bátur kann vera líka so hentur á sjónum, sum ein sjúkrabilur er á landi. ­ Tað vísir seg, at fólk sum heild eru tryggari við sjóvegis flutningin enn tyrluna, og her er tað serliga Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju, sum hevur verið okkum hentur. Jan heldur, at sjúkraflutn­ ingurin hendan dagin við Lív gekk sera væl. Eisini í Svøríki Nýggi bjargingarbáturin hjá LFB er bygdur í Hunnebostrand í Svøríki, men longu á ferðini til Gøteborg, haðani báturin kom við Faroe Ship til Føroya, fekk hann sína allar fyrstu uppgávu. Lív hevur soleiðis longu havt tvær ítøkiligar upp­ gávur, áðrenn hann alment er vorðin tøkur í tænastu. ­ Vit hava keypt bjarg­ ingarbátin um Svenska Sjø­ redningstjenesten (SSRS), og tá teir vóru á veg av verksmiðjuni við bátinum, setti svenska løgreglan seg í samband við teir. Upp­ gávan var at sigla til lands eftir tveimum løgreglu­ monnum, sum skuldu førast út á ein stuttleikabát, sum tyrla hjá løgregluni fleyg yvir. Talan var um eina familju á bátinum, har bátseigarin ella skiparin helst var fullur og soleiðis kundi vera til vanda fyri trygdina hjá fólki og báti. Edvard sigur, at Lív var júst staddur á hesi leiðini og flutti løgreglumenninar út á stuttleikabátin. ­ Løgreglumenninir fingu stuttleikabátin við manning trygt til lands, og vit hava skilt, at bátseigarin varð skuldsettur fyri rúsdrekka­ sigling. Hann vísir á, at uppgávan hjá SSRS í Svøríki, sum bert fæst við hjálp og bjarging á sjónum, í fyrsta lagi er at vera hin hjálpandi hondin – og ikki hin ”langandi” hondin. ­ Hetta er eisini uppgávan hjá bjargingarfeløgunum í Føroyum, tó at bjarging­ arfeløgini her heima eisini taka sær av hjálpar­og bjargingaruppgávum á landi, sigur Edvard. Lív longu havt tvær uppgávur Ólafur stillar uppaftur Freistin fyri at bjóða seg fram sum valevni á íslend­ ska forsetavalinum í summar er úti á midnátt í kvøld, men alt bendir á, at tað verður einki val. Tey, sum styðja verandi forsetan, Ólaf Ragnar Grímsson, hava í dag handað løgmálaráðnum tær neyðugu undirskrift­ irnar, har tey skjóta upp, at forsetin verður afturvald­ ur. Sambært bløðunum hevur eingin annar sagt seg hava ætlanir um at stilla upp, og tí verður Ólafur ivaleyst sitandi í embætinum. Harmast hvalaveiði Avstraliumenn harmast avgerðina hjá íslendsku stjórnini at loyva hvalabátunum at skjóta 40 sild­ rekar til vinnuligt endamál í ár. Avstralia hevur fyrr mótmælt, at Japan hevur sent skip í Suðuríshavið at veiða hval, og Peter Garret, umhvørvismálaráðharri, sigur, at Avstralia fer at taka málið upp í altjóða hvalaveiðinevndini IWC. Avstralski ráðharrin leggur íslendsku stjórnina undir at gera sær dælt av holum í samtyktunum hjá IWC.